Vit frælsast og frælsast

Venjing í sprint og lop
17.03.2009
Sprint/lop venjing komin væl í gongd
23.03.2009

Vit frælsast og frælsast

Meðan tey ungu royndu seg í sprint og rimarenning, kryddað við venjing við vektarbólt-basket, royndu hvirluvindarnir seg við at flyta stóru tungu madrassurnar ymsar hættir, áðrenn tey vandu sprint og ein bana

Fyrsta lið av hvirluvindum legði fyri við at spæla, har tey flestu lógu í rundingi á gólvinum, meðan tvey og tvey skiftust at renna um tey liggjandi, eins og tey við jøvnum millumbilum skiftust at renna og liggja. Eftir tað fóru vit at venda tjúkku madrassuni. Vit fóru í tríggjar bólkar, har ein bólkur í senn koppaði madrassuni og tveitti seg á hana í tí hon lendi. Hetta var ótrúliga stuttligt, og øll hugnaðu sær – bæði tey, ið hugdu og gjørdu. Tey hyggjandi funnu upp á at telja niður í felag 🙂 Tá madrassan var fingin í hin endan, skuldu børnini skumpa hann upp á pláss aftur, og hóast hetta mest varð gjørt til stuttleikar, so var hetta bæði styrki- og samstarvsvenjing, tí øll máttu lyfta og skumpa í felag, eins og madrassan eisini skuldi stýrast, um hon ikki skuldi enda í vegginum ella okkurt sovorðið.

Eftir madrassuknossið varð farið undir eina boðrenning, har boðini vóru ein vektarbóltar, men røsk vóru børnini at renna við hesi vektini, og tey dugdu væl at halda rekkjurnar. Tað var Randi ordiliga glað fyri. Aftaná tað fóru vit á breytina, og tá komu nógv foreldur aftur at hjálpa, so vit kundu koyra á við nógvari ferð. Ein góður tími, har fleiri børn høvdu vinfólk við – hugnaligt við gestum, tí vit royna at vera blíð og taka væl ímóti øllum.

Tey ungu byrjaði við einum stuttum bana sum setti krøv til bæði styrki, kvikleika og úthaldni. Tá upphitingin var liðug, varð farið tilsprint koordinatión og nakrar reaktiónsstartir, áðrenn farið varð til forðingarnar. Eftir at hava nýtt forðingarnar til at læra almenna koordination og samstundis venja smidleika, styrki og støðufesti í miðjuni, áðrenn farið varð til forðarenning. Síðan varð kastað við vektarbóltum eina løtu, áðrenn farið varð til lop, sprint cirkulvenjing. Hóast tey ungu vóru móð, tá venjarin segði stopp, so vildu tey sleppa at spæla basket. Fyri at hetta ikki skuldi gerast ov lætt, so spældu tey við einum 1 kg tungum vektarbólti. Hesin gevandi dagurin endaði við, at teir væl nýttu vøddarnir blivu strektir.

Seinna liðið av hvirluvindum byrjaði við at gera eina cirkul-stafett, har tey lupu upp um hvør annan. Síðan vórðu tey deild í tríggjar bólkar, sum skiftust um at rulla stóru madrassuna gjøgnum høllina og síðan skumpa hana uppá pláss aftur. Aftaná varð farið at royna eitt sindur av sprint koordinatión og reaktiónsstartum, áðrenn ein stak spennandi og gevandi bani var settur upp. Og hóast øll komu ígjøgnum fleiri ferðir, so vildu tey ikki gevast, tá tíðin var liðin.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *