
Dánjal endurvann bronsumerkið
Annar dagurin á VU-spelen byrjaði longu kl 9 um morgunin. Tá stóðu Lucia Gjoverá Sødergren og Elena Ellindsdóttir Olsen klárar at leypa longdarlop í bólkinum G17. Veðrið var milt sagt ikki av tí besta, tí tað oysregnaði, og hóast tað var heitari enn vanligt í Føroyum, so var trupult at halda hitan í langu pausunum millum lopini, serliga tí bara ein lítil partur av luttakarunum passaðu undir skýlið, sum var sett upp til kappingina.
Elena Ellindsdóttir Olsen hevur arbeitt við at broyta stílin í atrenningini, og hetta riggaði væl fyrsta lopið. Hon hevði stór effektiv fet allan vegin. Ferðin var ikki tað, hon kundi verða, men effektiva rútman gjørdi at hon leyp 4,51 m. í næsta lopið gleið hon aftur í gamla atrenningarstílin, uttan at ferðin øktist. Tískil gjørdist lopið væl styttri. Í triðja fekk hon ferðina upp, men av tí at hon nýtti gamla atrenningarstílin, so bleiv lopið ikki heilt so langt, sum tað fyrsta. Hon endaði sostatt við at leypa 4,51 m. Elena, sum byrjaði árið við einum persónligum metið uppá 4,34, leyp harvið fyri triðju ferð á rað útum 4½ m.
Lucia hevur, eins og Elena arbeitt við rútmu, men eisini at fáa hædd í avsett. Í fyrsta lopinum var hon í so varin, hon kom inn við ov lítlari ferð, og lopið gjørdist tí 3,77 m. tað næsta miseydnaðist heilt, men Lucia vildi meir, og fann, hóast kulda og regn, sítt besta lop fram í triðja umfarið. Hon fekk góða ferð á atreningina, og hædd á lopið. Hon roteraði tó framyvir í avsettinum, og fekk tí ikki skotið beinini fram fyri seg. Lopið bleiv máta til 4,01 m, sum bara er 5 cm frá hennara persónliga met.
So byrjaði 100 m, og her var Bjalla Beintudóttir Dalsgarð fyrst í eldin. Nú var turrari, um enn vøllurin enn var vátur. Bjalla var í sjeynda og síðsta riðli, har hon hevði fingið tilluta geil tvey. Bjalla misti nakað í byrjani, men kempaði seg fram til eina tíð uppá 13,99 sek, sum er neyvt tann sama, sum hennara persónliga met.
So áttu 17 ára gomlu genturnar tørn, og her var Lucia í fyrsta riðli. Lucia hevur arbeitt við at verða meir tolin í sprintinum, hetta fyri at umganga at hon ikki fær tíð til, at fáa nóg stórar rørslur í fetunum. Hetta eydnaðist væl, og megnaði hon at renna teinin uppá 14,27 sek, sum er 0,39 sek skjótari enn hon hevur runnið hann áður. Elena var í øðrum riðli, Hon hevði góða ferð í beinunum í vetur, men í byrjani av kappingarárinum hevur hon ikki verði har, men nú tá tað verðuliga taldi, fann hon ferðina aftur. Hon rann teinin uppá 13,79 sek, sum er neyvt sama tíð, sum hennara persónliga met.
Samstundis sum Elena og Lucia runnu 100 m, var Lovisa Niclasen farin í gongd við at kappast við 4,0 kg tungu kúluni. Lovisa, sum farna vikuskiftið var úti á 9,98 m fekk tað ikki at rigga hesaferð. Hon legðí út við at stoyta kúluna út á 9,25 m. Hon royndi at fáa beini meir undir seg í øðrum, men hetta riggaði ikki, og bleiv lopið eitt sindur styttri. Vitandi at hon kundi náða 10 m strikuna, valdi hon at satsa í síðsta, men hetta riggaði ikki, og sostatt bleiv hennara longsta hesaferð 9,25 m.
Eftir ein døgurasteðg átti Elin Johnsdóttir (G16) tørn við 3,0 kg tunga hamarnum. Her vóru sera nógvir luttakarar, og tí fekk Elin bert høvi at kasta eitt kast undir upphiting. Tað gjørdi ikki støðuna lættari, at hon á fyrsta sinnið royndi at kasta í kastiskóm. Slíkir skógvar gera at ein snarar munandi skjótari, og harvið broytist timing í øllum rørslum. Hetta gjørdi at fyrsta kasti fór, eins og upphitingarkasti, í neti. Næsta var eitt sindur betri, men lendi hamarin á 32,37 m. Í triðja var ferðin enn høg, men hon fekk betri fóta sær og tískil kom hon út á 36,36 m, sum bara er 1½ m frá hennara persónliga meti.
Aftur var kúlustoyt á skrá, men nú vóru tað 16 ára gomlu dreingirnir, sum skuldu royna seg við 5,0 kg tungu kúluni. Her var Jógvan Ingi Falkvard Joensen klárur. Til venjing hevur hann havt kúluna uttanfyri 13 m strikuna, og tí var spennandi hvussu leikur fór, men kanska var spenningurin í so nógvur, tí hann legði út við at stoyta kúluna út á 9,61 m. í øðrum umfari royndi hann at fáa meir kraft í kúluna, men tíðanverri gjørdi hann yvirtrakk. Hetta nervaði hann tó ikki, tí aftur í triðja royndi hann at fáa ferð á, men tíðanverri riggaði teknikkurin ikki heilt hendan dagin. Kúlan lendi á 10,50 m, sum sostatt gjørdist tað longsta hesaferð.
Sum vant, so var 400 m hjá monnum síðsta grein, ein munur var tó, tí hesaferð skuldi Dánjal Dahl Ljósheim royna, at verja sítt bronsumerkið frá í fjør. Styrkin hjá Dánjal er, at hann megnar betri at halda ferðina móti endanum, tí hevur hann arbeitt við at fáa meir ferð á fyrstu 200 m. Hesaferð var hetta á góðari leið, men í seinna svingi misti hann nakað, soleiðis at hann var á einum fimta plássi, nakað aftanfyri teir fýra fremstu tá 80 m vóru eftir. Her vísti Dánjal, hvussu man kann renna síðstu metrarnar, tí hann minkaði skjótt um munin millum seg og teir frammanfyri. Tað var sera tætt millum Dánjal og tveir aðrar um silvurmerki, so har var bara at bíða eftir hvat málfoto segði. Her var úrslitið at Dánjal rann teinin uppá 48,75 sek, neyvt somu tíð sum ein av hinum, meðan tann triðji var 0,01 sek aftanfyri. Dánjal var tó mettur at verða eitt vet aftanfyri tann eina, og tískil endurvann hann bronsumerkið. Hetta er skjótasta tíðin, hann hevur runnið í ár, og eisini 0,4 sek skjótari enn hann rann í finaluni á oyggjaleikunum á Guernsey.