Vaksnu rennararnir fara í vetrafrí

Fínur frælsatími
29.11.2008
Góður jólafundur
05.12.2008

Vaksnu rennararnir fara í vetrafrí

Góðu rennarar.

Tað hevur viðrað illa seinasta mánaðan, og fleiri kvøld hevur ongin verið og vant. Eg havi tískil gjørt av, at felagsvenjingin týs- og hóskvøld verður tikin av skránni í desembermánaða.

Eg fari tó at mæla til, at fólk halda seg í form um jólini. Men ístaðin fyri at sita og bíða eftir týs- og hóskvøldinum kl. 18.30, so er tað ivaleyst skilabetri at fara í renniskógvarnar, tá ið veðurgudanir eru í toluligum hýri, og tað er útfarandi.

Vit hoyrast í januarmánaða!

Hans

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *