Venjingarlega og virðismikil vinafelagsskapur

Heimferð
14.03.2012
Hvirluvindar venja úti mikudagin 21. mars
21.03.2012

Venjingarlega og virðismikil vinafelagsskapur

Á venjingarleguni í Växjö í vikuskiftinum sannaðu vit, at endamálið við vinafeløgunum hjá Hvirluni gekk upp í hægri eind. Vit vitjaðu í Växjö hjá vinafelag okkara har, IFK Växjö, og við okkum høvdu vit Lív úr íslendska vinafelag okkara ÍR (Íþróttafélag Reykjavíkur). Íðkararnir úr útnorðri, Íslandi og Føroyum, hittust í Kastrup fríggjadagin, og síðan gekk leiðin til Svøríkis, har svensku vinir okkara tóku ímóti okkum. Venjing var alt fyri eitt á skránni, og síðan fóru íðkararnir heim til svensku vinirnar, ið hýstu teimum. Vinabandið við Lív er langt síðan knýtt, og fyri okkum er hon líka nógv hvirla sum ÍR-ingur, tí seinastu sumrini hevur hon í fleiri vikur vant við okkum í Føroyum og hjálpt til, tá brúk hevur verið fyri góðum kreftum í felagsarbeiðinum, t.d. á ólavsøku.

Vinabond eru knýtt og alsamt fleiri verða knýtt. Tá vit fóru út at eta sunnukvøldið, gekk prátið lystiliga á “blandinaviskum”, og fólk vóru vorðin so mikið væl, at tey skemtaðu og høvdu hug at arbeiða upp á hvør annan. Og tá mánadagurin kom, og vit skuldu biðja farvæl, so lovaðu fólk, at tey skuldu gera alt fyri at hittast aftur til Jatnatøk í summar, eins og fleiri buðu svensku vinunum innivist. Vinabond eru knýtt, men tó aldrin so fast, at ikki ber at loysa eitt sindur og knýta onnur uppí. 

Deiligt, at hetta ber til, hóast vit hava so ymiskt at lata hvør øðrum. Vit kenna á okkum, at vit standa í takksamari skuld til IFK Växjö, tí vit fáa burtur av teirra møguleikum at venja innifrælsar undir fantastiskum umstøðum, men ikki minst eru vit takksom fyri at fáa burtur av venjaraførleikum teirra.

Onnur, ið eisini eiga tøkk uppiborna, eru foreldrini, bæði tey svensku og tey føroysku, ið vegna børnini sýna gestblídni og lata sítt heim upp fyri fremmandafólki.

Takk fyri dyggan stuðul og gott samstarv 🙂

 

På træningslejren i Växjö i weekenden så vi, at formålet med Hvirlans venskabsforeninger blev nået. Vi var på besøg hos vores svenske venskabsforening, IFK Växjö, og med på turen var Lív fra vores islandske venskabsforening ÍR (Íþróttafélag Reykjavíkur). Udøverne fra vestnorden, Ísland og Føroyar, mødtes i Kastrup i fredags, og så gik turen videre til Sverige, hvor vores svenske venner tog imod os. Det første punkt på programmet var træning, og så kunne udøverne tage hjem til de svenske venner, hvor de var indkvarteret.  Venskabsbåndet med Lív er for længst knýttet, og for os er hun lige meget “Hvirla” som “ÍR-ingur”, for de sidste mange somre har hun trænet sammen med os på Færøerne og har hjulpet til med foreningsarbejdet, f.eks. til ólavsøka (vores nationalfest).

Venskabsbånd er knyttet, og fortsat flere bliver knyttet. Da vi søndag aften gik ud at spise alle sammen, blev der snakket i lange baner på “blandinavisk”, og man kunne mærke på folk, at de var so fortrolige med hinanden, at de drillede og tog pis på hinanden. Og da mandagen oprandt, og vi skulle sige farvel, så lovede folk, at de ville gøre alt for at kunne komme til Jatnatøk til sommer, og  færingerne gengældte den svenske gæstfrihed og tilbød indkvartering hos dem. Ja, venskabsbånd er knyttet, men dog aldrig så fast, at det ikke kan løsnes lidt, så andre kan komme med og få tilknytning os også.

Deiligt, at dette kan lade sig gøre, – især når man tænker på, at det, som vi har at tilbyde hinanden, er så forskelligt.  Vi føler virkelig, at vi står i dyb taknemmelighedsgæld til IFK Växjö, fordi vi får del i deres fantastiske indendørsfaciliteter, men især er vi taknemmelige for at få del af deres trænerkompetencer.

Andre, som vi også skylder stor tak, er de fantastiske forældre, både de svenske og de færøske, som på vegne af deres børn viser gæstfrihed og åbner deres hjem for fremmede.

Tak for utrolig støtte og godt samarbejde 🙂

 

1 Comment

  1. Hallur Holm says:

    Sera stuttligt at lesa og sera sera gott tiltak! Eisini sera stuttligt, at tit skuldu møta Hanusi og Halli í Kastrup, júst sum teir komu frá stórari kapping í frælsum ítrótti.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *