Vaxjø – hósdagur 29. januar 2009

Vaxjø – mikudagur 28. januar 2009
29.01.2009
Vaxjø – fríggjadagur 30. januar 2009
31.01.2009

Vaxjø – hósdagur 29. januar 2009

Ótu morgunmat og vóru sindur seinni inni til venjingar enn ætlað. Klokkan 10.30 stóð Heri og svingaði sleggjuna, men tað var ikki leingi, tí hann var skirv og mátti hvíla seg. Randi og Rógvi fóru í gongd við ávikavist sleggju og spjót.Aftur hugaligt at venja og aftur vóru tað nøkur ting, ið tóktust koma meir upp á pláss. Rógvi er smáskaddur, so hann skal ansa eftir sær, men hesar umstøðurnar eru slaraffenland, tá hugsað verður um tøknivenjing, so tað er at smíða, meðan jarnið er heitt 🙂

Kl. 12.00-14.00 høvdu vit døgurðasteðg og fingu okkum okkurt smávegis á kaffistovuni í Samarkand. Heri var so illa fyri, at vit koyrdu hann á vallarheimið, og so fóru vit inn aftur í høllina.  Bæði Randi og Rógvi tóku eitt bóltpass og gjørdu eitt sindur við sjálvt spjótkast. Seinnapartin vandu aðrir kastarar, og var tað hugaligt og kveikjandi at síggja teir venja. Tað eru jú altíð øvilsi og tøkni, ein kann læra av og taka til sín… Kl. 16 vóru vit aftur á vallarheiminum, og tíbetur var Heri ikki so bleikur og illa fyri sum fyrr um dagin. Vit vilja gjarna hava hann við okkum í morgin, – tað er eisini tá, at Jónas og Vésteinn koma við sínum fólki og leggja okkum lag á samstundis. Uhhh, spennandi!!!

Áðrenn nátturðan sótu vit og spældu borðspøl, prátaðu og løgdu myndir á heimasíðuna hjá Hvirluni. Randi gjørdi omelett, og Heri varð forkelaður við bláberjasuppu. Rógvi vaskaði upp og var ein góð fyrimynd fyri allar ungar føroyskar menn, sum vilja minka um oddsini fyri at gerast gamlir dreingir 😉 Um 22.00-tíðina tørnaðu vit inn, tí vit skuldu tíðliga inn til Vaxjø í morgin at venja.

1 Comment

  1. uni says:

    Tað er hugaligt at síggja, at ´Rógvi eisini kann brúkast til annað, enn at kasta við tingum ;oD

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *