Venjing við fullari ferð

Nógvir hvirluvindar og økt tal av ungum á ársins fyrstu venjing
08.01.2009
Kastarar á venjingarlegu í Svøríki
16.01.2009

Venjing við fullari ferð

Venjingin hjá teimum ungu og hvirluvindunum var við fullari ferð og óførum roki.

Hvirluvindar 6-9 ár vóru í erva. 19 børn vóru í dag, og tímin gekk ordiliga væl. Vit spældu við ertnaposar og gjarðar. Eisini spældu vit røvarar og soldatar, og síðan bygdu vit eina breyt við ymsum forðingum og styrki- og samskipanarøvilsum. Børnini vóru ófør og kláraðu seg væl á breytini, ið var skipað soleiðis, at tað kanska kundi vera torført at vita, hvørja støð ein skuldi fara víðari til. Foreldrahjálpin var sum ikki eina ferð bæði góð og holl.

Í dag vandu tey ungu í niðaru høllini, har ið møguleikarnir eru fleiri. Fyri at fáa optimala nyttu úr høllini varð vant bæði longdarlop og hæddarlop. Venjingin byrjaði tó vi eini breyt, har íðkarnir noyddust at brúka allan kroppin, og sostatt blivu væl og virðiliga heitir, áðrenn farið varð til næsta punkt á skránni. Áðrenn lopini byrjaðu var nakað av hekk-koordinatión gjørd. Fyrsta lopið var longdarlop, og har gekk tað skjótt fyri seg, tí tað einasta, sum venjarnir skuldu at hugsa um, var at leingja máttuna, sum lopið var í, tí at lopini vórðu alsamt longri. Eftir longdarlop var hæddarlop á skránni, og tá varð øll rútman vand, soleiðis at tað í byrjanini varð lopið meira einkult, men so við og við kom tann rætta lop-rútman inn í lopini. At enda fór yvirliggjarin longri og longri upp, men tað gekk uttan trupulleikar. Fyri at fáa pulsin uppaftur samstundis um íðkarnir kundu fáa nøkur lop afturat, gjørdu teir nakrar lopseriur, áðrenn farið varð at strekkja. Ein strævin lop-dagur við nógvari ferð.

Hvirluvindar 7-10 ár gjørdu næstan somu upphiting sum yngru hvirluvindarnir. Eisini teir høvdu tað stuttligt, tá teir tvey og tvey saman á ymsan hátt skuldu setast á gólvið og reisast aftur uttan at missa takið. Eftir røvarar og soldatar fóru tey til fjølbroytta bumbustafett, sum Heri skipaði fyri, og eftir tað varð breytin hjá Randi roynd fyri aðru ferð henda dagin. Eisini eldri hvirluvindarnir tørnaðu runt við fullari ferð og dugdu væl bæði at halda rekkjur og ómaka sær. Ein góður tími við høgum intensiteti og nógvum endurtøkum. Akkurát sum tað skal vera 🙂

Tað vóru tíverri vórðu ongar myndir tiknar til venjingina í dag 🙁

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *