Fyrsta Vetrakapping, VK1, Runt Agnið farin av bakkastokki

Vælumtøkta “Kerjarenningin” verður 19. november
24.10.2016
Kerjar: Heinta blusur og startnummur
14.11.2016

Fyrsta Vetrakapping, VK1, Runt Agnið farin av bakkastokki

Fyrsta góðveðurs leygardag í november, 05.11.16  var fyrsta Vetrakapping, VK1, Runt Agnið.

Roysnið skipað væl fyri, sum altíð, fyri klassikaranum, Runt Agnið. Heili 110 luttakarar vóru við, sum aftur í ár er met luttøka. Børn og vaksin.

Av hesum 110 vóru 8 Hvirlur. Lutvíst ikki nógv í tali, men lutvíst sera týðulig og sjónlig. Hvirlurnar fingu heili 6 heiðursmerki heim við og tær flestu runnu sína bestu tíð, nakrantíð Runt Agnið.

Við vóru tríggir menn, her av ein unglingi Dánjal Dahl Ljósheim, Páll Vesturbú Højgaard og John Egholm. Allir teir vunnu sær heiðursmerki, Dánjal silvur í menn unglingar og John silvur og Páll bronsu í menn super veteranar.

Cesilia Arendal, vann gull í kvinnum super veteranar.

Rigmor N. Arge, var onnur í opna bólkinum kvinnur og á fyrsta plássi í kvinnum veteranar.

Birna M. Joensen, rann sína bestu tíð, eins og Birna Abrahamsen og Adelaid Kirke runnu væl sína fyrstu vetrakapping í 2016/2017.

Sí tíðir og frásøgn annars á www.fif.fo

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *