Veðurguðarnir máttu dvína

Gleðilig Jól!
23.12.2011
Eykaaðalfundur
30.12.2011

Veðurguðarnir máttu dvína

Veðurguðarnir høvdu avgjørt at testa viljan hjá teimum sum høvdu hug at byrja jólini við einum rennitúri, men har var ongin ivi. Fleiri enn 60 fólk høvdu avgjørt at leita sær niðan á Tórsbreyt fyri at luttaka í árligu Kirkjurenningini í Suðurstreymi. Áðrenn byrjan sungu øll “Gleðilig Jól”.

Flestu børnini fóru ein túr niðan til Hoyvíkar Kirkju, meðan einstøk børn og tey flestu vaksnu runnu til kirkjur í Tórshavn og á Argjum. Tvey høvdu tó avgjørt at fara ta langu leið um Velbastaðháls til Kirkjubøðar. Øll náddu tey sínum málum, og tað tyktist eisini sum tað kom væl við at fáa ein kaffimun ella heita ribenasaft afturvið piparnøtum, einum køkustikki ella onkrum søtum tá komi var aftur á Tórsbreyt.

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *