Vetrarfrælsar og endurtilmelding nærkast

Randi setti enn eitt føroyskt met á Tórsbreyt
29.08.2009
Nógv børn vandu á Tórsbreyt
03.09.2009

Vetrarfrælsar og endurtilmelding nærkast

Summarfrælsar enda um góða viku, og tey, ið eru áhugað at ganga til vetrarfrælsar, skulu endurtilmelda mikudagin 9. sept. í ÍSF-húsinum. Nærri kunning fæst um hetta til venjingina í morgin (2. sept.), tí børnini fáa bræv við heim. Hetta er bert galdandi fyri limir, ið longu eru í felagnum. Nýggir limir mugu bíða sindur enn, tí alt er ikki komið upp á pláss við  nýggjum hvirluvindaliði.

Eru fólk áhugað í nýggja liðnum, er tað eitt gott hugskot at spyrja seg fyri og seta seg á bíðilista við at telduposta hesi ørindi til hvirlan@hvirlan.fo . Vit hava longu bíðilista og fara ikki í bløðini við einans 10 plássum, so tað ræður um at halda seg kunnað/an á heimasíðu felagsins.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *