IMG 7599

FM, FMU á Tórsbreyt

Hóast snøklar eru eftir, og Tórsbreyt tí enn ikki er opin fyri almenninginum, so hevur kommunan loyvt fyriskipan av FM og skipaðari venjing hjá feløgunum. Her var FM/FMU-kast fyrsta tiltaki. Tíðanverri søgdu veðurforsøgnirnar, at tað fór at byrja at regna tá FM byrjaði og tað fór so at halda áfram til kappingin var um at verða liðug. Ikki optimalt, men tað vóru nógvar hvirlur, sum høvdu valt at royna seg.

Gentur 8-9 ár

Hjá teimum yngstu royndu Martha Hammer og Charlotta Effersøe Nónsten seg. Charlotta legði út við at kasta 3,50 m, meðan Martha kom heilt út á 17,78 m í fyrsta umfarið. Næsta kasti hjá Charlottu miseydnaðist, meðan Martha aftur kastaði langt. Næsta kasti var tó ein góðan metur styttri enn hennara fyrsta. Í triðja og síðsta umfari var Martha líka við at koma útum tað hon megnaði í fyrsta kasti, men har manglaðu triggjir sentimetrar. Martha var eisini nær við, men eins og hjá Charlottu, kom hennara longsta í fyrsta umfari.

Dreingir 8-9 ár

Hjá yngstu dreingjunum royndum Jónatan Vinther Tummasarson, Natan S. Christiansen og Kian Ehsansson Hansen seg. Her legði Natan út við at kasta 17,36 m, sum bara er 32 cm frá hansara besta. Jónatan kom út á 16,21 m, meðan fyrsta kasti hjá Kian miseydnaðist. Jónatan økti til 17,47 m í øðrum, meðan Kian kom á talvuna við einum kasti uppá 7,38 m. Kian var tann einsti, sum megnaði at økja aftur í triðja umfari. Her kom hann tú á 8,17 m.

Gentur 10-11 ár

Anna Effersøe Nónstein, Debora S. Christiansen og Jana Hammer stóðu klárar tá tey 10-11 ára gomlu genturnar byrjaðu bóltkast. Her legði Jana út við at kasta 37,93 m, sum er nær við hennara persónliga met. Debora manglaði bara 12 cm í at koma útum 20 m strikuna, meðan Anna kom út á 11,61 m. Jana kom út um sítt persónliga met í øðrum umfari, har hon kastaði 38,37 m. Debora kom út um 20 m strikuna, tá hon kastaði 145 g tunga bóltin 21,68 m. Anna økti eisini. Hon kom út á 12,91 m. Debora økti aftur í triðja umfarið. Her kom hon út á 23,32 m, meðan Anna somuleiðis økti. Hon kom út á 17,62 m.

Dreingir 10-11 ár

Tað vóru seks dreingir klárur at umboða Hvirluna tá 10-11 ára gomlu dreingirnir byrjaðu bóltkast. Teir vóru tíðiligvís ikki nervaði av veðrinum, tí allir megnaði teir, at bøta um sítt persónliga met. Lui Ellindsson Olsen legði út við at bøta um sítt persónliga met í fyrsta umfari, har hann kom út á 34,60 m. Jósef Vinther Tummasarson kom út á 31,92 m. Emilio Haldansen Santana, sum royndu seg á fyrsta sinnið, kom út á 28,01 m. Jósvein Sigurð Sigvaldsson legði góða fimm metrar afturat sínum persónliga met við at kasta 27,40 m. Benjamin Æðustein Thomsen  kastaði 23,27 m í fyrsta umfarið og Verland Benjamin Nielsen Kruse kom út á 17,08 m. Jósef legði nakrar sentimetrar afturat sínum persónliga metið í øðrum umfari, har hann kom út á 32,50 m ímeðan Verland Benjamin økti í øðrum umfari til 18,67 m.; í triðja og síðsta umfari sat tað hjá Jósef, sum kom heilt út á 37,67 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met. Lui økti eisini, tá hann kastaði bóltin út á 34,74 m. Benjamin økti somuleiðis. Hann kom út á 24,03 m, meðan Verland Benjamin bøtti um sítt persónliga met í síðsta umfarið, har hann fyri fyrstu ferð kom út um 20 m strikuna. Kasti bleiv máta til 20,53 m.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen royndu seg við 400 g tungu spjótunum. Veðrið var blivið rættuliga illfýsi, og ávirkaði hetta nógv, men Rebekka megnaði at kasta 17,86 m í fyrsta umfarið, meðan Helena kastaði 11,12 m. Nógva regni og kuldin, saman við manglandi stað, tí at onki stað var at kroka millum kastini gjørdi, at genturnar kølnaðu millum kastini, og tí megnaði hvørgin at koma longri hesaferð. Tær fóru tó heim við ávikavist gull og silvur í kappingini.

Dreingir 12-13 ár

Jósef Vinther Tummasarson, sum júst hevði roynt seg við 145 g tungu bóltinum, hevði valt at melda til í eldri bólki fyri at royna spjótkast. Her skuldi hann so kasta 400 g tunga spjótið. Hetta var fyrstu ferð hann royndi seg við spjóti, og tí legði hann varliga út, men í øðrum kom meir flog á spjótið, sum lendi á 8,85 m. í triðja kom hansara longsta. Tað bleiv máta til 10,64 m. Fyri hetta fekk hann gullmerkið.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard og Rosa Gjoveraa Sødergren royndu seg við 750 g tunga diskinum fyrst. Her var tað Ria som kom best frá start, tá hon í fyrsta kastaði 12,76 m. Kasti hjá Rosu miseydnaðist, men hon kom á talvuna í øðrum umfari, har hon kastaði 7,96 m. í øðrum fekk Ria flog á diskin, sum lendi á 15,94 m og harvið økti hon frástøðuna til Rosu á øðrum plássi. Rosa svaraði í fjórða umfari við at kasta 10,18 m. Ria økti aftur í fimta, har hon kastaði 16,36 m. Í síðsta umfarið kom Roas út á 11,60 m, og ognaði hon sær harvið silvurmerkið aftanfyri Riu, sum kom heilt út á 16,74 m í síðsta umfari.

Rosa royndi seg eisini í spjótkast, har hon kastaði við 500 g tunga spjótinum. Her legði hon út við at kasta 10,19 m, sum er næstan 4 m longri enn hon hevði megnað áður. Hon økti í øðrum til 10,67 m, men tað var í fjórða hon verðuliga rakti spjótið. Hesaferð lendi tað á 13,37 m. Harvið bøtti hon um sítt persónliga met til 6,80 m. Hon fekk gullmerkið fyri avrikið.

Síðsta greinin var hamarkast, og her royndi Rosa seg aftur. Hon legði út við at kasta 3,0 kg tunga hamaran út á 13,52 m. Í øðrum umfari kom hon út á 17,44 m, sum gjørdist hennara longsta hesaferð. Tað fekk hon gullmerki fyri.

Dreingir 16-17 ár

Baldur Bárusson Persson legði út við at kasta 1,5 kg tunga diskin út á 23,72 m. Hann royndi at koma longri, men næsta kasti, sum tyktist longri, endaði uttanfyri strikuna og bleiv tí ikki mátað. Tey næstu vóru ikki heilt líka góð, men í síðsta fekk diskurin aftur gott flog, men kasti bleiv eitt sindur styttri enn tað fyrsta, og harvið endaði Baldur við at ogna sær gullið við teimum 23,72 m hann kastaði í fyrsta umfari.

So var hamarkast á skrá, og aftur var Baldur klárur. Her royndi hann seg við 5,0 kg tunga hamarnum. Her var hann í hopla frá byrjan, tí fyrstu fýra umførini bøtti hann um sítt persónliga met. Hann byrjaði við at kasata 26,89 m, síðan 28,13, so 28,37 og at enda 28,62 m. Hetta gav eitt gullmerkið.

Gentur 18-19 ár

Lucia Gjoveraa Sødergren royndi seg við 1,0 kg tunga diskinum. Hon legði út við at kasta 13,65 m. Næstu kastini vóru eitt vet styttri, men í fimta kom hon út á 14,85 m. Sætta og síðsta lendi eisini uttanfyri 14 m strikuna, men tað var ikki longri enn teir 14,85 m hon kastaði í fimta umfari. Harvið ognaði hon sær gullið fyri tær 14,85 m, hon kastaði í fimta umfari.

Kappingin í spjótkast hjá 18-19 ára gomlu gentunum, gjørdist serstøk, tí Lucia kastaði eitt kast, men valdi so at leypa næstu fýra um, fyri at fáa fatur á turrum klæðum, meðan Ai Waagstein, sum júst var lend í Vágunum, byrjaði sína kapping í triðja umfari. Ai vísti eisini í triðja, at hon dugur við spjótinum. Tí hon smekkaði 600 g tunga spjóti út á 33,81 m. næstu tvey kastini vóru eitt sindur styttri og so valdi Ai at steðga. Lucia, sum nú var komin aftur kastaði sætta kasti, har hon kom út á 16,06 m. Harvið ognaði hon sær silvurmerkið aftanfyri Ai.

Lucia royndi seg eisini í hamarkast. Her legði hon út við at kasta 18,43 m. Næsta miseydnaðist, meðan tað triðja bara var 1 cm styttri. Í fjórða kom hon útum 20 m strikuna. Kasti bleiv máta til 20,68 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð. Hon fekk gullmerkið fyri avrikið.

Kvinnur

Hjá kvinnunum var Helena Svabo Ziska við. Hon venur í Athen, har hon fyrr í ár bøtti um føroyska metið. Fyrstu kastini var hon varin, og trekti seg í avleveringini. Hon kom tó út á 30,24 m í fjórða umfari. Í fimta fekk hon endiliga trýst fram ígjøgnum og var munandi meir ferð á diskinum. Tíðanverri tók diskurin netið, og tí bleiv kasti ikki mátað. Hon ognaði sær tí gullmerið við 30,24 m.

 

 

Næsta greinin var spjótkast, her var Helena aftur við. Afturat henni var komin Sunniva Bogadóttir, sum farna summar ognaði sær silvurmerkið í spjótkast á oyggjaleikum við slitnum krossbandi. Nú er krossbandi í lagi, og hevur hon vant uppaftur míðvíst. Hetta var fyrsta kapping, og tí var fyrsta málið at klára oyggjaleikakravið, sum er 35,50 m. Tað vísti hon ikki var nakar trupulleiki, tí longu í fyrsta kasti kom hon út á 42,22 m. Tað var eisini persónligt met. Helena legði út við at bøta um sítt persónliga met til 21,26 m. Hetta bøtti hon um aftur í fjórða umfarið til 21,89 m. Sunniva hevði eina stabila seriu, har fimm av teimum seks kastunum vóru omanfyri oyggjaleikakravið. Hon kom tó ikki útum tær 42,22 m, sum hon harvið fekk gullmerkið fyri, frammanfyri Helenu, sum fekk silvur. Viðmerkjast kann at teir 42,22 m høvdu rokkið til eitt gullmerkið á oyggjaleikunum í 2025.

 

 

Síðsta greinin var hamarkast, og aftur var Helena við. Men hesferð kappaðist hon móti Elin Niclasen. Tað var Elin sum legði harðast út. Tí longu í fyrsta umfarið kastaði hon 30,49 m. Helena legði út við at kasta 22,37 m. Helena økti í øðrum til 24,46 m og bøtti harvið um sítt persónliga met. Hon økti aftur í triðja til 24,50 m og so í fimta har hon kom út á 25,60 m, sum gjørdist hennara longsta. Elin, sum legði so hart út, royndi at koma longur, men timing var ikki heilt har, men teir 30,49 m hon kastaði í fyrst umfarið rakk til gullið frammanfyri Helenu, som fekk silvur.

Menn

FM í kast hjá monnum var ein sonn come-back kapping, tí luttakarar vóru Hallur Simonsen, sum tók ein steðg eftir at hava ogna sær silvurmerkið í diskuskast á oyggjaleikunum í 2015. Hann er byrjaður at venja aftur í Danmark, og hevur klára oyggjaleikakravið í diskus. Næstu luttakarin var Hanus Bergsson, sum eigur føroyska metið í spjótkast. Hann er nýliga byrjaður at venja kúustoyt, og triðji luttakarin var Heri Ziska, sum ikki hevur vant síðstu nógvu árini, og sum er dupult so gamal sum hinir.

Fyrsta kappingin var diskuskast, og her var Hallur stórfavorittur, men hann hevði trupulleikar við at fáa diskin inn í kastirætningin, tí legði Heri seg á odda í fyrsta umfarið við einum kasti uppá góðar 20 m. Hetta tók Hanus í øðrum, tá hann kom næstan út á 30 m og harvið legði smáar 4 metrar afturat sínum persónliga meti. Tað var ikki fyrr enn í fimta umfari, at Hallur fekk tað at sita, men so tók hann eisini gullið tí við 38,32 m, sostatt hevði hann tryggj sær gullið, frammanfyri Hanus, sum vann silvur við 29,77 m og Hera sum fekk bronsu fyri 22,13 m. 

Í spjótkast var Hanus favorittur, men eins og Hallur í diskus, so miseydnaðist fyrsta kasti. Hann fekk tað tó at sita í øðrum, har hann kom út á 42,42 m, og harvið tryggjaði hann sær effektivt sæð gullið. Hann kastaði tó eitt kast afturat, sum lendi á 45,44 m. Hallur legði varliga út við, at kasta 24,99 m, men økti so støðugt gjøgnum kappingina til hann í síðsta umfarið kastaði 35,54 m.

Síðsta kappingin var hamarkast og her var Heri so við aftur saman við teimum báðum. Her var størri ivi um, hvør fór at fara við gullinum, men Hallur vísti seg at vera tann sterkari og fór hann tí við gullinum tá hann kastði 30,62 m. Hanus tók siluvr við 24,33 m, meðan Heri fekk bronsu fyri 20,32 m.