Venjingarlega av, nú er kapping á skránni!

Góð byrjan uppá Íslandstúrin
20.01.2014
Nógv met í Laugardalshøllini
26.01.2014

Venjingarlega av, nú er kapping á skránni!

Eftir eina góða viku við venjing var stuttligt at taka ímóti 15 hvirlum afturat á flogvøllinum, soleiðis at ferðalagi nú er vorði 26 fólk. Øll búgva a hugnaliga Reykjavík City Hostel í Laugardalinum. Tá viðførði var blaka inn á kømrini, var farið í Kringluna at “shoppa” inntil tið var at venja í Laugardalshøllini.

20142001-0097

Venjingin fyri tey, ið hava verði á venjingarlegu, var upphiting og so strekk, tí nú skal hvílast til kappingina. Undantakið vóru Helgi og Hanus, ið høvdu møguleika til at venja undir kønu eygunum hjá Einari Vilhjálmssyni. Hetta var venjing, har teir báðir vandu saman við teimum báðum bestu íslendsku spjótkastarunum. Venjingin endaði við einum landsdystið, har málið var fyrst at kasta spjótið gjøgnum eina súkluslangu í hekk í netinum. Her setti Helgi 4 av sínum 5 fyrstu kastum gjøgnum slanguna, og tá so Hanus setti trumf á endaði dysturin 5-0.

20142001-0174

Yngru Hvirlurnar vandu eina løtu, har endamálið primert var at “koma uppá pláss”, tvs venja við krøppu svingini og tað at kappast í einari innandura høll. Á skránni var bæði sprint, lop og kast.

20142001-0089

Eftir venjing var farið “heim” at fáa lekra lasagna og annars slappa av áðren kappingarnar byrja í morgin leygardagin. Her á síðuni verður eftir ætlan møguligt at síggja úrslit, myndir og frágreiðing frá kappingini.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *