Venjingartíðir hjá Hvirluni summar 2011

Nógv flott úrslit í øðrum umfarið av GPU
09.06.2011
Øssur føroyskt met og broncu í hæddarlop
26.06.2011

Venjingartíðir hjá Hvirluni summar 2011

Skráðin fyri skipaða skipaðu venjingina í summar 2011 er:

Mánadag

  • 17.00-18.00: sprint/lop fyri ung og vaksin. Vant verður rennikoordinatión, lop-teknikkur (longdarlop og trýstøkk) og sprint. Venjari er Heri Ziska
  • 18.15-19.15: almennar frælsar fyri børn. Grundvenjing og innleiðlsa í allar frælsagreinar. Venjarar eru Tummas Napoleon Arge, Helgi Geyti og Trygvi Laksáfoss

Týsdag

  • 18.00-19.00: kast. venjing í øllum kastgreinum. Venjari er Heri Ziska

Mikudag

  • 16.30-17.45: sprint/lop fyri ung og vaksin. Vant verður lop-koordinatión og lop styrki umframt sprint. Eisini verður vant hæddarlops teknikkur. Venjari er Heri Ziska
  • 17.00-18.00: Hvirluvindavenjing (árg. ’00-’06). Vant verður alment grundvenjing og allar frælsagreinar. Venjari er Randi Kúrberg.
  • 18.00-19.00: Hvirluvindavenjing (árg. ’98-’01). Vant verður almen grundvenjing og allar frælsagreinar. Venjarar eru Randi Kúrberg og Heri Ziska

Hósdag

  • 17.00-18.00: mið-/langteina renning. Intervalvenjing. Møtt verður við Kurl@. Venjari er Rigmor N. Arge
  • 18.00-19.00: kast. Venjing í øllum kastgreinum. Venjari er Heri Ziska

Fríggjadag

  • 17.00-19.00: kast- og lopstyrki/koordinatión, umframt almen fysisk venjing. Venjari er Heri Ziska

Sunnudag

  • 10.00-uml. 12.00: “Sunnudagstúrurin”. Møtast á Tórsbreyt. Runnið verður ein langan tein í “práti-tempo” uttan fyri bygt øki.  Øll eru vælkomin. Rigmor N. Arge skipar fyri.
  • 15.00-15.45: Foreldur og børn (7 ár og yngri). Almen venjing fyri børn við útgangsstøðið í frælsum. Venjarar eru Eyðdis Andreassen og Joan E. Justinussen.

Allar venjingar fara fram á (ella byrja á/við) Tórsbreyt. Okkurt lið er fullteknað, men áhuga kunna altið koma framvið og tosa við venjaran og royna eina venjing fyri at vita hvussu ein slík fer fram. Fyrispurningar um venjing kunna sendast til hvirlan@hvirlan.fo.

Kostnaðurin fyri at venja í Hvirluni er limagjald uppá 200,- um árið, umframt venjingargjald. Venjingargjaldið verður goldið fyri ávikavist summar- og vetrarvenjing. Kostnaðurin er 500,- fyri venjing eina ferð um vikuna og 800,- fyri venjing tvær ferðir um vikuna. Sunnudagstúrurin er ikki umfataður av venjingargjaldið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *