
DMU2025
Danska meistaraheiti fyri ung var í ár á hugnaliga Tårnby Stadion á Amager. Her høvdu tríggjar ungar hvirlur leita sær fyri, at royna seg móti javnaldrum í Danmark. Hesar vóru Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, Elena Ellindsdóttir Olsen og Elin Johnsdóttir.
Leygardagurin byrjaði við hamarkast, sum er yndisgreinin hjá Elin. Kappingin var óvanliga hørð, tí millum luttakararnar var ein ung donsk kvinna, sum um stutta tíð skal royna seg í sokallaða Youth Olympic Games, sum er ein heimsumfatandi kapping fyri teir allar bestu íðkararnar undir 18 ár. Elin var tann fyrsta, sum skuldi royna seg, og her vóru uttan iva nervar, men Elin tók eitt róligt kast, har hon legði hamaran út á 38,01 m, sum bara er 90 cm frá hennara persónliga meti. At kappingin var intenst, sást at eftir fyrsta umfar vóru tað bara tríggjar, sum høvdu fingið kast góðkent, og millum tær, sum ikki fingu nakað kast góðkent vóru tær tríggjar, sum vóru styrkismettar fremst. Í næsta kastinum royndi Elin at fáa meir ferð á hamaran, men hon kom til at flyta vektina ov nógv yvir á vinstra fót, og tí miseydnaðist kasti. Hetta gjørdist søgan næstu kastini. Hon royndi at flyta vektina, men tá hon trýsti á hamaran, so flutti hon vektina. Í fimta umfarið riggaði betur, men her var ferðin í so lág, og tí gjørdist tað styttri enn tað fyrsta. Hennara longsta gjørdist tí tað fyrsta kasti, sum var 38,01 m.
So fóru Elena og Bjalla at hita upp til 100 m. Tær vóru í ávikavist fyrsta og øðrum riðli. Bjalla, sum enn føldi í beinunum, at hon hevði runnið 400 m tveir dagar frammanundan, hevði fingið heiðurin at renna undir liðini av nógv tí skjótastu gentuni. Bjalla hevði tó fokus á sína uppgávu, har serliga starturin er blivin meir effektivur í seinastuni. Tá skotið fór tyktist tað, sum hon kanska ikki fekk so góðan start, men tað var mest tí, at tann við síðuna av, var óvanliga skjót avstað. Bjalla kom skjótt upp í ferð, og so var tað, fyri hana ein kapping allan vegin um triðja plássi. Hesa kapping vann Bjalla við tíðini 13,91 sek, sum er 0,08 sek undir hennara persónliga met.
Elena átti síðan tørn. Elena hevur stríðst við ein trupulleika í rygginum, men hon er fightari, og tí var hon klár tá skotið fór. At skaðin ikki hevði slept heilt, sást á at hon ikki hevði somu kraft í fyrsta fetinum. Hon kempaði tó væl, og rann teinin uppá 13,99 sek, sum bara er 0,06 sek frá hennara ársbesta (ársbesta er skjótasta tíð í ár, har undanvindurin ikki hevur verið omanfyri 2,0 m/s).
Bjalla og Elena høvdu síðan ein steðg áðrenn longdarlop. Her royndu báðar, men Elena var tíðuliga merkt av trupulleikanum við rygginum, meðan beinini hjá Bjallu ikki høvdu tað síðsta, sum hon plagar at hava. Elena var tann fyrra at royna seg. Hon hevði eina væl timaða atrenning, men hon trekti seg eitt sindur í avsettinum og fekk hon tí ikki kraft í avsetti, sum hon plagar. Hon valdi tí at steðga, heldur enn at satsa.
Bjalla átti síðan tørn. Hon plagar at verða trygg í at raka plankan, men hon var væl aftanfyri í fyrsta lopið, sum bleiv mátað til 4,32 m. Hon flutti so byrjanina fram, og royndi aftur, men møðin sat í beinunum, og aftur var hon langt aftanfyri tá lopið fór. Í triðja broytti hon mátan hon byrjaði atrenningina uppá, og hetta var so effektivt at hon nú kom 3-4 føtur ov langt við sama tal av fetum. Hon flutti tí aftur, og í fjórða raktin hon plankan nærum perfect, og fekk ferðina væl við sær í lopið, men hon hevði verið í so aktiv í næstsíðsta fetið, og tí var ov lítil hædd á lopinum. Tað bleiv tó máta til 4,58 m, sum bara er 2 cm frá hennara persónliga meti. Hon royndi aftur, men her náddi hon ikki inn á plankan, og var tí meir enn 20 cm frá at raka plett. Lopið bleiv máta til 4,40 m. Síðsta var eitt sindur styttri, og tí endaði hon við einum lopið uppá 4,58 m.
Annan dagin var bara 200 m á skrá, og her var Elena einsamøll at royna seg. Tað vóru tríggjir riðlar, og var hon í tí fyrsta, har hon hevði fingið geil seks. Elena fekk ein góðan start, og rann eitt gott sving, sum eru fyrstu 100 metrarnar. So kom langsíðan, har tað hesaferð var ein irriterandi mótvindur. Elena trýsti tó allan vegin, og megnaði enn einaferð at renna teir 200 m undir 30 sek. Endaliga tíðin gjørdist 29.95 m.