Úrslit í triðja umfari av Grand Prix á breyt
18.06.2016
100 m á skránni annan dagin í Gøteborg
02.07.2016

VU-spelen byrja

Í hesum døgum kappast fimm hvirlur á stóru kappingini VU-spelen í Svøríki. VU-spelen sigst verða heimsins størsta frælsa kapping fyri børn og ung. Tað eru omanfyri 2000 luttakarar í 8000 startum teir tríggjar dagarnar kappingin gongur. Hvirlurnar, ið luttaka eru

  • Alda S. Lamhauge (G18-19), 100 m og 200 m
  • Edna Maria Debes (G18-19), longdarlop og trýstøkk
  • Tórur Mortensen (D18-19), 100 m og trýstøkk
  • Tummas Napoleon Arge (M), 100 m og 200 m
  • Rúni Jacobsen (M), 100 m og 200 m

Fyrst í eldin var Edna Maria, sum fríggjakvøldið royndi seg í longdarlopi. Her royndi hon seg móti 33 javnaldrum. Tá man er vanur við at kappast móti 2-3 luttakarum á Tórsbreyt, so er tað ein stór broyting vi longu pausunum. Edna Maria hevur lopið stabilt í teimum seinastu kappingunum. Í eini roynd at fáa fatur á teimum longu lopunum, sum testir vísa at Edna Maria er førð fyri, var valt at satsa, við at økja um tempo í atrenningini.

Í fyrsta umfarið var tempo eins og avtala, men næstsíðsta fetið sat ikki og tí kom hon ov langt inn yvir plankan í avsettinum og yvirroteraði hon tískil. Hóast hetta bleiv lopið mált til 4,39 m. Eftir eina longri pausu, kom næsta lopi, her vóru beinini blivin ov tung, so hóast teknikkurin sær betur, so bleiv lopið eitt vet styttri. Í triðja umfarið var tempo aftur gott, men eins og í fyrsta umfarið var næstsíðsta fetið eitt vet ov passivt, og tí miseydnaðist lopið.

Tað longsta gjørdist sostatt tað fyrsta. Í morgin eru stytsi sprint teinur á skránni. Alda, Tummas Napoleon og Rúni skulu royna seg, og um okkurt avboð kemur, so ferð Tórur eisini at royna seg á 100 m.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *