FM/FMU dagur 1: rimar, sandur og hamari

Fyrsti dagur av kappingini um føroyska meistaraheitið fyri ung og vaksin var fríggjakvøldí í regninum á Tórsbreyt. Á skrá vóru stuttu rimarenningarnar, trýstøkk og hamarkast. Sum vant var Hvirlan væl umboðað og fóru tey flestu heim við góðum úrslitum.

Fyrst í eldin vóru Elena Ellindsdóttir Olsen, Arni Bartal Joensen og William Erik Shcilling Kruse. Tey kappaðust øll í aldursbólkinum 14-15 ár. Elena hevði trupulleikar við at fáa atrenningina at rigga, men hóast hon í fyrsta lopinum leyp næstan ein metur aftanfyri plankan, so bøtti hon um sítt persónliga met við 2 cm til 8,42 m. Í øðrum bøtti hon aftur, hesaferð til 8,62 m og í triðja til 8,67 m. Í fjórða var hon í so varin í atreningini, men í fimta riggaði aftur betur og leyp hon 8,88 m. Í síðsta leyp hon aftur langt útum sítt gamla persónliga met. Tað bleiv máta til 8,84 m. Elena fekk gull fyri avrikið.

William og Arni Bartal, sum hava eitt langt vikuskiftið fyri framman við nógvum kappingum, gjørdu skjótari av. Arni Bartal legði út við at leypa 7,50 m og eftir eitt lop afturat, sum var styttri steðgaði hann. William legði út við at leypa 8,00 m, hetta økti hann til 8,10 m í triðja áðrenn hann eisini valdi at steðga. Teir endaðu sum nummar eitt og tvey í kappingini.

Arni Barta og William fór síðan beinleiðis til startin á 100 m rimarenning, har teir skuldu renna uppum tíggju 83,8 cm høgar rimar. Hetta var fyrstu ferð, at William royndi seg í hesi grein, meðan Arni Bartal royndi hana á FMU í 2022. Arni Bartal fekk betra startin og hevði munin uppum fyrstu rimarnar, men eftir fimtu rim var púra javnt. So byrjaði William spakuliga at stinga nøsina framum, og hóast tað var tætt allan vegin, so endaði tað við at William vann við tíðini 23,36 sek, meðan Arni Bartal, á øðrum plássi, bøtti um sítt persoinlga meti við næstan trimum sekundum til 23,99 sek.

So áttu kvinnurnar tørn við 4,0 kg tunga hamarnum. Her vóru fýra hvirlur við; Elin Niclasen, Lýdia Poula Simonsen, Lovisa Niclasen og Sunniva Bogadóttir. Ongin venur hamarkast burturav, og hjá Lovisu var hetta fyrsta kapping í hesi grein. Lýdia legði seg á odda í fyrsta umfarið við einum kasti uppá 20,75 m, frammanfyri Lovisu við 18,00 m. Hóast Lýdia økti til 23,20 m í øðrum, so fór hon niður á annað pláss, tí Elin kastaði heilt út á 25,00 m. Lovisa økti til 18,60 m, men eins og hjá Lýdiu, so fór hon eitt pláss aftur, tí Sunniva bøtti um sítt persónliga met til 20,87 m. Lovisa økti aftur í triðja, hesaferð til 19,60 m, men enn var hon aftanfyri Sunnivu. Lýdia økti ti 23,56 m, men var enn aftanfyri Elin, sum økti til 25,93 m. Í fjórða og fimta umfarið hendi ongin broyting, men í sætta øktu møðgurnar báðar. Fyrst Lovisa til 19,86 m, og síðan Elin til 26,04 m. Hetta broytti tó ikki støðuna, og tí fór Elin, sum átti ein fittan son fyri 2 mánaðum síðan, heim við gullinum frammanfyri ávikavist Lýdiu og Sunnivu.

Fleiri myndir í myndasavninum