Úrslit frá opnum kappingum

Runnu skjótt í mótvindinum
26.05.2014
Rigmor aftur skjótast á Marathon teininum
08.06.2014

Úrslit frá opnum kappingum

Hvirlan hevur skipa fyri fleiri opnum kappingum í seinastuni, harímillum tvær síðstu vikuna. Leygardagin var longdarlop á skránni, meðan sprint var á skránni hósdagin.

Longdarlopkappingin var fyriskipa undir nærum optimalum umstøðum, í øllum førðum í byrjani, men vindurin broyttist frá optimalum undanvindi til góðar 3 m/s í mótvindi.

Úrslitini av longdarlopi siggjast her.

Ikki kann sigast at veðurguðarnir hava spælt við, tá skipa hevur verði fyri sprint-kappingum. Aftur hesaferð var tað ein mótvindur (1,5 m/s). Av tí at tað vóru fimm luttakarar var avgjørt at lata øll renna í sama riðli. Úrslitini vóru:

Menn:

  • Tummas Napoleon Arge ’95, Hvirlan, 12,05 s
  • Hanus Bergsson, ’95, Hvirlan, 12,27 s. (persónligt met)
  • Hallur Simonsen, ’95, Hvirlan, 12,50 s

Gentur:

  • Hildur Poulsen, ’97, Bragdið, 14,02 s
  • Tinna Berg Jørgensen, ’99, Hvirlan, 14,04 s (A-krav til talentbólkin)

Fleiri myndir eru í myndasavninum.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *