Vælumtøkta “Kerjarenningin” verður 19. november

Tórur partur av danska úrvals-bólkinum
15.10.2016
Fyrsta Vetrakapping, VK1, Runt Agnið farin av bakkastokki
06.11.2016

Vælumtøkta “Kerjarenningin” verður 19. november

Hvirlan skipar aftur í ár fyri frálíka tiltakinum – Náttúrurenning við Kerjar – leygardagin 19. november kl. 13:00. Tiltakið er fyri øll, familjur við børnum, eldri og yngri, rennarar og gongufólk. Byrjað verður við upphiting á parkeringsøkinum uttan fyri Hotel Føroyar. Síðan er møguleiki at velja ímillum 3 rutur: 1,5 km, 5,5 km og 10,5 km. Tilskila við tilmeldan, um tú luttekur í Vetrarkappingini. Sí yvirlit yvir rutur á  www.hvirlan.fo

Tá komið er á mál, fæst heitt kakao og bollar, meðan lutakast verður um hesar vinningar:

  1. Vikuskifti fyri 2 á Hotel Føroyum við sjálvtøkuborið í Gras og morgunmati.
  2. Gávukort frá Barbaru
  3. Gávukort frá No12
  4. 2 gávukort frá Intersport til renniskógvar
  5. Gávupakki frá Niels L. Arge á Kogabrúnni
  6. Tjógv
  7. Gás
  8. 3 sápuvinningar frá Kemilux

Drigið verður um vinningarnar aftan á renningina, og vinnarin skal vera á staðnum, annars verður drigið umaftur.

Tilmelding fer fram her. Tilmeldingin er galdandi, tá goldið er.

Meldar tú teg til innan 5. november, fært tú renniblusuna. Viðmerk stødd á renniblusu. Tað ber eisini til at melda til á sjálvum degnum frá kl. 12:00, men tá fæst renniblusan ikki.

udklip

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *