Vaxjø – gevandi uppá nógvar mátar

Ungu hvirlurnar kastaðu og runnu fyri allar pengarnar
Fleiri hvirlur funnu veg í kavanum oman í Kommunuskúlan

Vaxjø – gevandi uppá nógvar mátar

Nú kastararnir í felagnum eru heimafturkomnir, er tíðin komin til at eftirmeta venjingarleguna í Vaxjø fyri at vita, hvat veruliga er komið burturúr túrinum, sum kann koma kastarunum og Hvirluni til góðar. Og har er nógv ein kann nevna.

Randi fekk nógva kvalitetsvenjing og  meira stabilitet í síni kast, meðan hon var i Vaxjø. Hetta er nakað, sum stórur tørvur hevur verið á, og sum kravdi nógva fokuseraða venjing í stutta tíð at fáa ordiliga gongd á. Nú er so gongd komin á, og vónandi verða veðurguðarnir í betri lag skjótt, so at Randi kann koma út at venja og sostatt halda fast í góðu gongdini. Randi fekk eisini onkur góð stuðulsøvilsir við sær heim, og hesi koma ivaleyst at dugna henni í venjingini fram móti komandi oyggjaleikum.

Rógvi hevur smávegis trupulleikar við økslini, men fekk eisini vant nógva kvalitetsvenjing og staðfest, at hann er á rættari leið við síni teknisku venjing. Fysiskt hevur hann eisini sligið fast, at hann er nógv betur fyri, enn hann hevur verið fyrr. At hann eisini skuldi koma at venja saman við nøkrum av teimum allarbestu kastarunum í Svøríki, var eitt pluss, sum gjørdi túrin enn meira gevandi.

Heri fekk endiliga ferð á snúðningarnar aftur í hamarkastinum, so um hann finnur aftur á góðu gongdina her heima, kemur hamarin at flúgva langt. Størsta upplivingin hjá Hera var tó at uppliva Vésteinn Hafsteinsson og síggja, hvussu hann byggir kast og kastarar upp frá grundini. Fyri Herasa viðkomandi merkir hetta ein nýggj tilgongd til diskusvenjingina, og kemur hon vónandi skjótt at geva góð úrslit.

Útyvir at blíva betri kastarar, so var eitt endamál hjá hvirlununum eisini at læra at venja. Øll trý virka sum venjarar í Hvirluni, og tí varð stórur dentur lagdur á at eygleiða og uppliva, hvussu venjarar har arbeiða. Alt fyri at verða enn betur fyri, tá hugsað verður um venjing av ungum og vaksnum hvirlum heima í egnum felag. Nógv tíð og orka vórðu løgd í at tosa við venjarar á staðnum um venjingartilgongd og langtíðar planlegging í mun til hvussu tey ungu eru fyri, tá tey koma fyrstu ferð til venjing. Nógv lá eisini eftir, og hvirluvindarnir upplivdu longu í fyrstu venjing nakað av tí, sum hvirluvenjararnir høvdu lært í Vaxjø. Tey ungu og kastararnir koma eisini at fáa betri venjing í komandi tíðum sum beinleiðis úrslit av túrinum.

Tað er týdningarmikið fyri eitt felag at hava samband út í heim, og ein máti at skipa hetta samband uppá er við at fáa vinafeløg. Hvirlan hevur sum er eitt vinafelag í Íslandi (ÍR-frjálsar), og í Vaxjø kom vinafelags avtalan millum Hvirluna og IFK Vaxjø undir land. Hetta var enn ein dreymur hjá unga felagnum í Havn, sum gekk út, og  í løtuni verður arbeitt við at fáa líknandi avtalur við feløg í øðrum londum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *