Úrslit í Jólakastinum

John Egholm triðja pláss í vetrarkappingini
14.12.2009
Kirkjurenning jólaaftan
20.12.2009

Úrslit í Jólakastinum

Tað vóru seks luttakarar í jólakastinum, harav 4 ung, so tíðin har kastikappingar vóru nakað sum einans hevði 3 vaksnar luttakarar er heldigvís farin. Síðan seinastu kapping, ið var í septembur, hevur venjingin hjá kastarnum í Hvirluni einans fokusera uppá at hækka botnstøðið. Hetta er gjørt við at venja sera fjølbroytt, og alla tíðina fokusera uppá tað tekniska í einstøku kastunum. Tað er ikki fyrr enn mótið várið at meira orka verður løgd í at flyta toppin, tí var tað gleðiligt at tað komu 12 persónlig met og trý bólkamet. Úrslitini í kappingini síggjast niðanfyri.

Fyrsta grein var kúlustoyt, har bøttu Tróndur og hanus um síni persónligu met, báðir við meir enn hálvum metri. Úrslitini vóru:

Bólkur reiðskapur Íðkari árg.  1.  2.  3.  4.  5.  6.  úrslit
G12-13 3 Kg Bjørk R. Svabo  ’96  6,12 m  5,56 m  –  5,30 m  5,90 m  6,33 m  6,33 m
D14-15 4 Kg Tróndur Arge  ’94  7,89 m  7,77 m  7,83 m  8,43 m  8,37 m  8,39 m  8,43 m*
 –  – Hanus Bergsson  ’95  7,26 m  7,45 m  7,71 m  7,91 m  7,84 m 7,49 m  7,91 m*
D16-17 5 Kg Helgi Geyti  ’93  9,42 m  9,18 m  8,88 m  9,58 m  9,57 m  9,35 m  9,58 m

*= persónligt met

Onnur grein var spjótkast, og har komu fýra persónlig met, har tað eina eisini var bólkamet (D16). Størstu forbetringina átti Tróndur við meir enn 2½ m. Annars var stuttligt at síggja Rógva kom so væl í gongd aftur eftir skaðan í oyðilegði honum summarið, íroknað oyggjaleikirnar. Úrslitini vóru:

Bólkur reiðskapur Íðkari árg.  1.  2.  3.  4.  5.  6.  úrslit
G12-13 3 Kg Bjørk R. Svabo  ’96  12,89 m  12,51 m  12,03 m  10,51 m  –  13,89 m  13,89 m*
Kvinnur 600 g Randi Kúrberg  ’72  24,41 m  27,66 m  –  /  –  /  27,66 m
D14-15 600 g Tróndur Arge  ’94  25,76 m  –  –  26,88 m  26,31 m  31,72 m  31,72 m*
 –  – Hanus Bergsson  ’95  22,41 m  30,66 m  –  25,73 m  28,59 m  30,02 m  30,66 m*
D16-17 700 g Helgi Geyti  ’93  –  –  35,06 m  –  38,64 m  38,47 m  38,64 m*#
Menn 800 g  Rógvi Højgaard  ’83  53,12 m   –   53,13 m   53,29 m   /   –   53,29 m 

* = persónligt met, # = bólkamet

Triðja grein var hamarkast, og har vóru eisini nógv persónlig met, tó skal sigast at hetta var fyrstu ferð at Tróndur og Hanus royndu seg í hesi grein. Helgi bøtti um sítt persónliga met (og bólkametið) við 4 m. Úrslitini vóru:

Bólkur reiðskapur Íðkari árg.  1.  2.  3.  4.  5.  6.  úrslit
Kvinnur 4 Kg Randi Kúrberg  ’72  32,90 m  –  32,95 m  34,70 m  33,22 m  –  34,70 m
D14-15 4 Kg Tróndur Arge  ’94  –  13,62 m  14,80 m  17,74 m  16,43 m  –  17,74 m*
 –  – Hanus Bergsson  ’95  –  –  –  15,79 m  16,60 m 15,96 m  16,60 m*
D16-17 5 Kg Helgi Geyti  ’93  23,85 m  22,30 m  23,07 m  23,03 m  21,95 m  –  23,85 m*#

* = persónligt met, # = bólkamet

Seinasta grein á degnu var diskuskast, og her bleiv tað til eittans persónligt met. Tað átti Helgi, ið forbetraði seg við meir enn trimum metrum.  Bjørk manglaði einans 5 cm í at takað sítt gamla met, og Hanus manglaði 16 cm. Úrslitini vóru:

Bólkur reiðskapur Íðkari árg.  1.  2.  3.  4.  5.  6.  úrslit
G12-13 0,75 Kg Bjørk R. Svabo  ’96  –  13,75 m  13,01 m  12,09 m  –  15,53 m  15,53 m
D14-15 1,00 Kg Tróndur Arge  ’94  23,93 m  21,77 m  19,30 m  –  21,30 m  22,89 m  23,93 m
 –  – Hanus Bergsson  ’95  18,68 m  19,90 m  –  21,60 m  – 21,51 m  21,60 m
D16-17 1,50 Kg Helgi Geyti  ’93  22,78 m  25,59 m  23,98 m  22,94 m  25,30 m  27,69 m  27,69 m*#
Menn 2,00 Kg  Rógvi Højgaard  ’83  29,78 m  27,35 m   –   /   /   /   29,78 m 

* = persónligt met, # = bólkamet

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *