IMG 9999

Ein flottur endi á stórkappingunum

Síðsta umfar av ársins stórkapping fór fram á ný-uppstigaðu Tórsbreyt. Vindurin var nógvur, men annars var veðrið á góðari leið, sum vanligt, so var ein stórur meirluti av luttakarunum í reyða hvirlubúnanum. Allar hesu røsku hvirlurnar vístu at Hvirlan er sterk í øllum aldursbólkum og øllum greinum.

Børn -7 ár

Greinin hjá teimum yngstu hesaferð var Longdarlop. Her vóru fýra hvirlur við, tvær gentur og tveir dreingir. Tey fingu tríggjar royndir hvør, men hesaferð góðu øll tað tey áttu í fyrstu royndini, tí tað vísti seg at tað longsta lopið hjá øllum kom í fyrsta umfarið. Her leyp Charlotta Effersøe Nónstein 1,69 m, Rebekka Vinther Tummasardóttir leyp 1,24 m, Filip Æðustein Thomsen leyp 1,13 m og Rókur Vinther Tummasarson leyp 1,65 m.

Gentur 8-9 ár

Charlotta Effersøe Nónstein, Eva Sól Finnsdóttir, Martha Hammer og Rebekka Vinther Tummasardóttir royndu seg í Bóltkasti í bólkinum 8-9 ár. Her legði Martha út við at kasta heilar 20,60 m, sum er væl longri enn hon hevur kastað áður. Eva Sól kastaði 13,08 m, Rebekka kastaði 3,44 m, meðan Charlotta kastaði 3,40 m. Martha kastaði eitt vet styttri í øðrum, meðan Eva Sól kom út á 19,70 m, sum er væl longri enn hon hevur megnað áður. Rebekka økti eisini, hon kom út á 8,10 m, sum eisini er persónligt met. Í triðja var tað bara Eva Sól sum megnaði at økja, her kom hon heilt út á 24,13 m. Harvið legði hon 10,54 m afturat sínum persónliga metið. Rebekka legði 2,46 m afturat sínum persónliga metið meðan Martha legði 1,94 m afturat sínum.

Allar fýra fóru so til 80 m startin. Hesaferð var tað Martha sum rann skjótast í mun til sítt persónliga met. Hon var 1,80 sek skjótari enn sítt pesónliga met, við at renna teinin uppá 14,46 sek. Við tíðini 13,34 sek var Eva Sól 1,62 sek enn hennara persónliga met. Tíðin hjá Charlottu, sum rann sín fyrsta 80 m var 19,19 sek og tíðin hjá Rebekku, sum somuleiðis rann sín fyrsta 80 m var 24,45 sek.

Eva Sól, Martha og Rebekka royndi seg síðan í longdarlop. Her legði Martha út við at leypa 2,49 m, meðan Eva Sól leyp 2,47 m í fyrstu royndini og Rebekka leyp 1,25 m. Eins og í bóltkasti, so helt Eva Sól á við at økja. Í øðrum umfarið kom hon út á 2,98 m og í triðja heilt út á 3,12 m. Tað var eisini bara Eva Sól, sum megnaði at leypa longri enn hennara persónliga met, sum er 2,68 m.

Síðsta greinin hesaferð, og í ársins stórkapping var 300 m. Her vóru Eva Sól, Martha og Rebekka við. Umstøðurnar vóru alt annað enn optimalar, tí har var nógvur mótvindur í byrjani, og tað er trupult at heinta tað ein missur í mótvindinum aftur í undanvindinum. Tí var ikki vantandi at nakað persónligt met fór at fella, men tað var tó líka við, tí Martha rann teinin uppá 1 min 11,42 sek, sum bara er 0,98 sek frá hennara persónliga metið. Eva Sól rann teinin uppá 1 min 7,02 sek, meðan Rebekka, sum rann sín fyrsta 300 m rann teinin uppá 2 min 4,93 sek.

Dreingir 8-9 ár

Eins og genturnar, so byrjaðu dreingirnir við bóltkast. Her vóru Jónatan Vinther Tummasarson, Kian Ehsansson Hansen og Natan S. Christiansen við. Jónatan legði út við at kasta 22,71 m, og bøtti harvið um sítt persónliga met. Natan kastaði 19,34 m, sum eisini er persónligt met, meðan fyrsta kasti hjá Kian ikki bleiv máta. Jónatan økti í øðrum heilt út á 24,14 m, meðan Kian eisini kom á úrslitatalvuna við einum kasti uppá 4,54 m. Natan var ikki liðugur, tí í síðsta umfarið kom hann á fyrsta sinni útum 20 m strikuna. Kasti bleiv máta til 20,35 m. Natan bøtti um sítt pesónliga met við 2,67 m meðan Jónatan bøtti um sítt við 2,20 m.

Allir fóru beina leið til 80 m startin. Her endaði tað við, at Natan rann teinin uppá 15,94 sek, meðan Jónatan beint í hølunum rann teinin uppá 16,16 sek og Kian rann hann uppá 18,64 sek.

Frá 80 m fóru teir tríggjir síðan til longarlop , har teir kappaðust saman við gentunum. Her legði Natan út við at leypa 2,37 m, sum bara er 2 cm frá hansara persónliga meti. Jónatan leyp 1,98 m, meðan Kian eins og í bóltkasti, hevði tørv á at fáa rútmuna at sita, og fyrsta bleiv tí ikki mátað, og eins og í bóltkasti, so riggaði tað í øðrum. Her leyp hann 1,23 m í síni fyrstu longdarlop kapping. Jónatan leyp útum 2 m strikuna í øðrum umfarið. Tað bleiv máta til 2,04 m. Tað var bara Kian sum megnaði at økja í triðja og seinasta umfari. Her kom hann út á 1,25 m.

Síðsta greinin var 300 m. Her vóru Natan, Jónatan og Rókur Vinther Tummasarson við. Av tí at fyrstu 100 m var í einum hørðum undanvindi, so var sera trupult at bøta um persónlig met, men hetta steðgaði ikki ungu monnunum at royna sítt besta. Úrslitið gjørdist at Natan rann teinin uppá 1 min 14,45 sek. Tíðin hjá Jónatan gjørdist 1 min 21,76 sek og tíðin hjá Kian gjørdist 1 min 37,38 sek. 

Gentur 10-11 ár

Anna Effersøe Nónstein, Jana Hammer og Marita Hansen løgdur fyri við longdarlopi. Her legði Jana út við at leypa heilt út móti 4 m strikuni. Lopið bleiv máta til 3,87 m. Marita leyp 2,72 m, sum er væl longri enn hon hevur lopið áður, meðan Anna leyp 2,63 m. Anna megnaði sum tann einasta, at økja í øðrum umfarið. Her kom hon út á 2,78 m. Hóast góðar royndir, so megnaði ongin at økja í triðja og síðsta umfarið. Lopið hjá Maritu var 63 cm longri, enn hon hevur lopið áður.

Tær tríggjar fóru so til 80 m startin, har Debora S. Christiansen eisini var við. Her megnaði Debora at renna teinin heili 1,8 sek skjótari enn hon hevur gjørt áður. Tað gjørdi hon við at renna teir 80 m uppá 12,49 sek. Jana rann teinin uppá bara 12,40 sek, sum er 0,89 sek skjótari enn hon hevur runnið teinin áður. Tíðin hjá Maritu í sínu fyrstu roynd á hesum teininum var 14,46 sek, meðan tíðin hjá Onnu gjørdist 15,63 sek.

Allar fýra royndu seg síðan við 150 g tungu bóltinum. Her legði Jana út við at kasta heilar 46,09 m. Debora kastaði 24,99 m, Marita kastaði 15,46 m og Anna kastaði 14,64 m. Debora økti í øðrum til 26,88 m, meðan Anna kastaði neyvt somu longd í øðrum umfarið. Anna var tann einasta, sum megnaði at økja í triðja. Her kom hon út á 17,89 m. Ungu kvinnurnar kastaði ikki bara langt, tær kastaðu eisini væl longri, enn tær hava gjørt áður. Jana bøtti um sítt persónliga met við heili 7,72 m og Debora bøtti um sítt við 3,50 m.

Síðsta greinin var 800 m. Her var tað ikki bara sum at siga tað, at renna ikki minni enn tvær ferðir ímóti vindinum á handaru langsíðu, Fyrstu metrarnar fylgdust tær, men so við og við fór Jana frá Deboru, sum somuleiðis fór frá Onnu. Hetta helt sær á mál. Har tað vísti seg at bæði Jana og Debora, hóast sera krevjandi umstøður, høvdu megnað at bøtt um síni persónligu met. Við tíðini 3 min 32,09 sek bøtti Debora um sítt met við 1,23 sek, meðan Jana við tíðin 3 min 14,47 sek bøtti um sítt met við 1,06 sek. Anna, sum rann sín fyrsta 800 m, kom á mál við tíðini 4 min 22,68 sek.

Dreingir 10-11 ár

Benjamin Æðustein Thomsen, Jósef Vinther Tummasarson og Verland Benjamin Nielsen Kruse byrjaðu við longarlop. Jósef legði út við at leypa 3,10, meðan Verland Benjamin leypa neyvt 3,00 m meðan Benjamin leyp 2,43 m. Jósef økti sum tann einasti í øðrum umfarið. Her kom hann út á 3,44 m. Í triðja var tað Benjamin sum átti tørn, at verða tann einasti sum megnaði at økja. Hann kom út á 2,49 m.

Teir tríggjir royndu seg síðan á 80 m teininum. Her var Emilio Haldansen Santana, sum royndi seg á fyrsta sinnið á hesum teininum, eisini við. Við at renna teinin uppá 12,89 sek megnaði Jósef at renna teinin heili 2,23 sek skjótari, enn hann hevur gjørt áður. Tíðin hjá Verland Benjamin gjørdist 14,94 sek, sum er 1,18 sek skjótari enn hann hevur gjørt áður, meðan Benjamin við tíðini 16,08 sek bara var 0,01 sek frá sínari bestu tíð. Emilio, sum rann sín fyrsta 80 m, kom á mál við tíðini 13,87 sek.

Jósef og Verland Benjamin vóru eisini klárir tá skotið bleiv latið av til 800 m. Teir báðir fylgdust leingi, men móti endanum var tað Jósef sum dróg frá og kom á mál við tíðini 3 min 34,80 sek, meðan Verland Benjamin, á sínum fyrsta 800 m, kom á mál við tíðini 3 min 37,27 sek.

Gentur 12-13 ár

Helena Effersøe Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu við at renna 80 m. Her var spenningur í, tí tað hevur verið sera tætt millum tær alt árið. Rebekka fekk besta startin, og var eitt vet frammanfyri. Helena kom tó væl við og kempaði allan vegin fyri at koma framum, men hesaferð var Rebekka tann stinnara. Tíðin hjá Rebekku gjørdist 12,36 sek, meðan tíðin hjá Helenu gjørdist 12,61 sek. Tíðin hjá Helenu er heili 1,09 sek skjótari enn hon hevur megnað áður, meðan tíðin hjá Rebekku er 0,55 sek skjótari enn hon hevur megnað áður.

So var diskuskast á skránni. Her skuldi tær báðar royna seg við 750 g tunga diskinum. Rebekka er vanliga sterk í kast, og so var eisini hesaferð, tí longu í fyrsta kastinum bøtti hon um sítt persónliga met til 14,23 m. Helena vildi tó verða við, tí hon bøtti eisini um sítt persónlilga met við at kasta 10,56 m. Tá Rebekka kastaði diskin út á 17,08 m í øðrum umfarið var kappingin tó avgjørd. Helena hevði tó meir at geva av, og økti til 10,78 m í øðrum. Hvørgin økti í triðja og harvið vann Rebekka við 17,08 m frammanfyri Helenu, sum kastaði 10,78 m. Rebekka bøtti um sítt persónliga met við 3,46 m, meðan Helena bøtti um sítt við 1,09 m.

Helena var einasamøll tá skotið fór til 1000 m. Hetta er ikki nakað, sum nervar hana, sum rann eina stabila kapping, har tempo var støðugt frá byrjan til enda. Tíðin gjørdist 4 min 51,51 sek.

Beint eftir 1000 m var síðsta kapping á skrá. Tað var longdarlop. Her var Helena aftur einsamøll, og her var eisini eyðsýnt at 1000 m sótu í beinunum, tí hon fekk ikki heilt ferðina líka langt upp, sum hon plagar, Hon megnaði tó at leypa 3,40 í síðsta lopið, sum bara er 20 cm frá hennara besta.

Gentur 14-15 ár

Ria Langgaard byrjaði dagin við at renna 400 m. Ikki optimalt í mun til aðrar kappingar, sum koma aftaná, men 400 m er ein stuttlig kapping, sum verðuliga vísur, hvør hevur viljan til at geva tað síðsta. Ria rann saman við teimum gentum 16-17 og gentum 18-19. Hon legði væl út, og kom væl gjøgnum fyrstu 200 m, hóast nógvan mótvind, men so byrjaði tað at merkjast í beinunum, og ferðin fall, men hon kempaði og megnaði at renna teir 400 m upá 76,16 sek.

Ria fór so til diskuskast. Ria venur sprint og lop, men sum hvirla, so er man altið klárur tá kapping er á skrá, eisini í greinum, man kanska ikki er so vanur við. Fyrsta kasti hjá Riu miseydnaðist, men í øðrum kom hon út á 10,05 m. Hon bøtti í triðja til 13,78 m, sum gjørdist tað longsta hesaferð.

Síðsta greinin var longdarlop, og her sást veruliga, at hon hevði runnið 400 m, men hóast hetta so legði hon út við at leypa 3,85 m. Hon økti í øðrum til 3,92 m og í triðja kom hon útum 4 m strikuna við einum lopið uppá 4,01 m. Tað er 7 cm longri enn persónliga metið, hon setti farna vikuskiftið í kappingini um danska meistaraheitið fyri ung.

Gentur 16-17 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð var ikki bara einsamøll Hvirla hjá teimum 16-17 ára gomlu, hon var einsamallur íðkari. Kanska er ein orsøk støði hon hevur sett í ár, tí  byrja var við 400 m, sum er grein hon ikki venur specifikt, men har hon hevur víst at hon er skjót. So var eisini hesaferð, tí hóast hon rann mót 14-15 og 18-19 ára gomlum, so legði hon hini afturum longu frá byrjan, og allan vegin økti hon aftur til hina, soleiðis at hon á málinum var næstan 10 sek frammanfyri tað næstu. Tíðin hjá Bjallu gjørdist 63,08 sek.

 

 

Bjalla fór beint til hæddarlop. At fara frá einum hørðum 400 m til hæddarlop er krevjandi, tí 400 m sita í beinunum. Hetta var eisini orsøkin til, at Bjalla ikki kom uppum fyrstu hæddina sum var 1,20 m. Hon kom tó uppum í næstu royndini. Hon kom uppum 1,25 m og 1,30 m í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,35 m, sum er 4 cm hægri enn Bjall hevur lopið áður. Her hevði hon onkra góða roynd, men hesaferð riggaði ikki. Harvið endaði Bjalla við at leypa 1,30 m.

Dreingir 16-17 ár

Fyrsta greinin var 400 m, og her var William Erik Schilling Kruse klárur. William venur einamest styttru teinarnar og lop, men hann vildi gjarna royna seg á 400 m, hóast tað var beint áðrenn hæddarlop. Hann legði væl út og kom inn í ein góðan effektivan rennistíl í nógva mótvindinum á handaru langsíðuni og hetta helt hann inn í fyrsta sving. Tá hann kom inn á seinastu 100 m sást at hann ikki hevur vant specifikku 400 m venjingina, og tí bleiv tað tungt. William megnaði tó at halda formin allan vegin, og var tí líka við at koma undir 60 sek. Tíðin hjá hon gjørdist 60,49 sek, sum er heili 6,94 sek skjótari enn, hann hevur runnið teinin áður.

 

 

William fór beina leið til hæddarlop. Av tí at Tórsbreyt hevur verið undir umbygging, so hevur hann ikki fingið vant hæddarlop. Einasta venjing var mikudagin í vikuni. Hann kom tí inn í kappingina á 1,30 m, sum hann valdi at «saksa» (leypa uppum og lenda standandi). Hann saksaði somuleiðis lættliga uppum 1,35 og 1,38 m. á 1,41 m fór hann yvir til meir klassiskt hæddarlop, har hann royndi at lenda á rygginum. Fyrstu tvær royndirnar miseydnaðust, men so riggaði og hann kom uppum. Nú var hann einsamallur eftir í kappingini. Hann leyp tí fyrst á 1,44 m, sum hann kláraði í fyrstu royndini, og so fór yvirliggjarin upp á 1,49 m, sum er 1 cm hægri enn hann hevur lopið áður. Hetta kláraði hann í fyrstu royndini. Hann kláraði eisini 1,52 m í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin á 1,55 m. Her var hann sera nær við, serlig í næstu royndini, men hesaferð eydnaðist ikki. Hann endaði tí við at bøta um sítt persónliga met við 4 cm til 1,52 m.

 

 

Ímeðan William leyp hæddarlop var Baldur Báruson Persson farin í gongd við kappingina í diskuskast. Her skuldi hann royna seg við 1,5 kg tunga diskinum. Baldur hevur mest vant kúlu og í seinastuni hamarkast, men hann kann eisini kasta diskus, og tað vísti hann, hóast fyrsta kasti fór í neti. Næsta bleiv mátað til 19,76 m, og so var Baldur komin í gongd. Hann kom út á 23,50 m í triðja og økti hann til 23,63 m í fjórða. Nú var hann bara 9 cm frá sínum persónliga metið. Fyrsta álopið á persónliga metið kom í fimta, men tað riggaði ikki, men í sætta og síðsta kasti riggaði. Her kom hann út á 24,28 m og legði hann harvið 56 cm afturat sínum persónliga meti.

 

 

Gentur 18-19 ár

Lucia Gjoveraa Sødergren var einsamøll Hvirla tá 400 m var skotin í gongd. Hon hevði tó Tabitu Hvannastein úr Treystu, sum nýliga er komin at venja við í Hvirluni, at renna ímóti, saman við teimum 14-17 ára gomlu, sum runnu samstundis. Lucia er sterk á styttru teinunum, meðan Tabita er sterk á teimum longru. Lucia legði hart út og fekk lagt avstand aftur til Tabitu fyrstu 200 m, men so bleiv tað tyngri. Lucia megnaði tó væl at halda formin, so hóast Tabita vísti sína styrki í seinnu helvt, so megnaði Lucia at halda tað frástøðu, hon hevði bygt upp fyrstu 200 m. Lucia vann sostatt við tíðini 72,14 sek frammanfyri Tabitu, sum rann teinin uppá 74,12 sek.

Lucia fór beina leið til hæddarlop, sum byrjaði bara 20 min eftir at 400 m startin. Her byrjaði Lucia á 1,20 m, sum hon kom uppum uttan trupulleikar. Hon kom somuleiðis uppum 1,25 m í fyrstu royndini. So fór yvirliggjarin upp á 1,30. Her miseydnaðist fyrsta lopið, men í øðrum kom hon uppum. Á 1,35 m miseydnaðist fyrsta royndin aftur, men eins og á 1,30 m so kom hon uppum í næstu royndini. Her steðgaði tað, tí hóast hon hevði eina góða roynd á 1,38, sum er neyvt sama hædd, sum hennara persónliga met, so vildi yvirliggjarin ikki blíva liggjandi. Hon endaði sostatt við at leypa 1,35 m.

Lucia royndi seg eisini í hamarkast, har hon kastaði við 4,0 kg tunga kvinnuhamarnum. Her skuldi hon kappast móti Elin Johnsdóttir, sum í ár hevur etablera seg sum besti hamarkastarin á kvinnusíðuni og eisini móti Rosu Gjoveraa Sødergren, sum hevði valt at melda til í hesum bólkinum, hóast hon vanliga kappast í G14-15 ár. Elin legði eisini best út, tí longu í fyrsta kasti kom hon út á 33,96 m, sum í praksis merkti at hon hevði vunnið kappingina. Lucia legði út við at kasta 11,77 m, meðan Rosa legði út við at kasta 12,10 m. Báðar øktu í øðrum; Rosa til 13,87 meðan Lucia við 16,23 m fór framvið og legði seg á annað pláss. Rosa økti í triðja til 14,80, men var enn á triðja plássi aftanfyri Luciu, sum økti til 18,77 m. Elin, sum hevur arbeitt við at halda hamaran langt út, so radius blívur langur, hevði onkra góða roynd, men tað var ikki fyrr enn í fimta umfarið at hon økti um byrjunarlongdina. Í fimta kasti kom hon út á 34,20 m, sum gjørdist hennara longsta. Lucia økti í síðsta umfarið til 19,57 m, sum gjørdist tað longsta.

 

 

Kvinnur

Elin Niclasen, sum eigur føroyska metið í spjótkast, er nýliga byrja aftur at venja. Nú er hamarkast á skrá. Av tí at hon hevur havt ein longri steðg, var tað spennandi at síggja, hvussu tað fór at rigga í hamarkast, sum er greinin, hon er farin at hugsavna seg um. Hon legði út við at kasta 29,95 m í fyrsta kastinum. Næsta miseydnaðist, og tað triðja var eitt sindur styttri, men tað tyktist sum hon nú byrjaði at føla seg tryggari við hamarnum og setti hon tí meir ferð á. Hetta riggaði, tí hon kom út á 31,31 m í fimta umfari. Síðsta kast var eisini uttanfyri 30 m strikuna, men tó styttri enn fimta kast. Hon endaði harvið  31,31 m. 

 

Fleiri myndir eru í myndasavinum.