Venjing fyri tey yngstu byrjar komandi sunnudag

Nógv børn stuttleiku sær á Stuttleikum
05.06.2011
So byrjar virkisleikavenjing skjótt.
05.06.2011

Venjing fyri tey yngstu byrjar komandi sunnudag

Ein nýggjur táttur, sum Hvirlan byrjar uppá nú, er at skipa fyri venjing fyri tey yngstu, tvs tey, sum eru fødd í 2004 ella seinni. Hetta er venjing har eitt foreldur kemur við barninum til venjing. Innihaldi í venjingini er almen rørsla til tey yngstu, har frælsa-elementini (renning, kast og lop) eru við.

Venjingin verður sunnudagar kl. 15.00-15.45 á Tórsbreyt, og venjarar eru Eyðdis Andreassen og Joan E. Justinussen. Tey sum eru áhuga møta á Tórsbreyt komandi sunnudag 12. juni.

Av tí at hetta er fyrstu ferð henda venjing verður roynd, so kostar tað einans limagjald (200,-) at verða við í summar. Spurningar kunna setast á hvirlan@hvirlan.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *