Virkisleikir 2012

Sjey hvirlur til DMU
27.08.2012
75 heiðursmerkir og 91 persónlig met í 129 startum.
06.09.2012

Virkisleikir 2012

Virkisleikir byrja kl. 13.00 leygardagin 8. mars. Fyrst á skránni eru 100 m renning. So skjótt 100 m renningin er liðug verður farið í gongd við spjótkast og longdarlop. Tá samlaða støðan eftir tríggjar kappingar er uppgjørd verður farið í gongd við at renna mílina.

Í longdarlopi verður sona nýtt. Hetta merkir at mált verður frá har lopi verður og ikki frá plankanum. Í spjótkasti verður mált til har oddurin á spjótinum nertir jørðina. Kravt verður ikki at oddurin nertur fyrst. Undantikið er sjálvandi um spjótið leypir víðari eftir at hava rakt við aftara enda. Tá verður mált til har aftari endi nertir. Luttakarnir fáa tríggjar royndir í spjótkast og trýstøkk. Tað besta úrslitið telur. Á mílini byrja øll samstundis.

Tað er møguligt at melda til inntil kl. 18.00 í kvøld. Tey lið, sum hava melda til, kunnu antin senda liðuppstilling til hvirlan@hvirlan.fo ella boða frá á startinum. Tað er møguligt at broyta liðuppstilling á startinum.

Vinnandi liðið fær steyp til ognar umframt ferðasteypið í varveitslu í eitt ár. Liðini í gerasta nummar 1, 2 og 3  fáa heðursmerkið.

Meir um m.a. stigini er at síggja her.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *