Dánjal fingið ferð í skógvarnar

Dánjal Dahl Ljósheim, sum venur við danska felagnum Sparta í Keypmannahavn, hevur verðuliga fingið ferð á skógvarnar í vetur. Fyri tveimum vikum síðan, skar hann 0,14 sek av sínum persónliga meti á 200 m í høllini í Malmø, har hann javnan venur við danska felagnum.

Nú var tað so 400 m, sum var á skrá, og her var Dánjal í A-finaluni, har teir vantandi skjótastu rennararnir vóru. Dánjal, hevur stríðst við, at koma nóg skjótt avstað, og tí hevði hann ov nógv eftir, at heinta seinnu helvt. At ferðin er komin upp á 200 m, er nakað, sum tykist hava flutt nógv, tí nú var hann væl skjótari fyrru helvt, og at halda er tað, sum Dánjal hevur við sær frá tíðini, har hann primert vandi 800 og 1500 m sum tannáringur.

Tíðin gjørdist so góð sum 50,20 sek,  sum er 0,87 sek skjótari enn hann hevur runnið teinin innni áður. Enn hevur hann nakarar kappingar eftir áðrenn innandura-kappingarnar steðga, og hann ferð at fyrireika seg til at kappast úti í summar. Tað er tí væl hugsandi, at hann kemur undir 50 sek inni, og merkir tað alt annað líka at hann kann renna undir 49 sek úti í summar, tí 4 krøpp sving inni kosta væl meir í ferð enn tvey bleyt sving úti (tað er 400 m runt úti, og 200 m runt inni).

Dánjal hevur sostatt við at renna 22,98 sek á 200 m runnið 0,32 sek undir oyggjaleikakravið og við at renna 50,20 sek á 400 m runnið 1,80 sek undir oyggjaleikakravið.