Veturin 2017-18

Áhuga kunna melda seg til vetrarvenjing her.

Venjingartalvur

Børn Tíð Lið Stað
Týsdag 17:00 til 18:00 Árgang 2003 til 2008 Eysturskúlin
Sunnudag 14:30 til 15:15 Árgang 2009 til 2011 Skt Frans Skúli
Sunnudag 15:30 til 16:15 Uml. 2 til 4 ára gomul Skt Frans Skúli

 

Kast, sprint og lop

Árgang 2003 og eldri

Tíð Evni Stað
Mánadag 17:00 til 18:30 Sprint og lop Tórsbreyt
Týsdag 18:00 til 19:30 Kast Tórsbreyt/Tórsvøllur
Mikudag 16:30 til 18:00 Sprint og lop Tórsbreyt/Tórsvøllur
Hósdag 18:00 til 19:30 Kast Tórsbreyt/Tórsvøllur
Fríggjadag 17:00 til 19:00 Almenn kropslig venjing Eysturskúlin
Leygardag 13:00 til 15:00 Eginvenjing Tórsbreyt/Tórsvøllur

 

Mið- og langteinar Tíð Evni Stað
Mikudag 16:30 til 17:00 Teknisk venjing Tórsbreyt
Mikudag 17:00 til 18:00 Stutt intervallir Tórsbreyt
Leygardag 09:00 til 10:30 Long intervallir Tórsbreyt
Sunnudag 09:00 Renna saman, ein longri túr Tórsbreyt

 

 

Um liðini

Børn 2 til 4 ár

Hetta er nýtt tilboð, sum venjarar og foreldur í Hvirluni hava sett á stovn, tí tey sjálvi eiga børn í aldursbólkinum. Hetta fyrsta árið er royndarár, har vit øll somul eru við fyri at læra. Sjálv venjingin er í høvuðsheitum spæl, har rørsla, samvera, sangur og tíð saman er í miðdeplinum

Børn 5 til 8 ár,  árgang 2008 til 2012

Hetta liðið hevur verið til í nógv ár, og er sera nógv eftirspurt. Vant verður í høllini í Sankta Frans Skúla og fáa børnini avbjóðingar sum svara væl til teirra aldur.

Børn 9 til 13 ár, árgang 2003 til 2008

Týsdagsliðið, sum tað eisini eitur, venur í Eysturskúlanum kl 17. Tað eru fýra venjarar knýttir at liðinum. Tað er framvegis høvuðsdentur á grundvenjing, men greinavenjing er nú ein størri partur av venjingini enn hjá yngru bólkunum.

Kast, sprint og lop

Kast, sprint og lop er fyri øll eldri enn 13 ár. Tað er atgongd til venjing hvønn dag, men íðkararnir velja sjálvir hvussu nógv og ofta tey venja. Hetta er í samráð við venjaran. Venjingarstað er Tórsbreyt uttan so at veðrið forðar fyri venjing, so verður farið undir tak á Tórsvølli, og verður innihaldið í venjingini tillaga vantandi umstøðunum har.

Renning, mið- og langteinar

Tá talan er um mið- og langteinar verður vant við tí endamálið at megna at renna longri teinar, og at  megna at fáa gott rennilag og optimalu renniferð. Nógv sum renna mið- og langteinar hava sum mál at luttaka í kappingum her heima ella uttanlands. T.d. Berlin hálv- og heilmaraton ella Tórshavn maraton. Venjingin er skipað við teknikvenjing, intervallum og at renna longri teinar, millum 5 og 15 km.

2 Replies to “Veturin 2017-18”

  1. Hey tit í Hvirluni,

    Eg havi eina gentu, fødd í 2007, sum umhugsar frælsan ítrótt og/ella renning. Er tað soleiðis hjá tykkum, at mann ‘skal’ luttaka í øllum greinum í frælsum ítrótti ella ber til bert at velja renning? Síggi, at venjing fyri børn fødd í 2007 er týsdagar kl. 17-18. Er hetta øll vikuliga venjingin ella væntast meira enn tað?

  2. Hey Brynhild

    Hon skal vera vælkomin. Vit venja breitt, t.v.s. vit venja renning, kast og lop, og øgiliga ofta verður nógv vant ígjøgnum spæl, soleiðis at børnini ikki “varnast”, hvat tey í grundini læra, tí dentur verður lagdur á sosialar førleikar, interaktión, styrki, skjótleika, smidleika og samskipanarvenjing. Tá ið børnini koma til venjing, venja tey tað, sum er á skránni, men tey gera sjálv av, um tey kappast, og hvørjum kappingargreinum, tey luttaka í. Av tí at fleiri árgangir kappast í ymsum greinum samstundis vænta vit, at foreldrini eru við teimum til fyrstu kappingarnar, so tey kunnu kenna seg trygg og hava yvirskot at vera forvitin.
    Venjing er bara eina ferð um vikuna, tí venjaraorka er ikki til meir. Vit høvdu væl kunnað hugsað okkum at havt eitt tilboð til teirra, ið vilja venja meir og/ella ikki kunnu týsdag kl. 17-18, men tað ber ikki til júst nú.

    Bestu heilsanir
    Randi og hini í Hvirluni 🙂

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *