13 gull, 10 silvur og 5 bronsu á FM 2024
Annar dagurin av ársins stóra-FM var í fagrasta veðrið, um enn vindurin til tíðir var eitt vet omanfyri tað, ið er loyvt um met skulu góðkennast. Hvirlurnar kempaðu tó allar væl, og komu aftur í dag heim við nógvum heiðursmerkjum.
Samla yvir teir báðar dagarnar so fekk Hvirlan 13 gull, 10 silvur og 5 bronsumerkir í ársins kapping. Harafturat fingu tey flestu persónligt met í sínum kappingum.
400 m rimarenning
Dagurin byrjaði við 400 m rimarenning og hamarkast. Í rimarenningini royndi Arni Bartal seg á fyrsta sinni. Tað merkti at hann skuldi renna uppum tíggju 91,4 cm høgar rimar. Hann legði hart út, men rimarnar vóru høgar, og tá man ikki venur rimarenning, so er skjótt at koma til at leypa høgt uppum og harvið lenda tungt. Hetta er sera orkukrevjandi, men Arni Bartal helt tó á og kom hann tí á mál við tíðini 1 min 21,55 sek, sum rakk til eitt silvurmerkið í kappingini.
Hamarkast
Í hamarkast gjørdi Teitur Arge Seloy combeback. Hann vandi við Hvirluni áðrenn hann fór av landinum í lestraørindum, men valdi at royna seg aftur í einari kapping, nú hann er fluttur heim aftur. Hann kappaðist móti Jógvan Inga Falkvard Joensen, sum royndi seg á fyrsta sinnið við 7,26 kg tunga hamarnum. Jógvan Ingi legði út við at kasta 15,18 m, meðan Teitur byrjaði varliga, men kom tó út á 18,13 m. í øðrum fór hann til tveir umgangir, og gjørdist úrslitið eitt kast uppá 24,87 m, sum bara er eitt vet eldri enn 7 ára gamla persónliga meti. Jógvan Ingi økti eisini í øðrum, har hann kom út á 16,19 m. triðja og fjórða umfar broytti onki, men í fimta økti Jógvan Ingi aftur, hesaferð til 18,82 m, meðan Teitur fann stevi í síðsta umfarið við at kasta hamaran heilt út á 28,86 m og bøtti harvið um sítt sjey ár gamla persónliga met við heili 3,42 m. Harvið ognaði hann sær gullmerkið frammanfyri Jógvan Inga, sum fekk silvurmerkið.
Hjá kvinnunum royndu Ai Waagstein, Elin Johnsdóttir, Elin Niclasen og Lovisa Niclasen seg. Her legði Elin Niclasen út við at kasta 27,16 m og legði seg harvið smáar fimm metrar frammanfyrii Ai, sum kastaði 22,29 m. Lovisa á triðja plássi kastaði 19,24 m og Elin Johnsdóttir 15,46 m. Elin Niclasen økti í øðrum til 27,97 m, men munurin aftur til annað pláss minkaði tí Ai kom út á 24,24 m. Elin Johnsdóttir, fekk heldur ikki tað næsta at rigga, men megnaði tó at koma út á 18,56 m, og var hon tí bara lítlan metur frá bronsumerkinum. Ongin bøtti í triðja umfari, men fjórða byrjaði tað at rigga hjá Elin Johnsdóttir, sum kom út á 21,18 m og tók harvið triðja pláss. Hon økti í fimta til 22,61 m, og legði harvið sjógv millum seg og Lovisu á fjórða, samstundis sum tað gjørdist væl longri upp til fremstu plássini tí Elin Niclasen økti til 29,15 m og beint eftir fylti Ai henni og økti til 27,18 m. Elin Johnsdóttir hevði tó veruliga fingið teknikkin at sita og kom hon út á 23,86 m í síðsta umfari. Harvi megnaði hon at kasta 4,0 kg tunga hamaran góðan hálvan metur longri enn hon hevur kasta 3,0 kg hamaran. Ai bøtti um sítt persónliga met við 8,48 m.
200 m
Ímeðan kapping í hamarkast var, fór 200 m í gongd. Her var Arni Bartal við hjá monnunum. Tað var tó eyðsæð at 400 m rimarenningin ½ tíma áðrenn sat í beinunum. Hann megnaði tó at renna teinin uppá 28,61 sek, sum er næst skjótasta tíð hann hevur runnið. Hann gjørdist nummar fýra í kappingini.
So áttu kvinnurnar tørn og her vóru Elena Ellindsdóttir Olsen og Lucia Gjoveraa Sødergren klárar. Tá skotið fór fekk Elena ein góðan start og var skjótt uppi undir liðini á Luciu, sum rann á geilini uttanfyri. Tá tær komu úr svinginum var Elena nakað fremri og økti hon allan vegin. Lucia kempaði tó allan vegin, og gjørdist úrslitið at Elena vann gullmerkið við tíðini 29,15 sek, meðan Lucia ognaði sær silvurmerkið við tíðini 32,44 sek.
Trýstøkk
Arni Bartal og Elena royndu seg í trýstøkk. Elena legði út við at leypa 8,10 m, har hon leyp langt aftanfyri plankan. Í næsta kom hon eitt vet nærri, men einamest orsaka av at lopið tekniskt var betri, so kom hon út á 9,13 m, harvið legði hon seg á annað pláss í kappingini. Hon økti í triðja til 9,31 m og tók harvið fyrsta pláss, við neyvt somu longd, sum tann í var nummar tvey. Síðstu trý lopini miseydnaðist atrenningin heilt, og tí megnaði hon ikki at økja, og tá hin, sum hevði lopið líka langt, leyp 9,26 og harvið hevði tað longsta næst besta lopið, so endaði Elena við at vinna silvurmerkið í kappingini. Lopið var 43 cm longri enn hon hevur lopið áður.
Arni Bartal legði út við at leypa 9,45 m og legði seg harvið á annað pláss. Hann megnaði sera væl at fáa ferðina við sær í lopunum, og tí kom hann heilt út á 9,91 m í øðrum umfarið, og harvið tók hann fyrsta pláss. Triðja og fjórða sótu eisini væl, men vóru eitt vet styttri, meðan tey bæði síðstu miseydnaðust heilt. Teir 9,91 m, sum hann leyp í øðrum umfarið rukku tó til gullmerkið, 5 cm frammanfyri nummar tvey. Lopið var eisini 24 cm longri enn hann hevur megna áður.
Diskuskast
Jógvan Ingi var aftur klárur tá 2,0 kg tungu diskarnir komu fram. Jógvan Ingi, sum vanliga kappast við 1,0 kg tungum diskum, hevði ikki roynt seg við 2,0 kg tunga diskinum. Hann legði út við at kast 15,97 m. Her økti hann í øðrum til 16,77 m. Hann royndi at koma longur, men ikki fyrr enn í síðsta umfarið riggaði. Tá kom hann út á 17,34 m og ognaði hann sær harvið gullmerki.
Hjá kvinnunum vóru Ai, Elin Johnsdóttir og Lovisa aftur klárar at royna seg við 1,0 kg diskunum. Her legði Ai út við at kasta 18,02 m og legði hon seg harvið á fyrsta pláss frammanfyri Lovisu, sum kastaði 14,63 m og Elin sum kastaði 11,17 m. Ai økti í øðrum til 23,26 m meðan Lovisa beint eftir økti til 15,28 m og Elin til 12,03 m. Lovisa økti aftur í triðja til 15,96 m, og legði harvið meir sjógv millum seg og Elin, men Elin svaraði aftur í fjórða umfarið við einum longum kasti, men tá tað bleiv máta, so vísti tað seg at verða 14,27 m. Harvið endaði kappingin við at Ai ognaði sær gullið samstundis sum hon bøtti um sítt persónliga met við 88 cm. Lovisa ognaði sær silvurmerkið, meðan Elin ognaði sær bronsumerkið, við at kasta 1,0 kg diskin 1,59 m longri enn hon hevur kasta 0,75 kg tunga diskin.
Fleiri myndir síggjast her.