Venjingartíðir hjá Hvirluni í summar

Menn sluppu at royna seg
06.04.2013
Seks hvirlur tikið prógv sum “Venjari 2”
14.04.2013

Venjingartíðir hjá Hvirluni í summar

Yngstu hvirluvindarnir (fødd 2007-2009) byrja aftur sunnudagin 21. apríl kl. 14.00. Pláss eru til 20 børn, og enn eru pláss eftir. Vant verður so hvønn sunnudag fram til 30. juni, so verður summarsteðgur. Vant verður síðan aftur frá 11. august til 1. september. Venjingin verður í fimleikahøllini á Løgmannabreyt. Tó verður farið út at venja summar dagar. Venjarar eru: Eyðdis Andreassen, Joan E. Justinussen og Heri Ziska

Næstyngstu hvirluvindarnir (fødd 2003-2006) venja á Tórsbreyt mikudagar kl. 17.00-18.00. Fyrsta summar-venjingin er mikudagin 17. apríl. Pláss eru til 18 á liðnum og er tað fult-tekna, men møguligt at at skriva seg á bíðilista. Venjari er Randi Kúrberg, og Dánjal Dahl Ljósheim er hjálparvenjari.

Elstu hvirluvindarnir (fødd 1998-2002) venja á Tórsbreyt mikudagar kl. 18.00-19.30. Pláss eru til 25 børn, og eru 3 pláss eftir. Fyrsta summar-venjingin er mikudagin 17. april. Tað eru 3 pláss eftir á liðnum til í summar. Venjarar eru Randi Kúrberg, Louisa Svabo og Heri Ziska.

Mándagar kl. 18.15-19.15 kunna tey, ið eru fødd í 1998-2002 venja almennarfrælsar á Tórsbreyt. Hetta er venjing har komi verður gjøgnum allar frælsagreinarnar greinarnar. Pláss eru til 25 børn. Enn eru pláss eftir. Venjarar eru Helgi Geyti, Trygvi Z. Laksáfoss og Tummas Napoleon Arge. Enn eru pláss eftir á liðnum.

Leygardagar kl. 11.00-12.00 er ávikavist sprint/lop og kast venjing fyri tey, ið eru fødd í 1998-2002. Venjarar í sprint/lop eru Tummas Napoleon Arge og Tórur Mortensen, meðan Helgi Geyti og Hanus Bergsson eru venjarar í kast. Tað er pláss til 20 í sprint/lop og 10 í kast. Enn eru pláss eftir á báðum liðunum.

Sergreina venjingar fyri tey eldru eru:

  • mánadag kl. 17.00-18.00 sprint/lop. Venjari er Heri Ziska. Tað er fult-tekna til lop, men pláss er til sprint
  • týsdag kl. 18.00-19.00 kast. Venjari er Heri Ziska. Liðið er fult-tekna
  • mikudag kl. 16.30-17.45 lop/sprint. Venjari er Heri Ziska. Tað er fult-tekna til lop, men pláss er til sprint
  • hósdag kl. 17.00-18.00 mið-/langteina renning. Venjari er Rigmor N. Arge. Pláss er eftir á liðnum.
  • hósdag kl. 18.00-19.00 kast. Venjari er Heri Ziska. Liðið er fult-tekna

Harumframt verður grund-venjing umframt lop- og kast styrki og koordinatión vant fríggjadagar kl. 17.00-19.00.

Felags rennitúrur er sunnumorgnar kl. 10.00 – ca 12.00. Byrja verður við Tórsbreyt. Øll eru vælkomin at verða við.

Fyrispurningar um venjingar kunna sendast til hvirlan@hvirlan.fo ella við at tosa við ein av venjarunum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *