Úrslit í triðja umfari av Grand Prix á breyt

Úrslit frá øðrum umfarið av Grand Prix á breyt – uppdatera
11.06.2016
VU-spelen byrja
01.07.2016

Úrslit í triðja umfari av Grand Prix á breyt

Triðja og síðsta umfarð av Grand Prix á breyt er av og aftur komu ungu hvirlurnar heim við nógum góðum úrslitum.

Børn 7 ár og yngri

Hjá teimum yngstu var bóltkast á skránni hesaferð. Her royndi Sigrið Hansdóttir seg, og væl gekst. Hon kastaði 150 g tunga bóltin út á 11,99 m.

sigrid-BK

Gentur 8-9 ár

Á 80 m vóru tað Beinta Debes og Sólmai Heinesen sum royndu seg. Beinta skar næstan eitt heilt sekund av sínum persónliga metið við at renna teinin uppa 14,99 sek. Sólmai, sum royndi seg í síni fyrstu kapping kom á mál við tíðini 16,41 sek. Beinta helt áfram til longdarlop, har hon longu í fyrsta umfarið bøtti um sítt personliga met til 13,62 m, sum gjørdist hennara longsta. Beinta royndi seg at enda í longdarlopi, har hon legði út við at leypa 2,49 m í mótvindinum. Hon megnaði tó at økja til 2,61 m í síðsta umfarið, og var tað ikki fyri mótvindin, hevði hon uttan iva komi útum sítt persónliga met í hesi gein eisini.

Beinta-LJ

Dreingir 8-9 ár

Á 80 m royndu Terji Dal Christiansen, Jens Brandur Wintereig, Aron Mikkelsen og Arni Bartal Joensen seg. Terji rann teinin uppá 14,71 sek, Jens Brandur uppá 15,38 sek, Arni Bartal uppá 16,54 sek og Aron uppá 18,18 sek.

Í Bóltkasti vóru teir allir aftur klárir. Her legði Terji fyri við at kasta 150 g tunga bóltin útum 20 m. Neyvt bleiv tað mált til 20,79 m. Arni Bartal kastaði 12,81 m, meðan Jens Brandur kastaði 12,49 m og Aron 11,16 m.

Á 400 m vóru Terji og Jens Brandur klárir at royna seg. Jens Brandur rann væl og skar 5½ sek av sinum viku-gamla persónlina metið, so metið nú ljóðar uppá 1 min 40,16 sek. Terji var óheppin í trokanini í startinum, og datt, men hann kom aftur á føtur og megnaði at gjøgnumføra við tíðini 1 min 51,94 sek.

Dagsins síðsta grein var longdarlop, og her vóru Arni Bartal, Jens Brandur og Terji aftur til dystin fús. Allir byrjaðu teir róliga og øktu síðan við hvørjum góðkendum lopið. Longsta hjá Terja gjørdist 2,60 m, hjá Jens Brandur 2,13 m og hjá Arna Bartal 1,35 m.

Terji-LJ

Gentur 10-11 ár

Birita Høgnadóttir Debes royndi seg á 80 m. Hon rann flott og kom á mál við tíðini 14,88 sek.

Í bóltkast legði Birita bragdliga fyri, tí longu í fyrsta umfarið fór bólturin heilt út á 17,46 m. Hetta gjørdist hennara longsta hesaferð.

Birita leyp eisini longdarlop, men tað úrslitið er ikki tøkt í løtuni.

birita-sprint

Dreingir 10-11 ár

Benjamin Mikkelsen var, sum vant, klárur tá 150 g tungu bóltarnir komu fram. Í øðrum umfarið kom hann út á 8,41 m, sum er væl longri enn hann hevur kastað bóltin áður.

Gentur 12-13 ár

Børka Berg Jørgensen, sum er yngri árgangur í bólkinum, vísti enn einaferð hvat hon kann. Á 80 m var hon útsett fyri eini áhugaverdari styrkismeting, tí hóast hon lá til at enda í top 3 samanlagt var hon ikki styrkismett at renna móti hinum, sum stríddust um heiðursmerkini. Hon rann teir 80 m uppá 11,79 sek, sum er næstan tvey sek skjótari enn um somu tíð í fjør.

Lopgreinin hesaferð var trýstøkk. Hesa grein hevur Børka ikki roynt áður í kapping, men tað sást ikki, tí tekniskt sá gott út, og endaði hon við at leypa heilt út á 8,51 m hóast ein mótvind uppá 4,2 m/s.

Síðsta greinin var spjótkast, og var Børka klár at royna seg við 400 g tungu spjótunum. Úrslitið er ikki tøk, men eins og í trýstøkk, so var teknikkurin sera góður, og sást spjótið lenda uttanfyri 20 m strikuna.

Borka-JT

Gentur 14-15 ár

Lý Høgnadóttir Mohr byrjaði dagin við at leypa longdarlop. Her hevði hon trupulleikar við at fáa atrenningina til at sita. Hon kom tó heilt út á 3,83 m í fyrsta umfarið, og er tað longri enn hon hevur lopið áður.

Næsta greinin var kúlustoyt, og her var Lý ikki einsamøll Hvirla, tí Lydia Simonsen, Sunniva Bogadóttir og Helena Svabo Ziska royndu seg eisini. Lydia legði fyri við at seta persónligt met í fyrsta umfarið, men hon steðgaði tó ikki har, tí í bæði øðrum og triðja umfarið økti hon um sítt met, so tað nú er 9,06 m. Sostatt hevur hon higartil í ár lagt meir enn 1½ m afturat sínum persónliga metið. Sunniva royndi seg í síni fyrstu kúlustoytskapping. Hon kom í øðrum umfarið út á 7,24 m. Lý royndi seg á fyrsta sinnið við 3 kg kúluni, og kom hon heilt út á 7,07 m, meðan Helena í tveimum umførum bøtti um sítt persónliga met, so tað nú er 6,43 m.

lydia2

Dreingir 14-15 ár

Bárður Jóhansson byrjaði dagin við 4 kg tungu kúluni. Hetta er fyrsta árið Bárður kappast við hesi kúluni, men tað var ikki til at síggja, tí hann stoytti hana góðan ½ m longri enn hansara persónliga met við 3 kg kúluni. Tað longsta bleiv mált til 8,24 m.

Bárður royndi seg eisini á 400 m teininum. Her legði hann hart út, og so var uppgávan at halda formin. Hann kempaði væl, og endaði við at koma á mál við tíðini 62,00 sek, sum er góð 2 sek skjótari enn í somu kapping í 2015.

IMG_9890

Gentur 16-17 ár

Tinna Berg Jørgensen byrjaði dagin við at longdarlopi. Her hevði hon trupulleikar við at fáa atrenningina til at sita í skiftandi vindinum. Hennara einasta góðkenda lop kom í øðrum umfarið. Tað bleiv mált til 4,12 m.

So var kúlustoyt á skránni. Her fekk Tinna selskap av Guðrið Káradóttir Petersen. Guðrið byrjaði róliga, men í síðsta umfarið fekk hon alt at hanga saman, og kom kúlan tá heilt út á 7,99 m, sum er næstan ein metur longri enn gamla persónliga metið hjá henni. Tinna var stabil um teir 7 metrarnar, har tað longsta gjørdist 7,07 m.

TBJ-lj

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við einum fótbóltsdysti, men har var tíðiligvís meir eftir, tí hann fór heim við fleiri persónligum metum. Tað fyrsta kom í kúlustoyti, har hann í øðrum umfarið stoytti kúluna út á 8,32 m.

Hin greinin hjá Dánjali var 1500 m renning. Her kom hann at liggja í einum holið, har teir eldru runnu nakað frammanfyri og javnaldrar og teir yngru runnu nakað aftanfyri. Hetta kostaði nógva orku í mótvindinum. Dánjal megnaði tó at skera uml 1 sek av sínum persónliga metið á teininum. Neyva tíðin er ikki tøk í løtuni.

DDL-1500

Gentur 18-19 ár

Edna Maria Debes leyp, eins og Tinna, í sera skiftandi vindi, har hon í fyrsta lopið hevði næstan 3 m/s av undanvindi og í síðsta lopið hevði 4 m/s av mótvindi. Tað longsta gjørdist 4,61 m.

Edna Maria royndi seg eisini við 4 kg tungu kúluni. Her bøtti hon longu í fyrsta umfarið um sítt persónliga met. Hon økti í øðrum til 8,34 m. Hetta bleiv tangera í fjóra, men longri kom hon ikki á hesum sinnið.

EMD-lj

Dreingir 18-19 ár

Magnus Dal-Christiansen byrjaði dagin við at renna 400 m. Hetta er ikki grein hann venur, men hann helt tó formin væl allan vegin, og kom á mál við tíðini 56,30 sek.

So var kúlustoyt á skránni. Her royndu bæði Magnus og Tórur Mortensen seg við 6 kg tungu kúlunum. Tórur legði út við at stoyta kúluna út á 9,97 m, hann økti í fleir umførum og endaði úti á 10,74 m í síðsta umfarið, sum er næstan ein hálvan metur longri enn hann stoytti 5 kg kúluna í 2015. Magnus kom í síni fyrstu kapping í kúlustoyti út á 8,51 m.

MDC-sprint

Menn

Kristian Martin Garðalíð var einsamallur at royna seg í elsta bólki. Hann royndi seg við 7,26 kg tungu kúluni. Hansara fyrsta kom út á 8,54 m, men hann økti støðugt gjøgnum kappingina, og endaði við at koma út á 8,86 m í síðsta umfarið.

KMG-SP

Fleiri myndir koma í myndasavnið.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *