Venjing veturin 2016/2017 – børn fødd 2002-2011

Føroyskt met og silvurmerkið á DM
27.08.2016
Venjing veturin 2016/2017 – sprint/lop/kast árg. 2002 og eldri
30.08.2016

Venjing veturin 2016/2017 – børn fødd 2002-2011

Hvirlan bjóðar í vetur venjing til børn. Vant verður innandura eina ferð um vikuna.

Venjingartalva (árg. 2002-2011) 

Árgang Stað Dagur Tíðspunkt Venjarar
2008 – 2011 Sankta Frants Skúli Sunnudag 14.30 til 15.15 Heri, Sophus og Helena
2006 – 2008 Eysturskúlin Týsdag 16.00 til 17.00 Randi
2002 – 2005 Eysturskúlin Týsdag 17.00 til 18.00 Randi og Steinolvur
2002 – 2008 Tórsbreyt Hósdag 17.00 til 18.00 Steinolvur og Tórur

Venjingin byrjar 4. oktober og er fram til 28. mars. 25. apríl byrja summarfrælsar, og tá verður vant á Tórsbreyt.

Venjingar- og limagjald fyri veturin 2016/2017 er 500 kr fyri sunnudagsliðið og 700 kr fyri ávikavist týsdagsliðini og hósdagsvenjingina. Tó einans 1000,- í alt um ein venur á fleiri liðum. Ein teknar seg til omanfyri standandi lið við at flyta kostnaðin á konto 9181-166.834.1 í Eik Banka umframt senda teldupost til hvirlan@hvirlan.fo við navn av barninum, adressu, føðidato og telefonnummar.

Venjingarnar 

Á øllum liðum eru venjarar, iðhava venjaraútbúgving og arbeiða eftir meginreglunum hjá svenska frælsa ítróttarsambandinum. Tað verður tikið støðið í tí einstaka og tí er avmarkað pláss á liðunum. Í venjingini verður lagdur dentur á at samskipa rørslur gjøgnum spæl, venjingar o.a.

Venjingin er skipað á ein hátt, ið tryggjar langsiktaða menning hjá tí einstaka heldur enn kappingarúrslit upp á stutt sikt.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *