Vindurin argaði íðkararnar

opin kapping leygardagin 19. apríl
16.04.2014
5 startir, 5 persónlig met
20.04.2014

Vindurin argaði íðkararnar

Opna kappingin á Tórsbreyt mánadagin 14. byrjaði í fagrasta veðrið, men so byrjaði kaldi vindurin at gera um seg. Hetta gjørdi at onki úrslit bleiv góðkent sum met á stuttu teinunum ella í lop, umframt at kastarnir eisini blivu ávirkaðir av veðrinum. Kappast var á 100 m, 300 m, í longdarlop og í spjótkast.

100 m.

Hjá deingjunum var Trygvi einsamallur í reyðum. Hann hevur arbeitt nógv við renni-teknikki, umframt stríðst við ein skaða, tí var tað við spenningi at hann fór inn í hesa kapping. Hann vísti tó at hann er komin yvir skaðan, og er væl fyri tí hann vann ein tryggan sigur og rann eisini skjótari enn sítt persónliga met. Tíðanverri var undanvindurin 0,2 m/s ov nógvur til at tað kann teljast sum met. Trygvi nýtti 11,82 sek um teir 100 m.

20140414-4940

Hjá gentunum royndu Tinna og Marita seg. Spenningur er altíð um fyrstu kapping á árinum, og helt hesin spenningur sær heilt til síðstu centimetrarnar. Tinna og Hildur Poulsen vóru í tættari kapping allan vegin, men sum so ofta tá tað er tætt, so hevði Tinna tað lítla sindri eyka móti endanum, sum gjørdi at hon fór við sigrinum. Tíðin hjá Tinnu var 13,93 sek, ið er langt undir talentkrav og eisini undir hennara persónliga met, men aftur var vindurin ov nógvur. hesaferð 0,4 m/s omanfyri mest loyvda.

20140414-4907

300 m

Elias Thorsteinsson var einsamallur í reyðum á 300 m teininum. Hetta helt honum tó ikki aftur, tí hann bøtti um sítt persónliga met við meir enn 3 sekundum. Tíðin hjá honum gjørdist 51,29 sek.

20140414-5434

Longdarlop

Hjá dreingjunum royndu Elias og Tórur seg. Báðir vístu teir at veturin hevur roynst væl, teir lupu longri enn gomlu persónligu metini. Tíðanverri var vindurin ov nógvur øll lopini, so onki góðkent met hesaferð. Elias leyp 4,27 m og tryggja sær annað pláss í yngra bólkinum, einans 2 cm frá fyrsta plássinum. Tórur byrjaði við at leypa 25 cm longri enn persónliga metið, og legði so 5 cm afturat í øðrum umfarið. Í triðja kom hann væl longur, men tíðanverri var tað yvirtrakk. Longsta hjá Tórur var 5,55 m.

20140414-5279

Hjá gentunum var Guðrið einasmøll í reyðum. Hon økti øll umførðini og endaði við 3,12 m sum tað longsta.

20140414-5253

Spjótkast

Hjá gentunum vóru tað systrarnar Marita og Guðrið sum royndu seg. Báðar nýttu tær 500 g spjót. Marita bøtti um bólkametið við meir enn 10 m longu í fyrsta kasti og økti so aftur í øðrum kasti. Longsta gjørdist 33,65 m. Guðrið ognaði sær eitt persónligt met við at kasta spjótið út á 13,76 m í øðrum umfarið.

20140414-5005

Hjá dreingjunum royndu Helgi, Tróndur og Hanus seg. Hetta vísti seg tó ikki at verða teirra dagur, tí allir kastaðu fleiri metrar styttri enn teir plaga at gera til venjing. Hanus endaði á 46,35 m, Helgi á 40,70 m og Tróndur á 36,72 m.

20140414-5102

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Næsta opna kappingin verður leygardagin 19. apríl, har 200 m, 800 m, trýstøkk og kúlustoyt er á skránni.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *