Venjing veturin 2016/2017 – sprint/lop/kast árg. 2002 og eldri

Venjing veturin 2016/2017 – børn fødd 2002-2011
30.08.2016
Venjing veturin 2016/2017 – mið-langteina renning árg. 2001 og eldri
31.08.2016

Venjing veturin 2016/2017 – sprint/lop/kast árg. 2002 og eldri

Elsti bólkurin í sprint, lop og kast hevur til endamáls framhaldandi at menna einstaka íðkarin í mun til hvar viðkomandi er og hevur motivatión til at fara. Tí er støði tikið í tí einstaka, og harfrá flyta vit framhaldandi mørkini, so at grund-kapaciteturin innan allar relevantu parametrarnar verður støðugt øktur. Tað er pláss fyri bæði teimum, ið ynskja at røra seg í einum gevandi umhvørvið og teimum, ið ynskja at vita hvussu langt evnini røkka. Tað er skipa venjing seks dagar um vikuna, men møguligt er at venja minni.

Frælsavenjing: Vetrarvenjingin byrjar við klassisku venjingarleguni (eisini kalla “death camp”) síðsta vikuskiftið í september. Kunna verður nærri um hesa í næstum. Síðan verður farið undir vanligar venjingar, har fyrstu 2-3 mánaðirnir er grundvenjing, har bæði sprintarar, leyparar og kastarar venja saman part av tíðini. Síðan verður so við og við farið undir eina meir grein-specifikka venjing. Heri Ziska og Rógvi Højgaard standa fyri venjingunum.

Venjingartíðir og støð (Frælsavenjing):

  • Mánadag kl 17:00-18:30 á Tórsbreyt (primert sprint/lop)
  • Týsdag kl: 18:00-19:30 á Tórsbreyt (primert kast)
  • Mikudag kl: 16:30-18:00 á Tórsvølli (primert lop/sprint)
  • Hósdag kl: 18:00-19:30 á Tórsbreyt (primert kast)
  • Fríggjdag kl 17:00-19:00 í fimleikahøllini í Eysturskúlanum (almen fysisk venjing)
  • Leygardag kl 13:00-14:30 eginvenjing á Tórsbreyt

Styrkivenjing: Tað er møguligt at supplera tað meira frælsa-specifikku venjingina við styrkivenjing í er tillaga útgangstøði og mál hjá tí einstaka. Byrjarar innan styrkivenjing venja eftir serligari skrá, ið hevur til endamáls at fyrireika tey til tað meir krevjandi styrkivenjingina, ið kemur seinni, meðan tey ið hava vant styrki við Hvirluni áður, byrja við grund-venjing og fara síðan til tað venjing, ið er mest relevant í mun til tað frælsagrein viðkomandi prioriterar. Heri Ziska stendur fyri styrkivenjingini.

Venjingartíðir og støð (styrkivenjing):

  • Týsdag kl 19:35- ca 21:00 í Faroe Fitness
  • Hósdag kl 19:35- ca 21:00 í Faroe Fitness
  • Leygardag kl 14:30- ca 16:00 í Faroe Fitness

GG: Av tí at bólkurin er rættuliga stórur og venjingin fjølbroytt verða tey, ið ikki áður hava verði partur av bólkinum, biðin um at venda sær til venjarnar ella felagið (hvirlan@hvirlan.fo) fyri at hoyra nærri. Tey, ið hava verði partur av bólkinum og ynskja at halda áfram kunna flyta 1000,- kr á konto 9181-166.834.1 í Eik banka umframt senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo við boð um navn, føðingardag og lið (sprint, lop og kast árg 2002 og eldri).

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *