Vitarenning í Hoydølum

Runt Agnið
09.11.2013
Kerjar 2013 – blusur kunna avheintast!
18.11.2013

Vitarenning í Hoydølum

Millum jólana fer Hvirlan at skipa fyri almennari vitarenning i miðbýnum í Havn. Fyri at hetta skal eyðnast so væl sum gjørligt, var ein royndakapping í Hoydølum, har nakrir av limunum í felagnum vóru bidnir um at koma at renna, so fyriskiparnir kundu læra at skipa fyri slíkum tiltakið við manuellari tíðtøku.

Nógvi vindurin hevði við sær at rutan beiv løgd, so at flestu postarnir lógu millum trøðini. Rutan gjørdist sostatt lutfallsliga stutt, men stóri hæddarmunurin, og tað at postarnir ofta vóru aftanfyri trøð, steinar osf, gjørdi at tað var passaliga krevjandi at gjøgnumføra. Øll funnu allar postarnar, tó at onkur noyddist at renna afturá aftur, tí fari var framvið í fyrsta umfarið.

Tað var nógv kjak á málinumm, um hvør postur var tann truplasti at finna, og hvar man noyddist at renna afturá aftur. Øll vóru tó væl nøgd við tiltakið, og eyðnaðist tað væl at skipa fyri. Tað er tó okkurt í kann gerast enn betur, og verður tað tikið við, tá skipað verður fyri millum jólana.

Almenna býar-vitarenningin verður 28. november. Nærri verður kunna um hetta tiltakið seinni.

Fleiri myndir eru í myndasavninum

1 Comment

  1. Rúni Simonsen says:

    Fín tiltøk sum tit skipa fyri? Eitt sindur øðrvísi……. 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *