Vaxjø – týsdagur 3. februar

Vaxjø – mánadagur 2. februar
Venjarin hevur forfall

Vaxjø – týsdagur 3. februar

So kom dagurin, tá føroysku kastararnir skuldu pakka saman og fara úr aftur Vaxjø. Hetta vísti seg tó at blíva ein sera hendingaríkur dagur.

Dagurin byrjaði sum undanfarnu sjey dagarnir við morgunmati á vallaraheiminum. Hesa ferð var tó pakkað, og kom alt viðførið við í bilin, tá farið varð inn í Tipshallen. Har var viðførið sett av, áðrenn leigubilurin var avleveraður aftur. Heri og Randi vandu hamarkast eina seinastu ferð, og síðan varð farið í bað og at fáa sær ein bita. So fóru føroysku kastararnir við Ingelu til bussin ,har tey saman við næmingunum, sum gingu á frælsa-linju á miðnámskúla í Vaxjø, fóru til Malmø. Túrurin tók hálvan triðja tíma. Fyrsti steðgur í Malmø var fyri at lurta eftir Brooks Johnson, sum í løtuni millum onnur venur OL silvurvinnarin á 110 m forðarenning, David Oliver.  Brooks Johnson hevur vant luttakara til hvørt OL síðan 1968, og harímillum telist onkur gullvinnari, so ikki kundi sigast annað enn, at hetta var ein maður, sum hevði víst sínar dygdir sum venjari. Fyrilesturin við Johnson vísti seg tó at blíva meir enn ein vanligur fyrilestur við tað at fleiri av næmingunum sluppu til orðanna eisini. Øll vóru á einum máli um, at hetta var eitt sera gevandi upplivilsi. Á veg út fekk Rógvi høvi til at heilsa uppá Carolinu Kluft, sum, til hon gavst við sjeykampinum, ikki hevði tapt eina ta einastu kapping í hesi grein sum vaksin.

Eftir at hava sagt takk og farvæl við Brooks Johnson fóru næmingarnir at venja í gomlu innandurahøllini í Malmø. Tað var sera inspirerandi fyri føroysku hvirlurnar enn eina ferð at síggja, hvussu fokuserað venjingin var, og tað var týðiligt, at ongin var, sum tók sær av løttum, hóast dagurin var skipaður sum útferð.

Síðsti steðgur á degnum var í nýggju Malmø Arena, har ein serstakliga sterk altjóða kapping fór fram. Tíverri meldaðu tvey av høvuðsnøvnunum avboð vegna ávikavist skaða og sjúku. Hesi vóru hæddarleyparin, Linus Tørnblad, og stangarleyparindan, Jelena Isinbayeva. Eftir vóru tó fólk sum OL gullvinnarin Majevski (kúlu), heimsins besta hæddarleyparinda seinnu árini, Vlasic, og onnur.

Eftir kappingina fóru hvirlurnar til Danmarkar at liggja nátt, áðrenn farið varð til Føroyar, so tey kundu venja børnini og tey ungu mikukvøld.

1 Comment

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *