Venjing og kapping á sama degi

Fyrsta umfar av grand prix fyri børn og ung
16.05.2009
Hvirlan stóð seg væl á Tórsbreyt
23.05.2009

Venjing og kapping á sama degi

Hesin dagurin gjørdist drúgvur hjá nøkrum av íðkarunum í Hvirluni, tí at venjing var, sum hon plagdi frá 17.00 – 18.00 og 18.00 – 19.00, men síðan royndu fleiri seg í fyrsta umfari av Grand Prix fyri børn og ung.

Randi og Kára stóðu klárar at taka ímóti fyrra liðnum av hvirluvindum, tá tey komu. Byrjað varð við søguni ‘Familjan fer útferð’, sum umframt at vera stuttlig eisini setur krøv til minni og reaksjón, og síðan gjørdu vit eina slangustafett, har aftasta barn kreyp millum beinini á øllum í rekkjuni og endaði fremst. Áðrenn mann byrjaði, skuldi ein siga navn sítt, og so skuldi restin av rekkjuni siga t.d. “Koyr á, Petur. Koyr á Petur …” líka til viðkomandi stóð fremst. Stuttligt at eggja hvør annan og gott fyri sjálvskensluna. Síðan fór liðið í tvey at vera hjá ávikavist Randi, sum koyrdi kúluvarp, og Káru, sum koyrdi rennivenjingar. Báðir bólkar arbeiddu við samskipanarvenjingum og stuðulsøvilsum fyri at styrkja um kropstilvitið og tamarhaldið á kropsrørslunum. Randi brúkti eisini nakað av tí at greiða frá týdninginum at hava fyrilit, tá ein kastar, tí tað er ikki vandaleyst. Reiðskapurin til tey smáu ger neyvan stóran skaða, men tey kunnu tað sama fáa gott í beini alt fyri eitt, heldur enn at stríðast við ónollur seinni 🙂 Tíðarspilla og bíðitíð verður eisini minkað, um disiplinin er góð, og so fáa vit frælsast meir – júst tað vit eru komin til.

At enda samlaðust báðir bólkar til longdarlop, har túrurin aftur í rekkjuna var skipaður sum breyt, ið setti krøv til samskipan, javnvág, styrki og minni. Ein góður, men krevjandi dagur, og ei undur í, um hvirluvindarnir vóru móðir, tá teir komu heim.

Av tí at fleiri av teimum ungu skuldu royna seg í kapping seinni, so varð venjingin fokuserað uppá, hvussu ein kappast, t.v.s. í spjótkasti fingu tey eina góða innføring í reglur, og hvat ein skal hava í huga, tá ein kappast í einari tekniskari grein. Nakað bleiv tó eisini kastað við spjótunum. Síðan funnu vit startblokkarnar fram. Har varð fokuserað uppá, hvussu slíkir blíva innstillaðir, og hvussu ein startur fyrigongur, áðrenn nakrir startir vóru gjørdir.

Børnini byrjaðu við at kasta vektarbóltarnar á ymsar hættir, áðrenn deilt var í tvey. Randi tók sær av øðrum bólkinum, har børnini sluppu at hoppa við og uttan hoppibond og gera ymsar lop-koordinativar rørslur. Hin bólkurin slapp fyrst at royna seg við pinnum, sum er ein máti at venja spjótrørslur uppá. Síðan var farið at venja kúlustoyt, partvís við vektarbóltum og partvís við smáum løttum kúlum. At enda sluppu øll at royna eina breyt sum byrjaði við einum longdarlopi, áðrenn farið varð til generella koordinatiónsrørslur.

Dagurin endaði við, at Bragdið vegna FÍF skipaði fyri fyrsta umfari av Grand Prix fyri børn og ung. Nógv børn og ung høvdu avgjørt at royna seg í hesi kapping, og vóru fleiri góð úrslit. Vit fara at skriva meir um úrslitini hjá okkara limum, tá hesi verða almannakunngjørd.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *