Yngstu Hvirlur hugna sær meðan tey mennast

Hvirlur á pallin í kavarokinum
21.02.2016
Tórur nr 5 í dysti við bestu í Danmark
27.02.2016

Yngstu Hvirlur hugna sær meðan tey mennast

Sunnudagar møta spent børn upp í fimleikahøllini í Sankta Frans skúla. Tey eru ávegis til at venja frælsar. Dagsins venjing byrjaði, við eini breyt, har tey sluppu at royna nógvar ymsar rørslur sosum at leypa uppum kejlur, plintar, benkur uppá ymsar mátar, at balancera á bita, hála seg fram, renna runt um ymiskt osf. Stutt sagt ein breyt, sum gav børnunum møguleika fyri at hava tað stuttligt meðan tey blivu sterkari og bøttu um síni evnir at samskipa rørslur.

breyt2

Meðan foreldur hjálptu við at rudda reiðskap av vegnum var fari undir frælsa-“venjingina”, sum í dag var kast. Venjing fyri henda aldursbólk er eitt høvi at royna ymsu elementini, ið eru partur av frælsu ítróttini. Fyri so ung børn eitur tað sjálvandi bara kast, og er málið at læra børnini at kasta. Tekniska innlæringin lá í tí at kasta til máls við ertraposu. Smílin týddu uppá at hetta dámdi teimum væl.

IMG_2169

At enda var fari renna. Ein fimleikahøll er ikki stór, men tá beinini eru stutt, so kann verða strævið at renna allan vegin runt, fleiri ferðir. Hetta steðgaði tó ikki røsku børnunum, sum eftir at hava runnið í runt, endaðu venjingina við at sita í ring við reyðum kjálkum, har sagt var takk fyri dagsins venjing.

renning

Venjingin komandi sunnudag (28. februar) er avlýst. Vant verður aftur 6 mars.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *