Venjarar

Frælsu ítróttirnar eru ymiskar, og tí er venjingin innan einstøku greinarnar eisini sera ymisk, t.d. er lítið samanfall millum venjing í longdarlopi og miðteinarenning. Av hesum sama hava vit venjarar, ið taka sær av sergreinini burturav, men sokallaðu almennu venjingina, sum allir íðkarar njóta gott av, kunnu fleiri venjarar taka sær av. Hetta at fleiri venjarar eru til ymsu íðkararnar krevur, at allir venjarar vita um venjingarprinsipp hjá hvør øðrum og virða tað í t.d. almennu venjingini, men hetta er júst tað, ið eisini tryggjar íðkarum okkara fjølbroyttar og mennandi venjingarumstøður. Partur av fokus á at útvega venjarar hevur víst seg við at felagið eigur tveir venjara-instruktørar, ið eru útbúnir eftir svensku útbúgvingarskipanini og hesir hava havt skeið bæði í felagnum og fyri FÍF fyri at rekruttera venjarar við grundleggjandi útbúgving. Ein venjari krevur fyrst og fremst at tíma at venja og standa við ábyrgd, men grundleggjandi útbúgving saman við servitan er neyðug skalt tú halda sum venjari í longdini.

Barnavenjing
Er venjingin hjá vaksnum spesialiserað, t.v.s. íðkari venur í tráð við val av sergrein, so er hetta als ikki galdandi fyri venjingina hjá børnum og ungum, har dentur verður lagdur á almenna venjing av kroppinum, t.v.s. at øvingar til tess at menna styrki, skjótleika og gyrði (’spændst’ á do.) saman við reaksjónsøvilsum (serliga hoyrn og sjón) og forøvingum til eitt nú longdar- og hæddarlop eru ein aðaltáttur í hvørjum treningspassi, sum aftur kann varierast á óteljandi mátar. Dentur verður somuleiðis lagdur á at samskipa, kenna stev (’rytmesans’ á do.) og styrkja og menna íborin rørslumynstur.

Ítróttagranskarar vilja vera við, at ítróttarlig menning og skjót innlæring í vaksnamannalívinum er treytað av fjølbroyttum og støðugum arbeiði við samskipan og stevkenslu í barndóminum (serliga í 7-12 ára aldri). Alt hetta ger eisini, at krøv til barna- og ungdómsvenjarar eru øðrvísi enn krøvini til sergreinavenjarar, ið t.d. leggja nógvan dent á menning av teknikki og serstakari styrki og ávísum smidleika, umframt at óteljandi endurtøkur av tí sama verður væntað og kravt av tí einstaka íðkaranum.Børn/ung velja sergrein um 14 ára aldur, men vaksin kunnu kortini venja eitt sindur av hvørjum.

Barnavenjingin í Hvirluni er burturav ein íløga í framtíðina, og tann, ið vil síggja ítrótttaúrslit her og nú, verður ivaleyst glaðari onkra aðrastaðni, men tann, ið er nøgd/-ur við lutvísan ágóða her og nú og støðugan ágóða sum vaksin íðkari, hann trívist ivaleyst í Ítróttafelagnum Hvirluni. Ein vinningur, sum kann vera trupul á máta, men sum stórur dentur verður lagdur er, er eitt venjingarumhvørvi merkt av tollyndi og sosialum víðskygni. Tó er eitt aðalkrav bæði til venjarar og íðkarar, at skulu vit hava eitt venjingarumhvørvi við virðing fyri einstaklinginum og felagsskapinum, so mugu vit øll virka fyri hesum. Øll eiga vit ábyrgdina, men venjarin sum tann elsti og tann við vitanini og royndunum gongur á odda og er fyrimynd. Tað eisini hann, sum børnini skulu virða og lurta eftir.

Sergreinavenjing
Grundfilosofiin hjá Hvirluni er, at børn skulu ikki venja sergreinaligt, fyrr enn tey eru vorðin 14 ár. Við røttu barnavenjingini eru tey før fyri at fara í holt við eina og hvørja frælsagrein, og tá skulu tey eisini hava fingið innlit í stórt sæð allar greinar, soleiðis at tey fáa valt eftir egnum áhuga, tí tað man vera longst sum best. Harnæst eru tey ment so mikið nógv sálarliga sum likamliga, at venjingin kann gerast alsamt meir spesialiserað, tá tey hava valt ”sína/-r” grein/-ar, men hetta verður eisini gjørt so líðandi, og einki løgið er í at hava fleiri yndisgreinar og vera 16 ára gomul og fáast bæði við kúluvarp og longdarlop ella 18 ára gamal og kasta diskus, samstundis sum ein eisini fæst við trístøkk.

Venjarar pr 1/11-2014

  • Randi Kúrberg (Hvirluvindar, árg. ’02-’04 og árg. ’04-’06). Randi er eisini venjarainstruktørur (børn 7-10 og børn 10-12)
  • Steinolvur Geyti (Hvirluvindar, árg. ’02-’04 og ’99-’02)
  • Rúni Jacobsen (Hvirluvindar,  árg. ’02-’04 og ’99-’02)
  • Rigmor N. Arge (mið-/langteinarenning árg. ’99 og eldri)
  • Hans Harryson (mið-/langteinarenning árg. ’99 og eldri)
  • Heri Ziska (hvirluvindar árg ’99-’02 umframt sergreinavenjing í kast, lop og sprint fyri árg. ’99 og eldri). Heri er eisini venjarainstruktørur (børn 7-10 og børn 12-14)
  • Rógvi Højgaard (kast árg. ’99 og eldri)
  • Helena Svabo Ziska (hjálparvenjari: Hvirluvindar árg ’07-’09)
  • Edna Maria Debes (almennar frælsar árg. ’99-’04)
  • Hanus Bergsson (sergreinavenjing í kast fyri árg. ’04-’97)
  • Tórur Mortensen (sergreinavenjing í sprint/lop fyri árg. ’02-’97)
  • Tinna Berg Jørgensen (hvirluvindar árg. ’99-’02)

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *