Venjaraskeið 7-10 ár

Hvirluvindalega í Hvalba 24.-25. mars
02.03.2012
Hvirlur til Svøríkis
07.03.2012

Venjaraskeið 7-10 ár

Ein tann størsta avbjóðingin hjá flestu ítróttum er at fáa venjarar, og hareftir at tryggja, at venjarar hava nøktandi vitan til at kunna hjálpa børnum, so tey kunna mennast út frá egnum fortreytum. Frælsa ítróttin er, hóast hon er lutfallsliga nýggj ítrótt í Føroyum, í stórum vøkstri. Tað setur serlig krøv til venjara-rekruteringina. Hetta hevur tó eydnast rættuliga væl, og í vikuskiftinum var skeið fyri venjarar til 7-10 ára gomul børn. Hetta er grundskeið innan frælsar innan svensku útbúgvingarskipanina, sum er vald at verða tann venjara útbúgvingin, man leggur seg eftir í Føroyum.

Tað vóru heilir 16 verðrandi og komandi venjarar, umboðandi tey trý stóru feløgini, ið luttóku á hesum skeiðnum. Hesi eru komin á ymsar mátar inn í frælsa ítróttin. Har vóru foreldur at smáðum børnum, sum akkurát eru byrja innan frælsu ítróttina, foreldur at ungum íðkarum, ungir íðkarar, gamlir íðkarar og fyrrverðandi íðkarar. Felagsnevnarin var. at øll hava eitt ynski um at verða við til at menna ítróttin, við at geva børnum eian góðan start uppá teirra lív við ítróttinum.

Skeiðleiðarara vóru Randi Kúrberg og Heri Ziska, sum fyri árið síðan vóru á instruktørskeiðið í Svøríki. Hetta er aðru ferð at tey høvdu ábyrgdina av slíkum skeiði.

Fyrra helvt av degnum fór við at tosa um venjara-leiklutin, barnið og virksemið. Hetta var skipa, partvís við framløgu av tilfariðinum, og partvís sum bólka-arbeiði. Her komu skeiðluttakarnir við góðum ískoytum, ið vóru uppruni til kjak um ymiskt.

Seinnapartin var fari í fimleikahøllina í venjingarskúlanum at royna ymiskt praktiskt. Her var byrja við at royna ymisk spøl, ið eru væleydna til 7-10 ára gomul børn. Hareftir vóru ymsar tilgongdir til boðrenningar royndar, áðrenn fari var ígjøgnum eitt uppskot til eina breyt. Praktiski parturin endaði við at fari var ígjøgnum greinina kúlustoyt. Fyrst tekniska partin, og síðan við einum uppleggi til hvussu livandi venjing við kúlustoyt í fokus kann skipast. 

 

Dagurin endaði við at luttakarnir fyrireikaðu venjingarupplegg til ymsu frælsa-greinarnar. Hetta skal vísast fram tá annar partur av skeiðnum verður 31. mars.

Fleiri myndireru í myndasavninum. 

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *