Eitt flott punktum á Stórkappingarnar

Síðsta umfarð av ársins stórkapping var á Tórsbreyt í góðveðrinum, og aftur var Hvirlan væl umboða í flestu bólkunum. Ungu hvirlu íðkararnir kempaðu væl og fóru tey allar flestu heim, við minst einum og nógv við fleiri persónligum metum. Eftir kappingina vóru heiðursmerkir handa til tey trý fremstu í ymsu bólkunum, og steyp til tann besta í hvørjum árgangi. Her vóru Hvirlurnar ofta at síggja á pallinum og til tíðir var pallurin reyður allur sum hann var.

Gentur yngri enn 8 ár

Yngsti bólkur plagar at kappast í eini grein, og hesaferð var greinin longdarlop. Her vóru tríggjar spentar hvirlur við. Tær vóru Anna Effersøe Nónsetin, Marita Hansen og Martha Hammer. Her øktu tær allar um longdina fyri hvørt at teimum trimum lopunum tær lupu. Anna byrjaði á 2,00 m, men endaði á 2,21 m. Marita byrjaði á 1,85 m og endaði á 2,09 m, meðan Martha byrjaði á 1,83 m og endaði á 2,00 m.

Dreingir yngir enn 8 ár

Benjamin Æðustein Thomsen royndi seg á øðrum sinnið í kapping í frælsari ítrótt. Hesaferð var tað í longdarlop, har hann í fyrsta umfarið kom út á 1,91 m. Tað næsta miseydnaðist, men í triðja bar aftur til, men tað var tó eitt vet styttri enn tað fyrsta.

Gentur 8-9 ár

Debora S. Christiansen, Emma Hjørdis Kjær Kruse, Jana Hammer, Lív Eivindsdóttir og Martha Hammer byrjaðu á 80 m teininum. Hetta var fyrstu ferð tær báðar royndu seg á hesum teininum. Av tí at tað vóru so nógvar gentur við, varð deilt upp í riðlar, og her vóru Debora og Jana í fyrra riðlinum. Her rann Jana teinin uppá 14,62 sek, meðan Debora rann hann uppá 16,15 sek. Í seinna riðlinum rann Lív teinin uppá 15,12 sek, Emma uppá 18,03 sek og Martha uppá 19,17 sek. Hetta var fyrstu ferð tær fimm runnu 80 m og ognaðu tær sær tískil allar persónligt met á teininum.

Debora, Emma, Jana og Martha fóru so til bóltkast. Her ognaðu tær allar sær eitt persónligt met. Jana i fyrsta umfarið við einum kasti uppá 21,15 m. Hetta var fjórðu ferð Jana royndi seg í bóltkast, og var hetta eisini fjórðu ferð at Jana fór heim við nýggjum persónligum meti. Tað var eisini í fyrsta umfari at Debora økti um sítt met. Hennara gjøridst 14,44 m. Emma bøtti um sítt met í øðrum umfarið. Tað gjørdist 13,79 m, meðan Martha bøtti um sítt í triðja og síðsta umfarið til 8,57 m.

Jana, Lív, Debora og Emma fóru so til 300 m startin. Hann er við kastibúri yvirav málinum. Hóast tað vóru nógvar, so byrjaðu allar samstundis, og var tempo øgiligt tá skotið fór. Tað var tó skjótt at spjaðing kom á, men allar kempaðu tær tó væl. Úrsliti gjørdist at Jana rann teinin uppá 61,38 sek, Lív uppá 72,62 sek, Debora uppá 75,73 sek og Emma Hjørdis uppá 76,34 sek.

Síðsta greinin var longdarlop, og her vóru Jana og Emma Hjørdis aftur klárar. Jana, sum hevði roynt seg tríggjar ferðir áður, fekk á fyrsta sinnið eitt lop, har vindurin var minni enn 2,0 m/s, sum er mest loyvda í mun til met. Hon leyp 2,71 m. Emma Hjørdis bøtti um sítt persónliga met við 19 cm tá hon leyp 2,39 m.

Dreingir 8-9 ár

Edvard Schmidt, Lui Ellindson, Rói Bárðarson Vilhelmsen, og Verland Benjamin Nielsen Kruse byrjaðu við 80 m teininum, og hjá øllum var hetta fyrsta kapping á hesum teininum. Hjá Edvard og Róa var tað eisini fyrsta kapping yvirhøvur í frælsari ítrótt. Har vóru so mikið nógvir luttakarar, at neyðugt var at deila upp, og her endaði tað við, at Lui og Rói vóru í fyrsta riðlinum. Lui rann teinin uppá 15,37 sek, meðan Rói honum á baki rann teinin uppá 15,86 sek. Edvar var í øðrum riðli, har hann rann teinin uppá 16,43 sek, meðan Verland Benjamin í triðja riðli rann teinin uppá 17,49 sek.

Edvard, Lui, Rói og Veland Benjamin fóru so til longdarlop. Her leyp Lui 2,43 m, sum er 63 cm longri enn hansara gamla persónliga met. Edvard leyp 2,17 m í síni fyrstu kapping í hesi grein, meðan Rói leyp 2,07 m í síni fyrstu kapping. Verland Benjamin leyp 1,49 m.

Rói, Verland Benjamin og Lui fóru so, eins og genturnar til 300 m startin. Her var aftur eitt øgiligt tempu tá skotið fór, men skjótt var justera til eitt tempo, sum helt á mál. Úrsliti gjørdist at Rói rann teinin uppá 65,54 sek, Lui uppá 67,24 sek og Verland Benjamin uppá 71,27 sek.

Edvard, Lui, Rói og Verland Benjamin endaðu sín dag á Tórsbreyt við at kasta 150 g tungu bóltarnar. Her legði Edvard út við at kast 24,34 m, sum gjørdist hansara besta á degnum. Rói kastaði somuleiðis sítt best í fyrsta umfarið. Tað bleiv máta til 15,23 m. Lui og Verland Benjamin bíðaðu til síðsta umfarð áðrenn teir kastaðu sítt longsta kast. Her kom Lui út á 19,22 m, meðan Verland Benjamin kom út á 7,56 m.

Gentur 10-11 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu við at kasta bóltin. Helena legði út við at kasta 150 g tunga bóltin út á 6,61 m, meðan Rebekka kom út á 9,73 m. Næsta kasti miseydnaðist hjá báðum, meðan Rebekka kom heilt út á 19,19 m í triðja og síðsta kasti.

Tær fóru síðan til longdarlop. Her hevði Helena trupulleikar við at fáa atrenning at sita, og gjørdi hon tí yvirtrakk, men í síðsta riggaði. Tá leyp hon 1,95 m. Rebekka legði út við einum persónligum metið uppá 2,55 m. Hon økti til 2,90 m í øðrum umfarið, sum gjørdist hennara longsta hesaferð.

Dreingir 10-11 ár

Rani Dam legði út við at renna 80 m teinin. Hetta var fyrstu ferð hann royndi seg á hesum teininum. Hann hevur áður roynt seg á teinum frá 100 – 600 m, so hetta var stytsti teinur hann hevur kappast á. Tíðin hjá honum gjørdist 14,19 sek, hóast ein mótvind uppá 1,5 m/s.

Rani fór so til bóltkast, og her legði hann út við, at bøta um sítt persónliga metið við góðum fýra metrum í fyrsta umfarið. Hann steðgaði tó ikki har, tí í triðja og síðsta umfari økti hann enn meir, soleiðis at hann endaði við at kasta 150 g tunga bóltin út á 30,24 m, sum er 4,96 m longri enn hann hevur kastað áður.

Síðsta greinin, sum Rani royndi seg í var longdarlop. Her legði hann varliga út við at leypa 2,58 m. Hann økti tó í øðrum til 3,10 m og legði harvið 21 cm omaná sítt persónliga met. Hann hevði tó meir í sær, tí í triðja og síðsta umfarið legði hann uppaftur 10 cm omaná sítt persónliga met, sum nú eitur 3,20 m.

Dreingir 12-13 ár

Jógvan Ziska Simonsen og Jóhan Waagstein løgdu fyri við at kasta 400 g tungu spjótini. Hjá Jóhan var hetta triðja kapping í hesi grein, meðan hetta var fyrstu ferð at Jógvan royndi seg. Jógvan legði út við at kasta 16,08 m, meðan Jóhan kastaði 30,37 m. Hetta gjørdist tað longsta hesaferð hjá Jóhan, meðan Jógvan legði 10 cm aftura í øðrum umfarið, og fór tískil heim við einum persónligum metið, sum eitur 16,18 m, meðan Jóhan við at kasta 30,37 m legði 10,83 m afturat sínum persónliga meti.

Jóhan royndi seg eisini á 80 m teininum. Her rann hann inn í ein mótvind uppá 2,45 m/s, sum kostar rættuliga nógv, men hóast hetta, so rann hann teinin næstan eitt heilt sek skjótari, enn hann hevur gjørt áður. Tíðin hjá honum gjørdist 12,49 sek.

Eftir 60 m fór Jóhan beina leið til longdarlop. Her legði hann út við at leypa 3,71 m, sum 27 cm longri enn hansara persónliga met. Hann leyp 2 cm longri í triðja umfarið, men nú var vindurin farin uppum tað mest loyvda, so hann fór heim við einum persónligum metið uppá 3,71 m.

Gentur 14-15 ár

Tað vóru gentur 14-15, sum byrjaðu dagin. Tað var á 400 m teininum, har Lucia Gjoveraa Sødergren var í geil 4, og Bjalla Beintudóttir Dalsgarð var í geil 5. Hjá Luciu, sum nýliga er byrja at venja frælsa ítrótt, var hetta fyrsta kapping í frælsari ítrótt, meðan Bjalla hevur vant í elsta bólki í smá tvey ár. Bjalla hevur vant ser-venjing til 400 m eina ferð um vikuna í tríggjar vikur, meðan Lucia enn er við at byggja grundina. Tað var tí eisini Bjalla, sum legði harðari út, meðan Lucia skjótt fann rætta stílin og helt so ferðina. Bjalla var í harðari kapping allan vegin og gjørdi tað at hon skar meir enn ½ min av bestu tíðini, sum var frá 2021. Tíðin hjá henni gjørdist 66,84 sek. Lucia rann eina góða kapping og kom á mál við tíðini 80,50 sek.

So var longdarlop á skránni, og aftur vóru Bjalla og Lucia við. Hesaferð var Elena Ellindsdóttir Olsen eisini við. Her legði Lucia út við at leypa 3,67 m, meðan Bjalla leypa 3,72 m og Elena heilar 3,99 m. Bjalla økti i næsta til 3,81 m og aftur í triðja umfarið til 4,00 m. Lucia økti í fimta umfarið til 3,71 m, og her svaraði Bjalla aftur við 4,02 m. Sostatt endaði Bjalla við at leypa 4,02, Elena 3,99 meðan Lucia í síni fyrstu kapping leyp 3,71 m.

Triðja greinin var spjótkast, har Lucia og Bjalla royndu seg við 500 g tungu spjótunum. Her legði Bjalla út við at bøta um sítt persónliga met til 13,16 m. Lucia, sum royndi seg á fyrsta sinnið, fekk onga markering í fyrsta kasti, men í øðrum fekk hon sítt fyrsta úrslit. Tað var 12,47 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí í triðja økti hon til 13,98 m, í fjórða til 15,16 m og í sætta heilt út á 17,98 m.

Síðsta greinin hesaferð var 1500 m. Her vóru Elena og Lucia klárar. Á startlistanum sást, at hetta vantandi fór at vera eitt tungt tak hjá Elenu, tí hon kom vantandi at renna einasmøll fremst, meðan hinar fóru at kappast. So var, men Elena er roynd, og megnaði tí at halda eina støðuga ferð allar teir 3 ¾ umgangirnar, og megnaði tískil fyri fyrstu ferð at renna teinin undir 6 min. Tíðin gjørdist 5 min 59,60 sek. Lucia, sum ikki hevði roynt hetta áður megnaði at leggja eitt passandi tempo frá byrjan, og helt hesum, og hóast beinini kendust sera tung móti endanum, so fann hon ein spurt síðstu 100 m og fekk harvið tryggja sær tíðina 6 min 55,88 sek.

Dreingir 14-15 ár

Arni Bartal Joensen og William Erik Schilling Kruse byrjaðu, eins og genturnar við at renna 400 m teininum. Hetta var fyrstu ferð, at William royndi seg á hesum teininum, meðan Arni Bartal hevur roynt teinir tvær ferðir áður. Arni Bartal hevur arbeitt við at fáa størri rørslur, og hevur hetta givið væl størri ferð til venjing, men nú skuldi tað standa sína roynd. Tað var tó William sum legði harðari út, meðan Arni Bartal hevði fokus á rørslunum. William legði skjótt sjógv millum seg og Arna Bartal, og hevði eina støðuga ferð á mál, har klokkan segði 71,22 sek. Arni Bartal kom stutt aftaná og fekk tíðina 75,59 sek, sum er heili 12,07 sek skjótari enn hansara persónliga met.

Arni Bartal og Wiliam lupu samstundis sum genturnar í sandgryjuni í mótsætta endanum. Arni Bartal hevði eitt persónligt met uppá 2,68 m frá somu kapping í 2022, meðan hetta var fyrsta kapping uttandura hjá William, har hann leyp frá planka. Teir lupu inn í ein mótvind, og var tað kanska orsøkin til at báðir høvdu trupulleikar við at fáa atrenningina at sita. Arni Bartal fekk eitt góðkend lop í øðrum umfari, har hann bøtti um sítt persónliga met til 2,89 m. William fekk tað ikki at rigga fyrr enn tí fjórða umfarið, har hann kom út á 3,80 m, sum er 3 cm longri enn hann leyp innandura í Íslandi í vetur. So var tað ikki fyrr enn í sætta og síðsta umafari at tað sat. Her lupu báðir út um 4 m strikuna á fyrsta sinni. Arni Bartal kom út á 4,01 m og legði harvið 1,33 m omaná sítt persónliga met, meðan Willam kom út á 4,08 m, sum er 28 cm longri enn hann leyp í januar.

Triðja greinin var spjótkast, og her vóru Arni Bartal og William aftur klárir. Hesaferð kappaðust teir saman við Jógvan Inga Falkvard Joensen við 600 g tunga spjótinum. Tað var eisini Jógvan Ingi, sum byrjaði kappingina, og var tað við einum kasti uppá 30,77 m. Hetta var fyrstu ferð hann kom útum 30 m strikuna. Arni Bartal kastaði 13,77 m, meðan William kastaði 16,40 m. Jógvan Ingi økti í triðja umfarið til 31,15 m, sum gjørdist hansara longsta hesaferð, meðan Arni Bartal og Willam goymdu sítt besta til síðsta umfarið. Her kom William út á 16,85 m, meðan Arni Bartal kom út á 21,08 m. Jógvan Ingi kastaði øll síni seks kast longri enn gamla persónliga metið, meðan Arni Bartal og William ikki heilt rukku sítt besta hesaferð.

Síðsta greinin var 1500 m, og aftur var Arni Bartal klárur. Hann skuldi tíðanverri renna einsamallur, og tí var uppgávan at finna eitt hóskandi tempo, har hann kundi halda tann nýggja effektiva rennistílin. Hetta eydnaðist væl, og misti hann hvørki stíl ella ferð. Úrsliti gjørdist at hann skar næstan ½ min av sínum persónliga metið, sum nú eitur 6 min 21,52 sek.

Gentur 16-17 ár

Hesaferð var ongin Hvirlan við, men Vibeka Eihilt Sivertsen royndi seg. Hon kappast fyri Treysti, men venur saman við Hvirluni tvær ferðir um vikuna og hevur eitt venjaratoymi við einum venjara í Treysti og einum í Hvirluni at leggja lag á. Vibeka kappaðist hesaferð á 400 m teininum, sum ætlanin var at fokusera uppá í ár, men seinastu tíðina er fokus flutt yvir á 1500 m, tí hon skal luttaka í hesi grein á oyggjaleikunum. Hetta ger at optimering av anaerobum úthaldni til 400 m er kompromitera til frama fyri aerobum úthaldni til 1500 m. Vibeka hevur tó fingið økt munandi um toppferðina, sum er ein lyklaparametur hjá einum 400 m rennara. Hetta sást eisini við tað, at hon rann væl og løtt fyrstu 250 m, men móti endanum manglaði tað specifikka úthaldni, og misti hon nakað av ferð. Hon kom tó á mál við tíðini 63,98 sek, sum er tað skjótasta hon hevur runnið í ár.

Kvinnur

Hesaferð var Hvirlan einans umboða í spjótkast hjá kvinnunum. Her vóru Sunniva Bogadóttir og Edna Maria Debes við. Sunniva, sum eigur føroyska innandura metið, hevur kast væl til venjing, men hesaferð vildi tað ikki sita. Hon misti oddina av spjótinum og hálaði tískil niður í spjótið. Tað eydnaðist ikki heilt hesaferð, men hóast hetta, so kom hon heilt út á 34,10 m. Edna Maria, sum annars primert vendur longarlop, royndi seg í síni fyrstu spjótkapping síðan 2019. Hon endaði við at kasta spjótið út á 18,45 m í síðsta umfari.

Fleiri myndir eru at finna í myndasavninum.