Vetrarfrælsar byrjaðar
10.10.2009
Hvirluvindarnir frælsast í heystferiuni :-)
13.10.2009

Venjing í vetur hjá teimum ungu

Nú er ein skrá løgd fyri sprint/lop, kast, almenna og spænstigheits venjing hjá teimum ungu. Tilmelding ferð fram í løtuni, og har fáa tey, sum í løtuni venja, fyrst møguleikan Um pláss eru eftir fara tey til onnur áhugaði. Ein kann skriva seg á bíðilista við at koma til venjing ella á hvirlan(at)hvirlan.fo. Orsøkin til at avmarka talið av íðkandi á hvørjum liðið er, at um tað verða for nógv á einum liðið, so fær tann einstakið íðkari ov lítið burturúr venjingini. Talið á einstaka liðnum er upp til venjaran, og har tað eru fleiri venjarar kunna tað verða fleiri íðkarar.

renn

Skráðin sum hon stendur í løtuni er:

  • Mánadag 17.00 – 18.00: Sprint lop (Venjarar: Ási Mikkelsen og Heri Ziska)
  • Týsdag 18.00 – 19.00: kast (Venjari: Heri Ziska)
  • Mikudag: 16.30 – 17.45: almennar frælsar, tvs allar greinar og grundvenjing (Venjarar: Heri Ziska og Rógvi Højgaard)
  • Hósdag: 18.00 – 19.00: kast (Venjari: Heri Ziska)
  • Fríggjadag: 17.00 – 18.30; fysisk venjing (Venjari: Heri Ziska)

kula

Mið- og langteina venjing ferð eisini av bakkastokki í nærmastu framtið, og kunna vit nærri um hetta tá tað byrjar.

 lopb

Venjingin mánadag er tann sama, sum hevur verði higartil, meðan venjingin mikudaga er flutt hálvan tíma framm og longd 15 min. Í samband við almennar frælsar mikudagar koma tey ungu at royna allar greinar, stangarlop undantikið og har afturat er nakað av grundvenjing eisini partur av hesi venjing.

straek

Kast er nýtt hjá teimum ungu, og har koma tey at venja allar tær fýra olympisku kastigreinarnar, men eisini neyðuga stuðulsvenjing, so sum almenna kast-kooridinatión og kvikleika. Henda venjing er samstundis sum tey vaksnu venja, og tí verður venjingin skipa á tann hátt, at týsdagar venja tey ungu sjálvi eftir venjingarskrá tey fáa tá tey koma. Hósdagar er tað so venjarin, sum stýrur venjingini leypandi og verða tað tí meira tekniskt krevjandi en týsdagar.

 spjot

Fysiska venjingin er í fimleikahøllini í Kommunuskúlanum. Henda venjing umfatar styrki, “spændstigheit”, generella úthaldinheit og koordinatión. Tó ikki øll elementini hvønn fríggjadag.

lop

Byrja verður at venja eftir hesi skrá mánadagin 12. oktober.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *