Virkisleikir: seinasta freist at melda til er mikudagin 6. mai

Nógv persónlig met á Tórsbreyt
03.05.2009
Sjey lið á Virkisleikum
08.05.2009

Virkisleikir: seinasta freist at melda til er mikudagin 6. mai

Komandi leygardag fara allar fyrstu Virkisleikir av bakkastokki. Tá er tað, at virkir fáa møguleikan at kappast í fýra ymiskum greinum innan frælsan ítrótt. Tað eru fýra fólk á hvørjum liðið. Onkur fyrispurningur hevur verði hvørt øll á liðnum skulu luttakað í øllum fýra greinunum. So er ikki. Av teimum fýra á hvørjum liðið, skal ein leypa longarlop, ein skal kasta spjót, ein skal renna 100 m, og ein skal renna 1500 m.

Kvinnur og menn kunna luttakað á sama liðið, og um onkur hevur hug at leggja strategi, so kunna tey ráðføra seg við stigatalvuna, sum nýtt verður. Hon er at finna her. Greinarnar eru spjaddar í talvuni. Stigatalvurnar hjá monnum eru fyrst og kvinnum síðst, meðan 100 m og 1500 m koma frammalaga meðan longdarlop (LJ) og spjótkast (JT) koma aftarlagani.

Nøkur dømi eru at síggja í talvunum niðanfyri.

100 m   Kvinnur  Menn
100 stig   20,59 sek   14,70 sek
200 stig   18,98 sek   13,92 sek
300 stig   17,74 sek    13,32 sek
400 stig   16,69 sek   12,81 sek
500 stig   15,77 sek    12,36 sek
600 stig   14,94 sek    11,96 sek
700 stig  14,17 sek   11,59 sek

 

1500 m Kvinnur Menn
100 stig   7 min 33,61 sek   5 min 35,40 sek
200 stig   6 min 57,83 sek   5 min 14,86 sek
300 stig   6 min 30,37 sek   4 min 59,10 sek
400 stig   6 min 07,22 sek   4 min 45,81 sek
500 stig   5 min 46,83 sek   4 min 34,10 sek
600 stig   5 min 28,39 sek   4 min 23,52 sek
700 stig   5 min 11,44 sek   4 min 13,79 sek

 

Longdarlop   Kvinnur   Menn
100 stig   1,71 m   2,92 m
200 stig   2,21 m   3,44 m
300 stig   2,71 m   3,95 m
400 stig   3,20 m   4,46 m
500 stig   3,69 m   4,96 m
600 stig   4,17 m   5,46 m
700 stig   4,65 m   5,95 m

 

Spjótkast   Kvinnur (600 g)   Menn (800 g)
100 stig     8,83 m   11,96 m
200 stig   14,17 m    18,99 m
300 stig   19,50 m   26,02 m
400 stig   24,81 m   33,02 m
500 stig   30,12 m   40,01 m
600 stig   35,41 m   46,98 m
700 stig   40,68 m   53,93 m

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *