Vetrarfrælsar og hvirluvindar
06.10.2009
Venjing í vetur hjá teimum ungu
10.10.2009

Vetrarfrælsar byrjaðar

Meðan illveðrið leikaði í, og tey ungu vandu úti, fóru vetrarfrælsar fyri børn í gongd í Kommunuskúlanum mikudagin, 7. okt.

20091007a

Nýtt hvirluvindalið, 6-9 ár, byrjaði við Eyðdis Andreasen sum venjari, og liðið hjá Randi og Birgiri vóru í gongd samstundis. Avtalan var, at vit skuldu vera í hvør síni høll, men tá ein løta var fráliðin, hildu vit, at vit tað sama kundu leggja liðini saman, soleiðis at býtið av vaksnum venjarum og børnum hóskaði betur. Tað mundu vera eini 30 børn íalt, og vit løgdu fyri við at spæla “Familjan fer útferð”. Síðan gjørdu vit ymiskt samskipanarøvilsi, har vit lupu, runnu og settu lop, lakk og renning saman. Eisini spurtaðu vit eftir breiddini og sveiggjaðu í rimunum. Børnini sýntust hugna sær óført. At enda bygdu vit eina breyt við ymsum avbjóðingum, soleiðis at børnini sluppu at royna dirvi, skjótleika, styrki, javnvág og nógv annað gott fyri kropp og sinni. Tímin endaði við, at vit tosaðu um at hava fyrilit fyri hvør øðrum, og at tað er týdningarmikið at geva hvør øðrum pláss at vera so, sum vit nú eina ferð eru, men at ein kortini altíð má laga seg til treytirnar hjá felagsskapinum.

 20091007d

Elstu hvirluvindarnir, teir hjá Hera og Randi, sum hava vant í 3 ár, vandu frá kl. 18.00-19.00. Eisini hesin tímin gekst sum eftir ánni, og mundu tey vera nakað móð, tá tey komu til hús, tí tað var við fullari ferð næstan alla tíðini. Vit byrjaðu við “Familjuni, ið fór útferð”, koyrdu ymsar stafettir, ið vórðu støðugt útbygdar við avbjóðingum og forðingum (bumbustafett, longdarlopsstafett við bólta rút og longdarlopsstafett, har vit gingu á beinki v.m.). Tímin endaði við eini breyt, har dentur var lagdur á at brúka styrki í yvirkroppinum (tey togaðu seg fram eftir bitanum og stóðu á hondum), umframt at tey vandu lop, bóltaðu rút, gjørdu myllur, royndu javnvágina við bitagongu og ymiskt annað. Gott, at nøkur foreldur vóru í tímanum og hjálptu at halda ferðini uppi, tá vit koyrdu breytina. Ein stak góður tími, og venjararnir høvdu á orðið, hvussu stuttligt tað var at síggja góðu menningina hjá børnunum, tí hon er farin fram á øllum mótum: kropsliga eru øll nógv framfarin, men eisini sinnisliga (hetta sæst serliga, tá ein skal greiða frá øvilsum, seta breyt upp og rudda vekk aftur, tá tímin er liðugur. Børnini luttaka í øllum og fáa tíman at ganga fyrimyndarliga smidligt).

Øll fingu boð um, at venjing verður í heystferiuni, um tað í aðrar mátar liggur fyri.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *