Vaxjø – sunnudagur 1. februar 2009

Vaxjø – leygardagur 31. januar 2009
31.01.2009
Vaxjø – mánadagur 2. februar
02.02.2009

Vaxjø – sunnudagur 1. februar 2009

Sunnudagurin bleiv dagurin, tá Heri fekk vent upp og niður uppá sín diskus-teknikk, og tó ikki heilt. Og Rógvi fekk bekreftað, at hann er á rættari kós við sínari spjótkastvenjing.

Hvirlurnar byrjaðu at venja kl. 10, tá Randi, sum annars kendi seg eitt sindur skirv, fór í gongd við at kasta hamarkast. Kastini hjá henni sóu annars gott út í teimum fyrstu tveimum snúðningunum, men so misti hon spennið í síðsta snúðningi og harvið heildarkastið. Nøkur góð kast vóru tó ímillum, og er tað hugaligt at fáa staðfest, at góða gongdin heldur – eisini teir dagarnar tá í hon ikki er væl fyri.

Næstur í eldin var Rógvi. Hann vandi saman við Daniel Ragnvaldsson, sum er næstbesti kastarin í Svøríki. Svenski landsliðsvenjarin, Jonas Mellblom, legði aftur lag á hjá Rógva, og hesa ferð fokuseraði hann uppá at økja ferðina í seinastu stigunum og at pressa bringuna fram í kastið, meðan hann bíðaði við arminum. Kastini hjá Rógva sóu annars gott út.

Síðsti maður í eldin var Heri. Hann skuldi endiliga fáa nøkur fiff frá Vésteini Hafsteinssyni í samband við, at Vésteinn vandi tann í løtuni besta danska kúlustoytaran, Kim Christensen, og ein ungan, evnaríkan svenskan diskuskastara. Tað var ómetaliga áhugavert at síggja, hvussu hann arbeiddi, og hvussu hann bygdi venjingina og teknikkin upp. Størsti munur millum tað, sum Heri hevur upplivað fyrr, og tað, sum hann annars hevur lært bæði í Danmark og Bretlandi, er, at Vésteinn byggir kastið upp frá byrjan. Hann fokuserar sostatt lítið uppá avleveringina, meðan tað annars er tað mest vanliga at hugsa um hana fyrst og so byggja kastið upp aftureftir. Ein ábending um, at Vésteinn nokk hevur fatur í rætta endanum, er, at hann dagliga venur millum annað heimsmeistaran og olympiska meistaran í diskus, Gerd Kanter. Somuleiðis venur 5 aðrar diskuskastarar, sum allir kasta omanfyri 65 m. Heri fekk eisini eina ein-til-ein-venjing, har ið Vésteinn fokuseraði uppá tað, hann metir vera tey mest týdningarmiklu elementini í kastinum.

Eftir ein sera gevandi morgun fóru føroysku kastararnir aftur á vallaraheimið at fáa sær ein bita og slappa av áðrenn næstu venjing. Randi legði seg eina løtu í eini roynd at verða betur fyri til næstu venjing.

Næsta venjing byrjaði kl. 15, tá Heri og Randi fóru at kasta ávikavist diskuskast og hamarkast. Rógvi hvildi eftir strævnu morgunvenjingina við spjótinum. Hjá Randi var eyðsýnt, at hon var heldur betur fyri, tí hon megnaði nógv betur at halda teknikkinum saman enn um morgunin og fekk fleiri góð kast. Tó var neyðugt at hava longri millum kastini, tí at kroppurin enn ikki var 100%. Heri byrjaði at venja út frá tí, hann lærdi um morgunin. Hetta føldist rættiliga óvant, og eftir at hava vant í lítlan tíma kom Vésteinn við svenska kastaranum, og so byrjaði hann at leggja lag á. Skjótt gekk framá, og Heri visti ikki heilt, hvussu hann skuldi taka tað, tá Vésteinn eftir at hava vant hann í trý korter helt fyri, at tá hann sá Hera í byrjanini hevði mestan hugin at rista uppá høvdið, men at nú sá tað gott út. So skjóta innlæring var hann ikki vanur við. Móti endanum var tað tó total “information overload” hjá Hera, so seinastu góðu ráðini blivu arkiverað og noterað, men á staðnum blivu tey einans partvís realiserað í kastunum. Heri hevur tó fingið nógv gott at arbeiða viðari við, og verður tað spennandi at síggja, hvussu leikur fer, tá Heri hevur fingið innarbeitt nýggju venjingartilgongdina. Tað er tó ongin ivi um, at tey, sum venja heima í Føroyum, fáa ein nógv betri venjara, tá Heri kemur heimaftur.

Eftir venjingina var farið “heim” at fáa sær ein bita. Rógvi át skerpikjøt úr Heygshaga, Randi uppafturhitað frá “føroyakvøldinum” og Heri turran fisk. Síðan gjørdi Randi pannukøkur, sum gliðu sera væl niðurum.

Eftir pannukøkurnar nýttu tey trý høvið til at planleggja komandi barna- og ungdómsvenjingarnar hjá Hvirluni heima í Føroyum. Her vóru eisini nýtt element, sum venjarar her á staðnum nýta í sínum venjingum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *