Aftur ein góður dagur á FMU

Eisini triðja dagin var veðrið á góðari leið. Sprintarar høvdu ein lítlan mótvind, men annars vóru umstøðurnar nærum optimalar til at kappast, og hesum tóku ungu hvirlurnar væl ímóti og fingu nógv bøtt um teirra persónligu met. Tað vóru eisini nógvar vitjanir á sigurspallinum, tí í alt fóru tær 27 hvirlurnar heim við 39 gull, 21 silvur og 20 bronsu

Gentur 10-11 ár

Debora S. Christiansen, Helena Efferse Nónstein og Rebekka Æðustein Thomsen byrjaðu við kúlustoyt. Tær royndu seg við 2,0 kg tungu kúluni. Her legði Helena út við at stoyta 3,75 m. Rebekka kom út á 3,58 m og Debora kom út á 2,98 m. Í øðrum umfari fekk Rebekka verðuliga ferð á kúluna, sum lendi úti á 4,37 m. Helena, sum hevði bøtt um sítt persónliga met í fyrsta umfarið gjørdi tað aftur í triðja, har hon kom út á 4,29 m, og legði harvið 83 cm afturat sínum persónliga met. Í fjórða og síðsta umfari øktu bæði Rebekka og Debora. Rebekka kom út á 4,66 m og Debora kom út á 3,36 m.

Debora og Helena hildu so áfram til 400 m, sum er ein umgangur á Tórsbreyt. Tær fylgdugst leingi, men móti endanum, so kom verðulig kapping í og her endaði tað við at Debora trekti frá og kom á mál við tíðini 1 min 36,52 sek, sum er næstan ½ min skjótari enn hon hevur runnið áður. Helena rann teinin uppá 1 min 42,64 sek, sum góð 7 sek skjótari enn hennara besta.

Gentur 12-13 ár

Ria Langgaard royndi seg í longdarlop triðja FMU dagin. Her byrjaði hon við at leypa 31 cm longri, enn hon hevur lopið áður. Næsta lopið var eitt vet styttri. Í triðja royndi hon at fáa meir hædd, men aftur var tað eitt vet styttri. Í síðsta riggaði, og kom hon út á 3,49 m, sum rakk til eitt fjórðapláss í finaluni.

Elisabet Joensen royndi seg fyrst við 2,0 kg tungu kúluni. Fyrsta royndin var góð, men kanska í so høg. Longdin gjørdist tó 7,14 m, sum var væl longri enn hennara persónliga met. Næsta bleiv eitt vet styttri, men kom ein onnur 5 cm longur út, og tí lá Elisabet á øðrum plássi, tá triðja umfar byrjaði. Her fekk Elisabet verðuliga kraft í kúluna, sum fleyg heilt út á 7,90 m. Ongin annar megnaði at økja um sítt besta og harvið vann Elisabet við 7,90 m, sum er 1,15 m longri enn hennara gamla persónliga met.

Næsta kappingin var hamarkast, og her var Elisabet aftur við. Fyrstu tvey kastini miseydnaðust, men í triðja kom hon heilt út á 21,42 m. Tað fjórða var eitt vet styttri, men hon fekk gullmerkið fyri teir 21,42 m hon kastaði í triðja umfari.

Gentur 14-15 ár

Bjalla Beintudóttir Dalsgarð, sum longu hevði kappast í sjey ymiskum greinum fyrstu tveir dagarnar, byrjaði dagin við hamarkast. Bjalla venur sprint og lop, og valdi tí at byrja við at kasta uttan at mala við hamarnum. Fyrsta kasti gjørdist 18,55 m. Hetta økti hon í næsta til 19,19 m. Í fjórða royndi hon at mala við hamarnum, men tað vildi ikki sita og endaði hon tískil við at vinna gull við 19,19 m.

Bjalla royndi seg eisini í longdarlopi. Her gjørdi hon yvirtrakk í fyrsta lopi. Í næsta riggaði betur og kom hon út á 4,15 m, og tók harvið fyrsta pláss í kappingini. Tað var tó eyðsýnt at nógvu kappingarnar høvdu kostað. Hon helt tó á, og næstu 4 lopini vóru tekniskt góð lop, men manglandi kropsliga yvirskotið gjørdi, at hon ikki kom longur út hesaferð. Hon vann tískil gull við 4,15 m.

Dreingir 14-15 ár

William Erik Schilling Kruse byrjaði á 200 m teininum. Eins og Bjalla, so hevði hann verði í nógvum kappingum, og merkti tað hann. Yvirskotið i ferð var ikki heilt har, men hann fekk kempa seg til eina góða túr, við at halda fokus á tað tekniska. Tíðin gjørdist 30,60 sek, sum er smá 5 sek undir gamla persónliga metið, og bara nakrar 100-partar seinni enn tíð hann hevur runnið við ov nógvum undanvindi. Fyri avrikið ognaði hann sær gullmerkið.

So áttu kastararnir tørn. Her vóru Jógvan Ingi Falkvard Joensen og Baldur Báruson Persson klárir. Jógvan Ingi legði harðast út, við at kasta 23,56 m, meðan tað fyrsta kasti hjá Baldur fór í neti. Baldur helt høvdi kalt og fór aftur í ringin til annað umfarð, og nú riggaði. Hann kastaði 4,0 kg tunga hamaran út á 20,94 m. Jógvan Ingi økti í triðja til 24,67 m, meðan Baldur verðuliga nærkaðist Jógvan Inga í fjórða umfari, tá hann kastaði 23,07 m. Um hetta var tað, sum setti ferð á Jógvan Inga er ilt at siga, men í fimta setti hann fulla ferð á og kom heilt út á 27,74 m. Harvið endaði Jógvan Ingi við at vinna gull við 27,74 m, sum er persónligt met við 3,33 m, meðan Baldur á øðrum plássi økti um sítt persónliga met við heili 8,71 m.

Síðsta greinin var longdarlop, og her var William aftur klárur. Hann hevði tó sera trupult við at fáa atrenning at sita. Nakað, sum er vanligt tá møði er í kroppinum, tí rútma og ferð er ávirka. Tað var ikki fyrr enn í fjórða umfarið at hann fekk eitt lop góðkent. Tað bleiv máta ti 3,96 m. Harvið leyp hann seg upp á fyrsta pláss í kappingini. Hann økti í fimta til 4,07 m, sum er 1 cm longur enn hansara persónliga met. Harvið ognaði hann sær gullmerkið í kappingini.

Gentur 16-17 ár

Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren byrjaðu á 200 m teininum. Sum flest onnur, so vóru tær troyttar eftir nógvar kappingar, men tær vóru til dystin fús. Elena fekk betra startin, og kom hon væl upp at renna. Hon var væl við í dystinum um gulli allan vegin. Á málinum var hon nummar trý, bara 0,07 sek frá gullinum. Lucia, fekk tað ikki heilt at sita, og kom á mál við tíðini 32,67 sek, og gjørdist harvið nummar 4.

Lucia helt tó á, til næstu grein, sum var hamarkast. Her kappaðist hon móti Ai Waagstein og Elin Johnsdóttir. Ai legði út við at kasta 29,79 m og legði harvið 1 cm omaná sítt persónliga met. Lucia kastaði 20,76 m og legði seg harvið á annað pláss. Elin fekk tað ikki at sita og kastaði í netið. Ai økti í øðrum til 31,07 m, men Lucia økti til 21,67 m á øðrum plássi. Tað var ikki fyrr enn í fjórða kasti, at ein fekk tað at sita og kom hon tá ú tá 24,96 m, og tók hon harvið annað pláss. Lucia svarði beinan vegin við at kasta 25,25 m í fimta. Undan síðsta umfari lá Ai sostatt nr 1 við 31,07 m, Lucia nr 2 við 25,25 m og Elin nr 3 við 24,96 m. Her hevði Elin goymt tað besta til síðst, tí hon kastaði 25,59 m, og fór harvið framvið Luciu, sum ikki megnaði at svar aftur Harvið vann Ai gull við einum kasti uppá 31,07 m, sum er 1,30 m longri enn hennara persónliga met, frammanfyri Elin, sum bøtti um sítt persónliga met við 2,07 m. Lucia fekk bronsumerkið við at tangera sítt met.

Ai royndi seg eisini á 800 m. Tað er ikki so vanligt at kastarar luttaka í kapping á miðteini, men Ai er sterk allround. Allar løgdu róliga út, og harvið bleiv tempo lagt frá byrjan. Allar fylgdust fyrstu 600 m, men so kom meir ferð á og síðstu 100 m var tað ein tættur dystur. Í hesum dystinum var Ai tann stinnasta. Harða kappingin gjørdi at Ai sníkti seg undir 3 min. Endaliga tíðin gjørdist 2 min 59,32 sek.

Ímeðan Ai rann, vóru Elena og Lucia byrjaðar at hita upp til longdarlop. Tá kappingin fór í gongd, legði Elena út við at leggja 11 cm afturat sínum persónliga metið í fyrsta lopinum, har hon leyp 4,32 m. Lucia bøtti somuleiðis um sítt persónliga met. Hon kom út á 4,13 m og legði harvið 7 cm afturat sínum persónliga meti. Eftir fyrsta lopið hevði Lucia trupult við at fáa atrenningina at sita, so hóðast einstøk góð lop, sum vístu at hon hevur eitt gott avsett, so kom hon ikki longur hesaferð. Elena hinvegin hevði eina góða seriu, har øll uttan eitt lop var longri enn 4 m. Tað var tó ikki fyrr enn í síðsta lopinum, at hon leyp longri enn í fyrsta umfari. Her kom hon út á 4,34 m. Tær báðar fingu harvið ávikavist gull og silvurmerkið við heim.

Dreingir 16-17 ár

Arni Bartal Joensen, var aftur einasta Hvirla í hesum bólkinum. Hann byrjaði við at renna 200 m. Arni Bartal hevur tikið seg óvanliga nógv fram í ár, og enn einaferð, so hevði hann eitt sindur eyka at geva. Hann fekk ein góðan start, og megnaði at halda stóru opnu rørslurnar, hann hevur arbeitt við, allan vegin. Hetta gjørdi at klokkan á málinum segði 28,59 sek, sum er persónligt met við 0,14 sek. Harvið hevur Arni Bartal í 2024 flutt sítt persónliga met frá 35,36 sek til 28,59 sek. Hann fekk gullmerkið fyri avrikið.

Arni Bartal royndi seg eisini í longdarlopi. Her legði hann út við at leypa 4,51 m. Hann økti til 4,58 m í øðrum umfari, men so hevði hann trupult við at fáa rútmuna at sita. Tí var avrátt at hann skuldi fokusera uppá ferð. Hetta riggaði, tí í fimta leyp hann 4,63 m og í síðst 4,66 m. Harvið hevði hann tryggja sær enn eitt gullmerki.

Gentur 20-22 ár

Elin Niclasen royndi seg í hamarkast. Í fyrsta kastinum fekk Elin langar rørslur, og megnaði at halda eitt støðugt trýst í einum kasti, har hon helt eitt sindur aftur við ferðini. Úrslitið gjørdist at hon kastaði 34,35 m. So var at royna at fáa ferðina eitt vet upp, men her riggaði ikki heit. Einstøk kast endaðu í netinum, men tey, sum komu út, vóru øll uttanfyri 30 m strikuna. Hon kom tó ikki longri enn tað fyrsta hesaferð. Honn fekk gullmerkið fyri teir 34,35 m hon kastaði í fyrsta umfarið.

Boðrenningar

Síðstu kappingar vóru boðrenningar, og her var tað 4x200 m mix, sum var á skrá. Tað vil siga, at tvær gentur og tveir dreingir runnu 200 m hvør. Hjá teimum 8-11 ára gomlu hevði Hvirlan eitt lið, sum var manna av Deboru, Jónas, Wivi og Jósef. Tey runnu seg til eitt bronsumerkið við tíðini 2 min 39,87 sek. Hjá teimum 12-15 ára gomlu runnu Elisabet, Jógvan Ingi, Bjalla og William seg til eitt silvurmerkið við tíðin 2 min 5,29 sek. Hjá teimum elstu runnu Lucia, William, Elena og Arni Bartal seg til gull við tíðini 2 min 4,76 sek.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.