Venjing hjá teimum ungu í gongd

Hvirluvindar aftur í gongd
13.08.2008
Hvirludraktir í Sportmaster
14.08.2008

Venjing hjá teimum ungu í gongd

So kom ordiliga gongd á venjingina hjá teimum ungu. Hetta er venjingin, sum á skránni eitur “Sprint, lop, kast (ung)”. Tvey vóru møtt til venjingina, sum hesa ferð var á Frælsinum beint eftir, at hvirluvindavenjingin var liðug.

Upphitingin var medisinbóltkast av ymsum slag. Henda upphiting fór so yvir í beinleiðis venjing við medisinbóltum, har serligur dentur varð lagdur á at kasta rætt. Hetta gekk gott við næmu íðkarunum. Síðan varð farið til lopvenjing, sum byrjaði við ymsum lop relateraðum rennivenjingum, og eftir tað varð farið í sandkassan at royna longdarlop. Tað var nýtt hjá báðum at venja longdarlop, men tað sást næstan munur frá lopi til lop, so skjótt tey tóku ráðini til sín.

Eftir lopvenjingina var farið at venja sprint, sum byrjaði við nøkrum “stignings-renningum” fyri síðan at gera nakrar spurtir, bæði longri og styttri. Venjingin endaði við einum sindri av medisinbóltkasti aftur og síðan lætt strekk.

Næsta venjing verður á kastivøllinum við Eysturskúlan komandi mikudag (20. august) umleið 18.15, ella tá hvirluvindabørnini, ið venja beint áðrenn, eru farin heim.

Fleiri myndir frá venjingini kunna síggjast í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *