Úrslit frá triðja umfari av Grand Prix á breyt

Triðja umfar av grandi prix á breyt fyri børn, ung og vaksin var leygardagin 17. Juni. Treysti og roysnið stóðu fyri tí praktiska, og tað var stuttligt at síggja hvussu væl allar kappingargreinarnar vóru skipaðar. Einasta men var, at longdarlop og trýstøkk var í mótvindi. Tað ger at leyparar justera teknikkin á ein óhepnan máta, og læra sostatt feilir, umframt at lopini blíva óneyðuga stutt og harvið ómotiverandi.

Børn 7 ár og yngri

Rói Thomassen var aftur klárur, og hesaferð var bóltkast á skránni. Rói kastaði 11,45 m í fyrsta umfarið. Í øðrum kom hann heilt út á 13,16 m. Triðja kasti var eitt vet styttri, men ein flott kapping av ungu hvirluni.

Dreingir 10-11 ár

Rani Herjónsson Rubeksen og Ólavur av Steinum byrjaðu dagin við 80 m renning. Her vóru teir í sama riðli, og var tætt teirra millum. Ólavur, sum hevur roynt seg áður á Tórsbreyt, átti tó munin. Tíðin hjá Ólavur var 14,58 sek, meðan tíðin hjá Rana var 15,75 sek í hansara fyrstu kapping.

Rani og Ólavur royndu seg síðani í bóltkast. Her vístu báðir at teir duga at kappast, tí báðir kastaðu sítt longsta í síðsta umfarið. Ólavur byrjaði við at kasta 18,72 m, meðan Rani byrjaði á 14,12 m. Í øðrum økti Ólavur til 21,04 m, meðan næsta kasti hjá Rana miseydnaðist. Í triðja kom Ólavur heilt út á 26,15 m, sum er væl longri enn hann hevur kasta áður, og Rani kom heilt út á 17,40 m, sum er flott í hansara fyrstu kapping.

Eftir bóltkast var longarlop á skránni. Her royndi Aron Mikkelsen seg eisini. Aron leyp 2,51 m í fyrsta umfari. Í øðrum økti hann til 2,62 m, sum gjørdist hansara longsta á degnum. Ólavur byrjaði við at leypa 2,28 m. Hann økti í triðja til 2,38 m. Rani leyp 1,99 m í fyrsta umfarið, og hóast hann var nær við, so gjørdist tað fyrsta hansara longsta.

Gentur 12-13 ár

Børka byrjaði dagin við 80 m teininum. Hon fekk ein minni góðan start, men tað sæst at hon hevur vant væl, tí hon megnaði at kempa seg til eitt fyrstapláss við tíðini 11,85 sek, 0,02 sek frammanfyri nummar tvey. Børka ognaði sær eisini gullmerkið samanlagt.

Eftir 80 m var trýstøkk á skránni. Her var lopið móti nógva vindinum, men Børka er ikki so at steðga, tí hon megnaði at bøta um sítt persónliga met í øðrum umfarið har hon leyp 8,58 m, hóast ein mótvind uppá 5,5 m/s! Hetta rakk til eitt trygt fyrsta pláss, og eisini til eitt gullmerkið í samlaðu kappingini.

Triðja kappingin hjá Børku var 1000 m. Her legði hon varliga út, men tá 400 m vóru eftir setti hon ferð á og endaði við at vinna ein tryggan sigur við tíðini 3 min 43,34 sek. Samanlagt ognaði hon sær eisini gullmerki.

Børka endaði dagin við 400 g tunga spjótinum. Her tryggjaði hon sær sigur longu í fyrsta umfari við einum kasti uppá 22,42 m. Hon steðgaði tó ikki har, tí hon økti í bæði øðrum og triðja (síðsta) umfarið. Tað longsta gjørdist 25,12 m. Hon vann eisini grand prix kappingina í kast samanlagt.

Gentur 14-15 ár

Elin Niclasen byrjaði dagin við kúlustoyt. Hetta var hennara næsta kapping við 3,0 kg kúluni, men tann fyrsta uttandura. Hon hevur einans vant kúlu 2-3 ferðir í ár, men tað sást ikki, tí teknikkurin sat væl í dag. Fyrsta stoyti kom heilt út á 9,19 m, sum er útvið 1½ m longri enn hennara persónliga met. Næsta kom ein centimetur longri út. Tað triðja sat ikki heilt, men var tó lítlan metur longri enn gamla persónliga metið. Elin gjørdist nr 2 bæði í dagsins kapping og samanlagt í ársins grand prix.

Elin royndi seg eisini í longdarlopi, men her vildi tað ikki rigga hesaferð, men tað er ongin ivi um at hon eigur potentialið til eitt gott lop.

Gentur 16-17 ár

Sterku kastarnir royndu seg í kúlustoyti hesaferð. Lydia, sum hevur valt sær kúlustoyt, sum sína sergrein, vísti at her skalar ongin hana, tí longu í fyrsta umfarið stoytti hon 3 kg tungu kúluna heilt út á 11,20 m. Tvær ferðir afturat kom hon útum 11 m strikuna, men teir 11 frá fyrst umfarið gjørdist dagsins longsta. Tað er eisini persónligt met og bólkamet. Guðrið Káradóttir Petersen byrjaði varliga, men í fjórða umfarið sat teknikkurin, og lendi kúlan á 8,84 m, sum er nakað longri enn hennara gamla persónliga met. Sunniva Bogadóttir ognaði sær eisini eitt persónligt met. Tað var í fjórða umfarið, tó hon kom út á 8,48 m. Helena gjørdist nr 4 í dag við 7,40 m, sum hon stoytti í fyrsta umfarið. Í samlaðu kappingini vann Lydia frammanfyri Sunnivu við Helenu á triðja plássi. Her er vert at nevna at kappingargreinarnar sum hesir sterku kastarnir hava dystast í eru diskuskast (sergrein hjá Helenu), spjótkast (sergrein hjá Sunnivu) og kúlustoyt (sergrein hjá Lydiu), so kanska er tað ikki so løgi at Guðrið, sum hevur hamarkast sum sergrein, endaði á fjórða plássi samanlagt.

Dreingir 16-17 ár

Dánjal Dahl Ljósheim byrjaði dagin við longdarlop. Her byrjaði hann við at leypa 4,43 m. Í øðrum umfari økti hann til 4,58 m. Hetta gjørdist hansara longsta, og hóast mótvindurin var heilar 5,0 m/s, so var hann bara 7 cm frá sínum persónliga meti. Í samlaðu kappingini vann hann gull.

Onnur greinin hjá Dánjal var 400 m. Her sást at hann var troyttur, tí tíðin gjørdist 60,03 sek, sum er 3½ sek frá hansara persónliga metið. Hann vann tó kappingin, og eisini gull samanlagt. Bárður Jóhansson ognaði sær broncumerkið í samlaðu kappingini.

Dánjal fór síðan til kúlustoyt, har Bárður Jóhansson eisini royndi seg. Dánjal legði hart út, tí longu í fyrsta umfarið stoytti hann 5 kg kúluna næstan heilan metur longri enn hann hevur gjørt áður. Longdin gjørdist 9,55 m. Hóast fleiri góðar royndir, so kom hann ikki longri hesaferð. Bárður ognaði sær, eins og Dánjal, persónligt met í fyrsta umfarið. Hann steðgaði tó ikki har, tí hann bøtti um sítt met í bæði øðrum, triðja og fimta umfarið. Tað longsta gjørdist 7,75 m. Dánjal og Bárður gjørdust nr 2 og 3 ´kappingini og í samlaðu grand prix kappingini gjørdust teir nr 1 og 3.

Fleiri myndir eru í myndasavninum, og øll úrslit koma á fif.fo.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *