Virkisleikir 10. sept.

So er summarfrítíðin av, og hvirluvindarnir tørna til aftur :-)
09.08.2011
Føroyskt met til Hvirluna á fyrsta degi á FMU
20.08.2011

Virkisleikir 10. sept.

So eru tríggjar vikur eftir til triðja útgávan av Virkisleikum ferð av bakkastokki á Tórsbreyt. Fyrstu ferð vóru tað seks virkir sum royndu seg, meðan tað vóru trý í 2010. Tilmeldingarnar higartil tíða uppá at tað verður luttakaramet í ár. Meir um tiltakið sæst her. Seinasta freist at melda til er hósdagin 8. sept.

Vant verður á Tórsbreyt mánadagar kl. 18.15-uml. 19.30 fram til leikirnar. Eftir upphiting verður vant spjótkast eina løtu, áðrenn farið verður til longdarlop. At enda verður sprint vant. Um fleiri møta, ið hava hug at royna seg á venjing, ið er miða móti mílini, so verður eisini skipa fyri slíkari venjing. Øll, sum hava melda til, eru vælkomin at luttaka til venjingarnar. Tað er ikki neyðugt at melda til venjing, har er bara at møta upp.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *