Vetrarfrælsar byrja 29. sept.

Rigmor vann Tórshavn Marathon aftur í ár
05.09.2010
Rógvi vann á danmarksmeistarnum
11.09.2010

Vetrarfrælsar byrja 29. sept.

Summarfrælsar av á hesum sinni, og vilja vit takka fyri ár.

 Vetrarfrælsar byrja aftur 29. sept. í Kommunuskúlanum. Venjingartíðirnar eru tær somu.

Venjingargjaldið er framvegis 500,00 kr, men nú krevja vit árliga limagjaldið á 200,00 kr. eisini. Hetta verður tó bara kravt eina ferð um árið, meðan venjingargjald verður kravt ávikavist vetur og summar.

Tilmelding, t.v.s. gjalding, fer fram í ÍSF-húsinum týsdagin 28. sept. kl. 17.30-19.00. Undanfarin ár hava vit goymt pláss til íðkarar, ið eru í felagnum, og latið øðrum avlopspláss. Í ár verður hetta skipa soleiðis at avlopspláss longu verða deild út eftir tilmelding 28. sept. Tann, ið er skjót/ur at melda til hevur tí besta møguleika fyri at tryggja sær eitt av teimum 25 plássunum, ið eru á hvørjum liði (á elsta hvirluvindaliðnum eru í mesta lagi 20 pláss vegna plásstrot í fimleikahøllini). Vit vita, at tað kann vera nóg so stór upphædd at gjalda, um ein t.d. hevur fleiri børn í Hvirluni, men til ber at gjalda fyri eitt barn fyrst og síðan gera avtalu við venjaran ella kassameistaran.

Vinaliga

Venjararnir – Heri, Eyðdis, Birna og Randi

P.S. Allir nýggir limir fáa eina hvirlublusu, og er onkur, ið longu hevur goldið limagjald, men sum ikki hevur fingið blusu, skulu tit bara gera vart við tykkum hetta sama kvøld.

P.P.S. Roynið annars at kunna tykkum um felagið og barnaliðini á heimasíðuni www.hvirlan.fo Tað er lættari hjá okkum at leggja boð út á heimasíðuna enn at fara til hvønn einstakan tykkara.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *