Føroyskt met til Hanus
28.06.2014
Summarhvirlur á fyrsta sinni og allir hvirluvindar í Sandágerði 8. juli
02.07.2014

VU spelen 2014

Tað hevur verið fastur táttur seinnu árini at sokallaða talent landsliðið í frælsari ítrótt ferð til Gøteborg at kappast í VU-Spelen (Världs ungdoms spelen), har nógv at teimum bestu í norðanlondum umframt íðkarar úr øðrum londum eru við. Sum altið, so er Hvirlan væl umboðað. Hesaferð vóru hvirlu-umboðini Helgi Geyti (spjót), Trygvi Z. Laksáfoss (longd, trýstøkk), Hallur Simonsen (diskuskast), Hanus Bergsson (spjótkast), Marita K. Petersen (spjót, longd, trýstøkk), Tórur Mortensen (longd, trýstøkk) og Tinna B. Jørgensen (80 m).

Kappingin er á Nya Ullevi arena, ið er frælsa-stadion í altjóða klassa, har skipa var fyri EM í 1995 og HM í 2006. Luttakaratalið á VU-spelen tykist økjast á hvørjum ári, og í ár vóru fleiri enn 8000 startir. Í onkrum kappingargreinum vóru fleiri enn 150 íðkarar, og støði var høgt.

Fyrsti dagurin

Fyrsti kappingardagurin var fríggjadagin, har dagurin byrjaði við at Marita kastaði spjót. Spjót er hennara fremsta grein, men tíðanverri hava ymsar umstøður gjørt at venjingin ikki hevur gingið eftir vild í seinastuni, men har var altíð ein vón um at hon “rakti”, og tá kann alt henda. Hendan dagin vildi tó ikki ganga eftir vild. Marita “dróg niður í” spjótið, við tí úrslitið at har ikki var nøkur markering (oddurin skal nerta við fyrst um kasti skal telja). Í triðja markeraði og var tað mált til 26,38 m, ið er nakað aftanfyri hennara besta.

20140627-6128

Tórur byrjaði sína luttøku á VU-Spelen við longdarlopið, og har gekk sera gott, tí eftir tvey yvirtrakk smekkaði hann til við einum lopið uppá 6,18 m, ið er bólkamet við lítlum hálvum metri, og harumframt var nóg mikið til at tryggja honum sætta pláss í sterku kappingini, hóast eina seedning sum nummar 19. Ein frágreiðing frá kappingini hjá Tórur sæst her.

20140627-6204

Marita slapp ikki at halda frí leingi, tí longu seinnapartin skuldi hon aftur í eldin. Hesaferð í longdarlopi, har hon skuldi leypa úti á sokallaða upphitingarvøllinum, ið er eitt mini stadion við síðuna av sjálvum Nya Ullevi. Marita gjørdi sum hon plagar. Hon legði varðliga út við einum lopið uppá 4,16 m. Í øðrum økti hon til 4,27 m, men enn var atrenningarferðin eitt vet ov lá, so nú skuldi satsast. Í triðja var ferðin góð, men tíðanverri fekk Marita fótin eitt vet ov langt undir seg í avsettinum, og tí yvirroteraði hon eitt sindur í luftini og noyddist at seta beinini undir seg í skjótara lagi. Allíkavæl var lopið mált til 4,34 m. Um hon ikki var yvirrotera, so hevði føroyska metið (4,59 m) falli við einum braki.

20140627-6227

Fyrsti dagurin endaði við spjótkasti, har Hanus og Helgi kastaðu samstundis, men í hvør sínum bólki. Hanus móti teimum 18-19 ára gomlu og Helgi móti monnum. Hanus hevur vant væl, og var málið eitt føroyskt met. Tað náddi Hanus longu í fyrsta umfarið, men hann steðgaði ikki har, tí í fimta umfarið bøtta hann um metið við næstan 2½ m afturat, so tað nú er 59 m. Hetta rakk til eitt broncumerkið í sterku kappingini. Ein nærri frágreiðing frá kappingini sæst her.

20140627-6336

Helgi hevur stríðst við tempofordeiling og armføring í sínum kasti, og hevur henda kombinatiónin verið trupul at arbeiða við. Fyrstu tvey kastini miseydnaðust bæði, men í triðja kasti fekk hann eitt munandi betri drive gjøgnum avleveringina, so hóast armføring ikki var av tí besta, so bøtti hann um bólkametið við næstan ½ metri til 44,93 m.

20140627-6245

Annar dagurin

Kappingarnar annan dagin byrjaðu longu klokkan níggju um morgunin, har Tinna skuldi royna seg á 80 m. Veðurguðarnir vóru í minni góðum lag, tí tað regnaði illa. Upphiting var tí inni í “tunnlinum” undir áskoðara plássunum, og bíða var við at fara út á vøllin til stutt undan startinum, har síðsti partur av upphitingini var. Beinini føldust góð hóast óvanda tíðspunktið á degnum. Tað fór tó at verða ein avbjóðing at renna á vøllinum, ið var tungur av øllum vatninum og ein lítil mótvindur hjálpti heldur ikki. Tinna fekk sín eyðkenda góða start, men kendi at tað var tungt at renna. Hon rann tó teinin uppá 11,32 sek, sum er 0,1 sek skjótari enn hon áður hevur runnið teinin.

20140627-3400

Trygvi, sum kappast hjá monnum skuldi royna seg seint seinnapart, tá veðrið var blivi gott aftur. Greinin var longdarlop, har Trygvi hevur stríðst við at fáa atrenningina stabiliseraða. Hann hevði eisini trupulleikar hesaferð. Royndirnar undan kappingarbyrjan vóru allar yvirtrakk, og somuleiðis var fyrsta lopið, sum annars var langt. Í næsta lopið setti hann ferðina eitt vet niður, og eydnaðist at raka plankan. Lága ferðin gjørdi tó at lopið “einans” bleiv mált til 6,04 m. Hóast tað er persónligt met, so vísa testir at har er meir at heinta, tá han fær alt at ganga uppí eina hægri eind. Síðsta lopið var eisini yvirtrakk.

20140629-6368

Triði dagurin

Longu klokkan níggju sunnumorgun stóð Tórur klárur at taka sítt fyrsta lop í dysti við javnaldrarnar í trýstøkk. Trýstøkk er fremsta grein hjá Tórur, og hevur venjingin gingið væl, tí var vón um eitt gott úrslit. Hann legði eisini hart út, tí longu í fyrsta lopið legði hann lítlan hálvan metur omaná bólkametið. Næstu lopini vildu tó ikki heilt tað, sum Tórur vildi, og tí gjørdist fyrsta lopið, við sinum 12,40 m tað longsta. Nevnast kann at hann við hesum hevur lopið seg upp á annaðpláss á danska ranglistanum hjá teimum 16-17 ára gomlu, har hann er í yngra aldursbólkinum.

20140629-6471

So skjóttt Tórur var liðugur skuldi Marita royna seg í Trýstøkk. Hetta er ikki ein grein hon venur, men vónir vóru tó um eitt áhugavert úrslit, tí lopstyrkin er góð. Byrjanin var ikki optimal, tí Marita stóð ikki á startlistanum. Onkursvegna var hon enda á startlistanum hjá teimum 17 ára gomlu. Hetta bleiv tó rættað, og so var klárt at leypa. Hon var tó óheppin í fyrstu tveimum lopunum har hon ikki fekk nakra markering. Í triðja lopinum pressaði hon tó ígjøgnum, og fekk eina markering einans 9 cm frá føroyska metinum. Lopið bleiv mált til 9,54 m.

20140629-6601

Hallur royndi seg í diskuskast mitt á degnum. Hann var í sterkum bólki, har hann vantandi skuldi bøta um bólkametið hjá sær við 4-5 metrum fyri at koma millum teir fremstu, sum hildu áfram í finaluni. Hann var tó í so varðin í fyrsta kastinum, har hann ikki kom fram í avleveringina, og fór diskurin tí alt ov høgt. Í næsta kastinum var munandi meir ferð á, men tíðanverri tók diskurin eitt vet ov uttarlaga. So var bara ein møguleiki eftir, og valdi Hallur her at royna at kasta uttan at leypa. Hann fekk eitt rímligt trekk í, men tað er trupult at skifta frá lop-avlevering til standandi avlevering tá man ikki er vanur við tað, tí tempo-fordeiling er ein onnur. Diskurin endaði tí við at lenda á 38.01 m, ið ikki rakk til eitt pláss millum teir átta bestu.

20140629-6652

Síðsti startur var trýstøkk hjá Trygva. Upphitingin vísti ein Trygva, sum er við at fáa sprint-positiónina at sita, og lopstyrkin er har, tí var tað við spenningi at fari var til start. Atrenningin er tann sama sum í longd, og tí var spennandi at vita, hvussu leikur fór við hesum. Fyrirkeikandi testirnar vístu tó aftur at har manglar nakað. Tríggjar ferðir royndi hann atrenningina, men hvørja ferð var yvirtrakk. Somuleiðis í fyrsta lopið. Annað lopið var, eins og í longdarlopið, pent, men lítil ferð var á, og var tað tí mált til 11,98 m. Í triðja lopinum spenti hann eitt vet í atrenningini, og leyp tí áðrenn hann kom inn á plankan. Har misti hann tí einar 20 cm. Ferðin var tó eitt sindur betri, og lopini munandi meir agressiv. Úrslitið gjørdist eitt lop uppá 12,32 m í einum lítlum mótvindi.

20140629-6708

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *