Venjing á Tórsbreyt í góðveðrinum

GG! Hvirluvindar venja úti
Jólakastið

Venjing á Tórsbreyt í góðveðrinum

Av tí at jólarroyndir eru í fólkaskúlanum, var hvirluvindavenjingin flutt á Tórsbreyt. Heldigvís vóru veðurguðarnir í góðum lag, so góðu umstøðurnar á Tórsbreyt komu veruliga til sín rætt.

Venjingin byrjaði kl. 16.30 tá tey ungu møttu. Á skránni hjá teimum var trýstøkk, ið umframt tað, umfataði lop-koordinatión og lopstyrki. Lopvenjingin vísti ,hvussu nógv tey ungu eru gingin fram bæði viðvíkjandi grund-styrki og koordinatión. Eftir lopvenjingina stóð diskuskast á skránni. Har var bæði trillað og kastað, og hóast diskuskast er eitt sera tekniskt øvilsi, so byrja kastini at síggja heilt gott út. Seinasta punkt á skránni var kondivenjing, ið var skipað sum cirkulvenjing.

20091125-venjing-0008

Hálvan tíma eftir at tey ungu vóru byrjað at venja, komu fyrstu hvirluvindarnir. Hetta vóru liðini hjá Høgna og Eydis og hjá Randi, Birnu og Birgir. Hesi plaga at venja í hvør síni høll í Kommunuskúlanum, men hesaaferð vandu saman. Tað var stuttligt og riggaði væl. Eyðdis hevði eina stuttliga upphiting á skránni við bandi, sum øll skuldu halda í, meðan tann eini í miðjun skuldi royna at pikka onkran av teimum haldandi. Summi børn dugdu at vera heilt taktiskt, og tey flentu nógv. Síðan fóru vit í tveir bólkar, sum skiftust at kasta og leypa longdarlop. At enda møttust øll at brúka síðstu 10 min. á eini forðabreyt, har grovmotorikkur, styrki, javnvágar-, samskipanar- og lopførleiki sluppu at standa sína roynd.

 20091125-venjing-0014

Seinasta lið vóru veteranarnir í felagnum. Tað eru hvirluvindarnir, sum vóru við, tá felagið bleiv stovnað. Hesi sluppu at royna spjótkast. Henda grein krevur góða koordinatión, men børnini er nú væl fyri grovmotoriskt, og tí varð mett, at tey spakuliga kunna byrja at hugsa um tey meira teknisku elementini, sum liggja í spjótkastinum. Tað sást skjótt, at børnini saktans kundu kasta spjót. Tó verður í nærmastu framtíð lagdur stórur dentur á at kasta við pinnum og bóltum fyri at fáa grundrørslurnar festar heilt. Eftir kast var farið at leypa, og har var byrjað við almennari lop-koordinatión, áðrenn farið var at leypa í sandgrøvina. Tað, sum var stuttligast, var at øll kláraðu at leypa trístøkk, ið annars er eitt tekniskt krevjandi lop. Venjingin endaði við eini koordinatiónsbreyt.

20091125-venjing-0029

Samanumtikið ein góður dagur á Tórsbreyt, og komandi mikudag verður aftur vant á Tórsbreyt.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *