Vetrarfrælsar enda, og summarfrælsar byrja

Til Hvalbiar á legu leygarmorgun 6.45 :-)
21.03.2012
Nógvir nýggir barnavenjarar
31.03.2012

Vetrarfrælsar enda, og summarfrælsar byrja

Vetrarfrælsar enda 21. mars, og tá venja vit á Tórsbreyt, so verið væl ílatin. Summarfrælsar byrja aftur mikudagin 18. apríl. Vit venja somu tíð, men á frælsavøllunum Tórsbreyt. Tilmelding til summarfrælsar kann gerast á tvinnanda hátt:

 

1)      Inngjald á 500,00 DKK á kontu í Eik: 9181-166.834.1 í seinasta lagi fríggjadagin 13. apríl. Viðmerk endiliga navn á barni og liði.

2)      Tilmelding í ÍSF-húsinum 16. apríl millum kl. 19.00-20.00, og goldið verður við reiðum peningi. Fyrivarni verður tikið fyri fullteknaðum liði, men øll verða skrivað á bíðilista.

 

Viðvíkjandi bíðilista so er tað serliga eldra hvirluvindaliðið, ið venur kl. 18.00-19.00, ið er rættiliga fult, og hevur ein hug at venja summarfrælsar er ikki at drála við tilmeldingini, tí tann, ið fyrst/ur er at tryggja sær pláss, fær tað. (hesin árgangur eitur 1998-2001)

 

Á yngra hvirluvindaliðnum, ið venur kl. 17.00-18.00, er pláss fyri 8 børnum aftur at teimum, ið venja nú. Tað er ov nasadjarvt eftir okkara tykki at fara lýsa alment við so fáum plássum, men tit eru vælkomin at lata orð falla um hetta og/ella spyrja vinir hjá børnum tykkara, um hugur er at royna frælsar. Øll eru vælkomin, men tá 16 nøvn eru á listan er fult, og onnur áhugað koma á bíðiligsta. (hesin árgangur eitur 2005-2003)

 

Við hesum vilja vit takka fyri í ár og vóna, at vit síggjast í summar

Við hvirlukvøðu

 

Heri og Randi

 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *