Venjing undir annarleiðis umstøðum.

GG! Hvirlur í ovaru høll mikudagin 29. okt.
27.10.2008
Vetrarkappingin (renning)
31.10.2008

Venjing undir annarleiðis umstøðum.

Stutt undan venjing fingu venjararnir boð um, at niðara fimleikahøllin ikki var tøk. So vóru tvey ting í at velja: at avlýsa ella at gera tillagingar. Í Hvirluni eru vit ikki kend fyri at lata forðingar steðga okkum, og so var heldur ikki hesa ferð. Venjararnir gjørdu nakrar tillagingar í venjingini, so at yngra hvirluvindaliðið vandi saman við teimum 11-15 ára gomlu, og eldra hvirluvindaliðið fekk ein styttri tíma enn vanligt. Hóast hesar broytingar, so royndist venjingin stak væl.

Fyrra tíman vandu tey 6-9 ára gomlu saman við teimum 11-15 ára gomlu. Hetta er ikki roynt fyrr, men av tí at frælsar eru einstaklingsítrótt, og venjingin so fjølbroytt, var gjørligt at gera eina skrá, har so ymiskir bólkar kortini kundu fáa nakað burturúr.

Fyrst var hitað upp, og til tess var spælið “familjan fór at ferðast” nýtt, og út frá smílunum var lítið at ivast í, at tað var ein góður máti at byrja uppá. Síðan var farið til renniskúla, har børnini royndu ymsar koordinations-rørslur, partvís fyri at fáa ein betri rennistíl og partvís fyri at økja um innlæringina hjá einstaka barninum. Eftir renniskúlan var ein bani bygdur, ið var styttri og skjótari at koma ígjøgnum enn vanligt.

Seinna timan vandu tey 7-10 ára gomlu, men hesi fingu at vita, at tímin einans kom at verða smðar 50 min. Fyri at fáa sum mest burturúr skerda tímanum, var hann vendur á høvdið, so at tað var byrjað við bananum, sum fyrra liðið endaði við. Eftir banan var so farið til renniskúlan, og til síðst endaðu tey við “familjan fór at ferðast”.

Komandi mikudag verður vant sum vanligt, har tey ungu venja í ovaru høllini, og hvirluvindarnir venja í niðaru høllini. Tíðirnar eru tær somu.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *